Friday, July 9, 2010

Hvør hevur vald innan listina í Føroyum?

Ikki er tað lætt at gjøgnumskoða júst hvar ræði yvir listini er. Tað er nevniliga ikki bert mentamálaráðharrin og listasavnsleiðarin, ið avgera hvussu listin verður viðfarin. Listamenningin liggur eisini í hondunum á eini langari røð av úrvalum og nevndum, sum taka avgerðir vegna listina. Her er eitt yvirlit yvir hvør situr í hvørjum úrvalum og nevndum – fyrivarni verða tikin fyri møguligum broytingum, eins vit vilja gera vart við, at hetta yvirlitið, sum í ein vissan mun snýr seg serliga um myndlistina ikki er fullfíggjað.

Mentamálaráðið: Ovast í lista-hierarkinum er Mentamálaráðið, sum ikki bert er ovasti myndugleiki hjá Listasavni Føroya, ið veitir savninum og mongum øðrum stovnum og einstaklingum pengajáttanir, men sum eisini tilnevnir nógv av teimum, ið sita í teimum ymsu nevndunum, ið stýra listini.

Ovast í Mentamálaráðnum er: Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum og Martin Næs, aðalstjóri í mentamáladeildini

Mentanarnevnd Løgtingsins: Limirnir í Mentanarnevnd Løgtingsins kunnu taka upp mál, sum tingið leggur fyri Mentanarnevndini. Nevndarlimirnir kunnu tó eisini sjálvir taka fyrsta stig til at taka mentanarlig mál til viðgerðar, um teir innkalla landstýriskvinnuna. Á henda hátt hava tey ávirkan á hvørji mál verða viðgjørd politisk.

Limir í Mentanarnevnd Løgtingsins: Magni Laksáfoss (formaður), Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann, Eyðgunn Samuelsen, Marjus Dam, Sjúrður Skaale, Kári á Rógvi.
Varalimir: Bjørn Kalsø, Heðin Zachariasen, Bjarni Djurholm, Andrias Petersen, Helgi Abrahamsen, Annita á Fríðriksmørk, Kári P. Højgaard.

Listasavn Føroya: Listasavn Føroya er tjóðarlistasavnið, sum árliga fær uml. 2,5 millioner frá landinum fyri at røkja tjóðsavnið og fyri at framsýna, granska, savna og formidla føroyska myndlist.

Leiðari fyri Listasavn Føroya er Helgi Fossádal
Í Stýrinum sita: Martin Næs, formaður (valdur av Mentamálaráðnum), Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen (vald av Føroyskum Myndlistafólkum), Jógvan Arge (valdur av Tórshavnar Býráð), Árni Winther (valdur av Listafelagi Føroya).
Varalimur eru: Kristianna Sjóvara (valdur av Mentamálaráðnum), Astri Luihn (vald av Føroyskum Myndlistafólkum), Maria Hammer Olsen (vald av Tórshavnar Býráð), Julianna Klett (vald av Listafelagi Føroya)

Pengarnir: Almennur peningur til listina verður slúsaður í ymsar grunnar og ráð, ið verða stýrd av eini røð av nevndum, sum handa pening og í summum førum eisini uppgávur til mentanarumhvørvið. Umframt tað almenna eru eisini privatir grunnar, sum stuðla listina. Hesir eru ikki nevndir her.

Mentanargrunnur Landsins: Mentanargrunnur Landsins veitir starvsløn og stuðul til m.o. listafólk og mentanarfyriskiparar. Í 2008 var samlaða upphæddin av stuðuli frá Mentanargrunninum 5.519.223 kr. Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin verður stjórnaður av fimm manna nevnd, sum landsstýrismaðurin í mentamálum setir. Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan. Nevndin verður sett fyri 4 ár í senn. Eingin kann sita meira enn tvey nevndarskeið. Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og næstformann.

