Showing posts with label Lisasavnarin. Show all posts
Showing posts with label Lisasavnarin. Show all posts

Friday, February 1, 2013

Listasavnararnir Elin Josefina Smith og Kaj Klein

Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.



Dagsins listasavnarar: Elin Josefina Smith og Kaj Klein 

Elin Josefina Smith og Kaj Klein eiga eina stóra listasamling við øllum frá óektaðum, Picasso´um til Ingálv av Reyni og Hera Smith. Av sonnum eitt spennandi bland.

Óektaður Picasso og Jack Kampmann, Ingálvur av Reyni og Kaj Klein, Kaj Bojesen apa og print úr Australia, Tóroddur Poulsen (1995) og Axel Salto og Alan Glob (foto av Keith Richards) og Hera Smithsa mynd av Tróndur Patursson, Anker Mortensen, Heri Smith og William Smith nidriundir Hera, Langabbi mín Hans Ancher Wolffsen og Anna Klein og Lars Dan (uppifrá og nidur), Eli Smith og lítid høvd av Lars Dan (De unge vilde), Fiskari úr Bornholm og skóg eftir langabbanum Hans Ancher Wolffsen, Ókendur teknari av farbróðir Hans Ancher Wolffsen og ødrum Á BARR, Fríða Matras Brekku og Marius Olsen, Skorpión ella rættari fýrbein úr Australia og Rosa Heinesen, Karl Anton Klein og Torbjørn Olsen, Olivur vid Neyst (Av bátadekki) og Anita Viola Nielsen (vid russisku kirkjunum), plakat av Janis Joplin Kaj fann á vegnum í Aarhus einaferd. Myndirnar av Lars Dan og Jack Kampmann og tann óektada Picassoin og Axel Salto havi eg keypt á netinum. Rosu Heinesensa mynd havid eg vunnið í Listafelagnum í Kbh.




















Sunday, January 27, 2013

Listasavnarin Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen


Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.


Dagsins listasavnari Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen Vestmanna

Eg var 13 ár, tá nakrir málningar komu at hanga í handilsvindeyganum á hotellinum hjá Skipper. Maðurin, ið málað hevði, æt Ingálvur á Reyni. Har var ein mynd, ið eg totalt forelskaði meg í. Kvinna, var heitið. Hon var reyð hendan myndin, og eg fekk hjartabankan, tá eg sá hana. Eg átti ikki 1.500 kr. Tað var øgiliga nógvir pengar tá. Eg spurdi mammu, hvat eg kundi gera. Nei, har var ikki nógv at gera. Eg fái enn hjartabankan av summum myndum. Og myndin "Kvinna" varð ongantíð mín, men hon hevur havt stóran týdning fyri mína listafatan og gleðina við listini.

List er fyri meg eins neyðug og at anda, eta og svimja. Er mín trúgvi fylgisveinur hvønn dag og á allari míni ferð. Um tað so er ein túrur út á Berg, niðan á Melina ella á Brooklyn Bridge. Einki er ov stórt ella ov smátt til at rúma listini. Hon argar og dregur. Viðhvørt er hon hóttandi, óskiljandi og aðra tíðir lokkandi og smikrandi. Altíð nær. Altíð her.

Tilgongdirnar til listina eru ymiskar, summar meira lættar og líkatil, aðrar meira torgongdar og óskiljandi. Eg haldi tað er áhugavert at hugsa um, hvønn týdning hon hevur samfelagsliga td.  Áhugavert er kjakið um estetikk og týdning. Rithøvundurin og nýhugsarin Bertolt Brecht sigur um listina, at hon kann brúkast til at broyta samfelagsliga veruleikan. Tí eri eg púra samd við honum í.

Nútíðarlist er spennandi tí hon í stóran mun er avbjóðandi. Hon vil annað enn vera vøkur, estetisk og prýða. Hon kjakast um og kommenterar snøgt sagt alt, og viðhvørt er tað kanska relevant at spyrja: "Er hetta list?" Mín vón er, at burturúr slíkum spurningum spretta kjak, orðaskifti, ið føra okkum víðari á listaliga ótráddum gøtum. 

Ymisk ástøði eru innan listi og listahugsan. Tað er stuttligt at fordjúpa seg í og gevur nógv at hugsa um og taka støðu til. Tað er provokerandi, avbjóðandi og ja - onki minni enn lívgevandi. So uttan list kann ongin liva. Tað eru bara ikki øll, ið hava funnið útav tí enn!!

