Wednesday, February 29, 2012

Gamalt og gott hjá Per Kirkeby



Underjordiske tårer
Den gamle lærers beretninger ved lampens skær
De kolde rum
Kolde fødder
eller om Kunsten og døden

Der er et citat fra Barnett Newman:
"Maybe only modern painting made multiple figure painting
succesful. That´s why Ucello is so modern. In Matisse´s
Dance or Picasso´s Demoiselles d´Avignon or in Ucello´s
Battle, flatness asserts a processional idea... Picasso, Matisse
catch the problem: flatness forces them to face the multiple
figure situation and to solve it... The flatness of flat is some-
thing we solved"
Der er alt hvad jeg har rodet med de sidste par år. Jeg har
fundet det – ordene er sendt på et fremmed sprog. Men fra en
gammel lærer, en kollega, en ven i ånden, en gammel natur-
historiker en elsker af Kropotkin.
Striden med
Figurerne
Rummet
Det har givet de dybe rum – mod min vilje – og de lange figur-
friser, de laterale bevægelser – figurernes bestridelse af
perspektivet. Selv om de selv kommer ud fra det – men det når
frem til det yderste lag og bevæger sig lateralt. I procession.
Sammen med Jerichaus. Og mit dybe rum strider med Weies
fortvivlelse.
Den ophængte hare
den blåmalede tallerken
den halvskrællede citron.

A processional idea.
Forestillingen om en procession. En skriden.
Gavlene og metoperne. Klassicismen. Relieffet er der hvor
Thorvaldsen er stærkest. Og stivheden i Davids billeder er en
dyd. Delacroix´s figurer bliver aldrig rigtige figurer men
bevægende rummarkeringer.
The flatness of flat.
Det flade er udlægning. Dissektion. Tegningerne i ligkælderen
er vigtige selv om de kun er en skjult viden om den virkelige
udlægning. Den levende symmetri. Adskillelsen. Lemmerne
mellem sorte tåger = stofligheden. Den perfekte demonstration
er det nederlandske stilleben. Ak, hvor sent har jeg forstået det.

Processionens flade udfoldelse er halvt så bevægende. Men hvor den
kæmper med det dybe rum. Og i halvlyset når jeg frem til
ruiner i skovhulen. Slet ikke endnu den vesterlandske antik. Og
i museerne søger jeg de mest ruinerede metoper. Hvor
figurerne gennem erosionens stoflighed er ved at trække sig
tilbage i rummet.

Det perspektiviske rum – Tiefe.
"Im Nebel gleichen Kreis
Seh ich gezogen,
Zwar ist der Bogen weiss,
Doch himmelsbogen."
                      (Goethe – Westöstlicher Divan)
Tåge er lys, mørke er lys, hulen er lys:
lyset vinder over formen (se den forrige bog Naturstudiet).
"Vi ser at mange malere der er uvidende om proportions-
kunsten, ikke desto mindre med lidt øvelse i at anbringe deres
lys på en antagelig måde har haft et godt teknisk omdømme"
sagde Lomazzo.
Men det perspektiviske rum, den klumpagtige tåge og Tiefe,
stræber altid mod processionens fladhed, mod klassicisme.
Tiefe er gotik-romantik, og som perspektivisk rum er det
evindelig stræben, stræben mod klassicisme – ikke for at blive
klassicistisk, men for derigennem at erobre et nyt Rum.
Altså den hvide skikkelse i tågerummet.

Tekstur: Per Kirkeby: Isolation af delene, 1980, s.63
Mynd: Per Kirkeby: Viel Später, 1992 

Tuesday, February 28, 2012

Sissal og Tóroddur á Norðurbryggjuni



Mikukvøldið 29.februar verður yrkingaupplestur í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tiltakið er partur av eini røð av norðuratlantiskum bókmentakvøldum. Mikukvøldið fara tveir sera ymiskir, men dygdargóðir føroyskir yrkjarar at lesa upp, tað eru tann royndi Tóroddur Poulsen og Sissal Kampmann, sum debuteraði í fjør. Eisini fer grønlendski høvundurin Ole Korneliussen at lesa upp mikukvøldið. Tey trý hava til felags, at tey øll búgva í Danmark. Seinni verða eisini Sjón og Einar Kárason at hoyra á Norðurbryggjuni. Skráin er her: 



Monday, February 27, 2012

Várvónir


Fyrsta mars skulu nýggj lógaruppskot vera tinginum í hondum, og sjálvt um vónin ikki longur er heilt ljósagrøn, livir vónin enn.


Vit hava av sonnum tørv á nýggjum lógum á lista- og mentanarøkinum. Okkum tørvar til dømis eina tíðarhóskandi savnslóg og so tørvar okkum í hættisligan mun nýggja lóggávu á listastuðulsøkinum. Kanska verður tað í ár.

Nú eru tað sjálvandi ikki útsagnirnar hjá Gerhardi Lognberg herfyri, sum fáa meg at hóma ein glotta fyri framman. Eisini sjálvt um tær fingu fólk til at kjakast mentanarpolitik sum eg veit ikki hvat. Í grundini er tað heldur ikki keðiliga reaktiónin hjá Javnaðarflokkinum uppá hesar útsagnir, sum ikki vitnaðu um nógv størri mentanarpolitiskt innlit og visiónir enn tað, at man í øllum førum ikki meinar tað sama sum Gerhard.