Í nevndini sita: Jóanna Djurhuus (forkvinna), Ivan Niclasen (næstformáður), Steintór Rasmussen, Malan Marnersdóttir, Laura Joensen.
Eykalimir: Andrea Heindriksdóttir (fyri forkvinnuna), Palle Julsgart (fyri næstformannin)
Sámal M. Kristiansen, Súsan í Jákupsstovu, Judith Johannesen.

Mentamálaráðið: Umframt stuðulsveitingar frá Mentanargrunni Landsins verða á fíggjarlógini settir pengar av til mentan og list, ið Mentamálaráðið umsitur. Til viðgerð av umsóknum um stuðul av teimum játtanum, ið Mentamálaráðið umsitur, verður sett ad hoc-nevnd við umboðum úr Mentamáladeildini, harímillum fulltrúan við ábyrgd av stuðulsmálsøkinum. Játtanirnar eru: Mentanarlig tiltøk, barna- og ungdómsarbeiði, næmingastudningur til myndlistafólk.

Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins: Nevndin verður sett at gera tilmæli um Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins. LISA tilnevnir tríggjar nevndarlimir og Mentamálaráðið tilnevnir formann og næstformann.

Í virðislønarnevndini sita: Oddfríður Marni Rasmussen, Páll Danielsen, Astri Luihn, Martin Næs, Alda Joensen.

M.A. Jacobsen virðisløn: Virðisløn, ið Tórshavnar Býráð letur á hvørjum ári. Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens hevur verið síðani 1958 og verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk og fyri annað mentanaravrik..

Í virðislønarnevndin sita: Rigmor Dam, Erling Isholm, Jákup Jacobsen, Gunnar Hoydal (Rithøvundafelagið), Turið Sigurðardóttir (Fróðskaparsetur Føroya).

Kulturkontakt Nord: Kulturkontakt Nord hevur tvær stuðulsskráir fyri listafólk og mentanarfyriskiparar. Í lista- og mentanarskránni eru árliga 17,7 milliónir krónur til taks og í flytførisskránni (mobilitetsprogram) eru 11 milliónir krónur.

Fyri Føroyar situr Jenny Petersen fyri lista- og og mentanarskránna og Andras Mortensen fyri flytførisskránna

Nordisk Kulturfond: Grunnurin skal vera til frama fyri mentanarsamstarvi millum norðurlendsku londini, Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki og sjálvstýrandi økini Føroyar, Grønland og Áland. Hetta er galdandi fyri mentanarligt samstarv bæði í og uttanfyri norðanlond. Grunnurin fæst við eitt breitt lista- og mentanarøki og fevnir um bæði um leik og lærd og handar um árið umleið 30 mio. krónur. Í nevndini situr ein limur úr Føroyum, annað hvørt ár er tað ein politikari og annað hvørt ár ein embætismaður.

Fyri Føroyar situr: Martin Næs

Norðurlendskar mentanarheiðurslønir: Umframt stuðulsmøguleikarnar gjøgnum Nordisk Kulturfond og Kulturkontakt Nord verða nakrar norðurlendskar heiðurslønir handaðar.
Norðurlendska bókmentaheiðurslønin: Nevndin, ið innstillar føroysk verk hevur hesi umboð: Bergur D. Hansen (formaður), Ann Ellefsen og Kinna Poulsen.
Norðurlendska tónleikaheiðurslønin: Annaðhvørt ár verður eitt verk tilmælt og annaðhvørt ár eitt tónaskald. Mentamálaráðið heitir á avvarandi felag um at taka sær av at gera tilmæli.

Dansk-Færøsk Kulturfond: Dansk-Færøsk Kulturfond varð stovnaður í 1951 eftir avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri. Endamál grunsins er at fremja andborna sambandið millum Føroyar og restina av danska ríkinum. Hetta er mentanarformidling í breiðastu merking millum Føroyar og Danmark, eins og mentanarformidling millum Føroyar og Grønland eisini kemur inn undir endamál grunsins. Stuðul verður givin til sjónleik, film, tónleik og list, bókaútgávu og summar námsferir. Grunnurin verður fyrisitin av eini nevnd við fimm limum; eitt umboð er fyri ávikavíst forsætisráðið, mentamálaráðið og ríkisumboðið í Føroyum, umframt tvey umboð, sum landsstýrið velur

Fyri landsstýrið sita: Savnsstjóri Jógvan Ravnsfjall og Cand.phil. Malan Johannesen.