Eg seti nakrar fáar myndir inn her av tí, sum vit hava ognað okkum millum ár og dag. Alt hevur sín stóra týdning í gerandisdegnum

Janus Kamban. Ein fín, fín lítil blýantstekning



Elinborg Lützen, Ævintýrmyndirnar báðar. Tróndur Paturson, glasfuglur, sum barasta slettis ikki kemur til sín rætt á hesi myndini.

Fríða Matras Brekku-Hanni Bjartalíð hjørnið.


Stólurin ”Oystrið”, sum Torkil Vilhelmsen hevur gjørt, eitt satt meistaraverk. Á vegginum  Claus Carstensen, eitt steinprent úr Sanpaku-røðini, ein fantastiskur listamaður.


Silja Strøm Fløskuverja í egyptiska várinum.


Tove Askham, Kammerat Jesus.


Silja Strøm, ein pinkalítil mynd, sum er nakað av tí kærasta.


Janus Kamban, Torbjørn Olsen og Silja í skøn forening. Alt speglast í glasinum.


Mynd hjá Katrine Raben Davidsen, gjørd í Steinprenti.


Málningur hjá Zacharias Heinesen.




(KP)





Wednesday, January 23, 2013

Listasavnarin Eiler Fagraklett

Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.
Dagsins listasavnari: Eiler Fagraklett. Signabøur

Eiler Fagraklett hevur hóast lutfalsliga ungan aldur savnað saman eitt áhugavert savn av verkum hjá føroyskum og útlendskum listafólkum. Eiler, sum hevur lisið, og dagliga arbeiðir við marknaðarføring, samskifti og lýsingum, hevur serligan tokka til ironiska og skemtiliga popplist, sum ofta er homoerotisk og kommersiell av lyndi. Her eru nøkur av verkunum hjá Eileri.

Listaveggurin í stovuni er skrýddur við verkum eftir Mariannu Mørkøre, Símun, John av Reyni, Alfredo Roagui, Silju Strøm, Hanni Bjartalíð, Mr. Brainwash, Jason Freemy, E. Bowen og Hrafnkell Sigurdsson. Eisini er ein oljumálingur eftir einum ókendum gøtumálar í París, ein mótmælisplakat frá skrúðgongu í London, sum hann sjálvur tók lut í og eitt japanskt serprent av klassiska franska filminum Amilé.

Serprent (27/100) av verki eftir Mr. Brainwash, sum er protegé hjá heimskenda Banksy. Mr. Brainwash fekk sítt listarliga gjøgnumbrot í dokumentarfilminum Exit Through the Gift Shop. Serprentið er eisini undirskrivað av listamanninum.

”Mær dámar í løtuni væl listina hjá Alfredo Roagui og Rodolfo Loaiza, sum báðir eru partur av nýggjum ráki úr Suðuramerika, har tey “taka piss uppá” norðuramerikanska poppmentan. Hesir báðir brúka kendar teknifilmar úr Hollywood og listaliga venda tað, ið fiktivu figurarnir standa fyri, á høvið. Slíkt ironiskt skemt, sum samstundis er ein sterk viðmerking um nútíðar samfelagið, passer væl til mítt listarliga lyndi



Vakra og sorgblíða verkið hjá Heiðrik á Heygum vakni eg upp til hvønn morgun.”

”Jason Freemy er enn ein av mongu ungu útlendsku listafólkunum, sum eg fylgi væl við. Hansara anatomiskt røttu dukkur, leikur og fiktivir figurar hugtaka meg og kunnu altíð geva mær eitt hóskandi skeivt smíl. Tað er eydnast at ogna mær hanasara útgávu av My Little Pony.”

”Ein og hvør skapandi sál elskar, ella í minsta lagi dugir at virðismeta, Star Wars. Tað geri eg sjálvandi eisini. Í 1999 var eg við til Ung i Norden í Finnlandi saman við m.a. listamanninum Sámal Blak. Tá teknaði hann hesa myndina av unga Anakin, sum samstundis hevði frumframsýning í filminum Star Wars - The Phantom Menace um hetta mundi. Hóast Sámal tá var sera ungur, vísti hann longu stór skapandi evni. Hann er í dag eitt fantastiskt listafólk, og tí eri eg sera glaður fyri hesa fittu tekningina.”