Grunnur Torvald Poulsen á Steinum: Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er sambært grein tvey í viðtøkunum at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Ein trímannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelag og formanninum í Lista Fólka Sambandi Føroya, LISA stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður. Gávugóðsið er 60.000 krónur.

Í nevndini sita: Jóan Pauli Joensen (rektari), Magnus Tausen (formaður í Føroya Lærarafelag), Oddfríður M. Rasmussen (formaður í LISA).

Listabólkurin í Tórshavnar Kommunu: Hálvtannað prosent av fíggingini til almenna bygging í Tórshavnar kommunu verður nýtt til listarliga prýðing. Hesin bólkur ger av hvør fær hesar uppgávurnar.

Í listabólkinum sita: Jákup Simonsen, Mikael Viderø, Helgi Fossádal, Jógvan Elias Winther Poulsen.

Fjølrit: Fjølrit veitur stuðul til útgávur. Grunnurin fær árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini og rætt til at søkja hava tey, sum hava upphavsrætt til síni verk.

I nevndini sita: Sigmund Poulsen (formaður), Edvard Nyholm Debes, Zacharias Wang.

Listafólkafelagsskapir: Føroysk myndlistafólk eru býtt sundur í tveir bólkar, Føroysk Myndlistafólk og Myndlistasambandið, sum er betri kendur sum Heystframsýningarbólkurin. Limaskapur í einum listafólkafelagsskapi gevur ikki beinleiðis vald, men møguleika fyri at vera upptikin í valdmiklar nevndir, eins og felagsskapirnir veita limum tess høvi til samanhald viðvíkjandi ymsum áhugamálum

Limir í Føroyskum Myndlistafólkum: Ingi Joensen (formaður), Aase Bømler Olsen, Amariel Norðoy, Anker Eli Petersen, Annika á Lofti, Arnold Vegghamar, Astri Luihn, Astrid Andreassen, Bárður Dal Christiansen, Bárður Oskarsson, Beinta av Reyni, Dennis Agerblad, Edward Fuglø, Eli Smith, Elisabeth Pike, Eyðun av Reyni, Frits Johannesen, Guðrið Poulsen, Gunleif Grube, Hans Pauli Olsen, Heðin Kambsdal, Helgi Joensen, Jógvan Biskopstø, Jóhan Martin Christiansen, Jóna Rasmussen, Kári Svensson, Marianna Bjørgheim, Marita Nattestad, Oggi Lamhauge, Ole Wich, Philippe Carré, Rannvá Holm Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Súsan í Jákupsstovu, Tita Vinther, Unn Joensen, Vígdis Petersen, Øssur Mohr.

Limir í Myndlistasambandinum: Hansina Iversen (forkvinna), Anker Mortensen (næstformaður), Rannvá kunoy, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Hjördis Haack, Tummas Jákup Thomsen, Olivur Við Neyst, Andrias Andreasen, Bjarne Werner Sørensen, Brandur Patursson, Aggi Asgerð Asgeirsdóttir.

LISA: Bæði Føroysk Myndlistafólk og Myndlistasambandið eru samskipað í paraplyfelagsskapin LISA. LISA (Listafólkasamband Føroya) er meginfelag hjá listafólkafeløgnunum í landinum. Listafólkasambandið varð stovnað í 1982 til tess at styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi, at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna, at umboða limirnar í almennum málum, sum hava felags áhuga og at umboða føroysk listafólk í norðurlendskum og altjóða høpi.

Í nevndini fyri LISA sita: Oddfríður M. Rasmussen, formaður - varalimur Carl Jóhan Jensen, Jenny C. Petersen, næstformaður - varalimur Kristian Blak, Ólavur Jakobsen varalimur Guðrið Poulsen.

(IS)