”Tá eg var og fjakkaði í 2001, fekk eg hetta portrettið málað av mær í Thailandi. Tað ímyndar meg sum eitt slag av álvi, í einum tropiskum gandaskógi. Popp-surrealistiskt, kitsch og humoristiskt.”


”Eg elski alt, ið hevur við poppmentan at gera, og sjálvandi elski eg eisini popplist. Jeff Koons er kongurin innan hesa listagreinina, og tí prýðir hann mær gestavesið. Góði gamli Hulk er eisini góður íblástur, tá ið á stendur á vesinum. Plakatin er frá eini listaframsýning av Hulk Elvis hjá Koons samlingini í Kina. Einans 50 eintøk av plakatini vóru framleiddar. Fyri ein lítlan bóndagarð, havi eg megnað at ogna mær eitt eintak umvegis eBay.”

”Hesa uppruna tekning keypi eg í einum antikkhandili í London. Hon er teknað av listamanninum og kenda kortteknarunum E. Bowen í 1752. Umframt at vera vøkur og søguliga áhugaverd, so ávarar kortið eisini um ein serstakligan vandamiklan meldurstreym kring Munkasteinin sunnanfyri Føroyar.” 


Steinprent (14/24) eftir Hannis Bjartalíð. Ein politisk viðmerking um §266b málið, sum sjálvandi liggur mær nær at hjartanum.”

Sjálvportrett eftir Ludvig Breckmann, sum er ungur, lovandi føroyskur listamaður.


Mynd hjá John av Reyni. Eisini ungur og lovandi føroyskur listamaður.


“Myndarøð eftir myndamannin Bertrand Jacuot. Myndirnar eru ein listarlig lýsing av hvussu multi-listamaðurin og mótaskaparin Karl Lagerfeld, ein av mínum størstu hetjum, hevur ávirkað folk í øllum aldrum og kynum. Myndirnar eru keyptar í listaskála í Cannes.” 


Símun er menningartarnaður, men samstundis er hann serstakliga evnaríkur listamaður! Hann hevur í mong ár verið sera virkin, og eg havi ognað mær nøkur av hansara áhugaverdu verkum ígjøgnum árini. Eg elski at hvørva inn í hansara heim, har allar gerandis detaljur eru týðandi og kunnu siga eina søgu. So deiliga naivt, óskyldugt og alíkvæl sera sigandi



Uttan iva dýrasta listaverkið í míni enn ungu samling. Málingurin eftir Beintu av Reyni, sum eg ognaði mær á listauppusølu hjá LGBT Føroyar farna summar.








(KP)




Saturday, January 19, 2013

Listasavnarin Finnur Koba


Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar úr m.a. Klaksvík, Kollafirði, Vestmanna og Havn um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.

Dagsins listasavnari: Finnur Koba. Vestmanna

Eg havi altíð ynskt mær ein stóran Øss Johannesen.
Eg keypti linoprentið í fjør vár til eina framsýning, sum var í Norðurlandahúsinum. Eg fall fyri prentinum beinanvegin. Stórt, ræðandi og erligt. Tað hóskar væl inn sum ein altyvirskuggandi andsøgn til mína fittu, hvítveggjaðu og listafátæku stovu í mínum nýkeyptu lítlu húsum inni á Fjørð.

Tað var bæði trupult og dýrt at ramma hendan fýrin inn. Av tí at hann er so stórur – meir enn tveir metur breiður – mátti serligt plexiglas bíleggjast heim, og tað var baks at seta alt saman.

Linoleumsskurðurin vigar eisini so mikið nógv í rammuni, at eg kendi meg noyddan at seta ein lista niðanfyri fyri at stuðla vektini.Tey siga, at eitt annað prent er gjørt, og tað hongur – sigst - í stovuni hjá onkrum ríkum stjóra úr Eysturoynni. Tey serkønu hava tó vissað meg um, at teir verða ikki fleiri, tí upprunaliga linoleumssplátan er í so vánaligum standi.  

Eg havi eisini altíð ynskt mær ein stóran Edward Fuglø – helst tann, sum hongur á bakvegginum í móttøkuni í kommunuskrivstovuni í Klaksvík. Hann verður neyvan mín, fyrrenn Klaksvíkar Kommuna fer á húsagang, og málningurin endar á uppboðssølu.


Myndin eitur: Tann maniodepressivi


Tann maniodepressivi - brotamynd


Myndir: Axel Gretarsson







(KP)