Nei, orsøkin til at vónin livir, hevur nógv meira við fisk at gera og teirri sannroynd, at tað sær út til, at andstøðan stendur saman um at tryggja fólksins ogn, lurta eftir serfrøðingum og sum heild tykist andstøðan alt meira bardagafús.

Fiskur og list eru so mangan samanborin, men ongantíð av mær, ei heldur í dag. Eg haldi bara, at kunnu tey standa saman um fiskin, kunnu tey helst eisini standa saman um listina. Um tey gera tað, eru møguleikarnir mangir. Ein savnslóg er einki fyri at fáa í lag eftir at vit hava fingið limaskap í UNESCO, sum hevur fínar skipanir, og ein rímilig stuðulskipan skuldi somuleiðis verið fyri hond.

Seinastu árini hevur talan verið um at savna saman kassarnir, sum eru til listina í einum stórum kassa undir Mentanargrunni Landsins, og tað sær nú út til at blíva til nakað. Hetta haldi eg vera ómetaliga gott, tí so kunnu vit byrja av nýggjum og luta sundur á nýggjan hátt, tí neyðugt er at luta sundur.

Tað er sjálvandi umráðandi, at kassin ikki verður syndraður í atomir, so at tað gerst óyvirskoðiligt. Men tørvurin er ógvuliga ymisháttaður og tað er spill av peningi og orku, tá tørvurin verður skeivt nøktaður.

Etableraðu listafólkini hava tørv á peningi. Tey skulu kunna yvirliva fyri at skapa list, so at vit ikki gerast ein mentanarleys tjóð uttan skuggan av stoltleika. Starvslønir skulu avtakast og í staðin skal ein føst lønarskipan gerast fyri okkara bestu listafólk. Eg haldi, at upphæddin skal svara til arbeiðsloysisstuðulin, sum er umleið 18.750 kr. um mánaðin, upphæddin skal inntøkujavnast soleiðis, at listafólkini hava vissu fyri eini inntøku á 225 000 kr um árið, men bert fáa stuðul upp til hesa upphæddina. Stuðulin skal vera permanentur og uttan ásett krøv um framleiðslu. Tað skulu vera fakfólk, sum býta út hesar permanentu veitingar og tað skulu fyriliggja almennar grundgevingar fyri avgerðirnar hjá serfrøðinganevndini

Ein annar tørvur er hjá teimum mongu, sum fáast við list og mentan við síðuna av øðrum arbeiði. Hesi skulu kunnu skapa lív, gleði og inspiratión fyri okkum øll og tey skulu hava stuðul til at gera framsýningar, geva út bøkur, skipa fyri konsertum, leikum osfr. Tey skulu eisini kunnu søkja um fíggjarligan stuðul til at taka lut í skeiðum, til námsferðir osfr. Eg haldi tað skal vera ein kassi, sum verður stýrdur av eini nevnd við ymiskum umboðum fyri mentanarlívið (à la nevndin í Mentanargrunni Landsins), har øll kunnu søkja upphæddir millum 5000 og 25000 krónur til ymisk tiltøk ella persónliga menning.

Ein triði tørvur er tann hjá lista- og mentanarmiðlarunum. Tílíkum sum mær sjálvari. Vit skulu kunna søkja pening til ávísar verkætlanir. Eg haldi, at ein tílíkur kassi kundi verið knýttur at Granskingarráðnum og her kunnu tað somuleiðis vera fakfólk, sum meta um týdningin av teimum ymisku verkætlanunum og um dygdina, hvussu long tíð skal setast av til verkætlanina, hvørt umsøkjarin er førur fyri at greiða arbeiðið úr hondum, um tørvur er á fakligari ráðgeving, um verkætlanin er vísindaliga forsvarlig osfr. Upphæddin skal vera tann sama, sum yrkislistafólkini fáa, men talið av mánaðum skal ásetast frá verkætlan til verkætlan við kravi um ítøkilig úrslit.

Ein fjórði tørvur er at finna hjá stovnunum og hjá teimum, ið ynskja at blíva ein stovnur. Eg haldi, at kassin undir Mentanargrunni Landsins, sum eitur Íverksetarastuðul eigur at verða niðurlagdur og at vit í staðin skulu gera ein sáttmálakassa, sum stovnar ella stovnar in spe kunnu søkja. Tað kundi t.d. verið, at Tjóðpallur Føroya fekk hug at gera meira burtur úr barnamentan, so kundu tey søkt stuðul til, at ein leikari kundi arbeitt við hesum. Ella tað kundi eisini verið, at nøkur listafólk høvdu hug at stovna ein listaskúla, so kundu tey gjørt eina verkætlan og fingið fíggjaða eina royndartíð uppá t.d. trý ár. Orsøkin til, at eg kalli tað ein sáttmálakassa, er tí eg haldi, at tey, sum søkja hesa veitingina skulu skriva ein sáttmála við landið. Hesar verkætlanirnar skulu allar vera alment gagnligar, tær skulu evaluerast aftaná og brúkast mentanarpolitiskt. Nú hevur í so nógv harrans ár verið talað um ein listaskúla, men ein verkætlanarkassi av hesum slagnum kundi givið fakfólkum møguleika fyri at royna okkurt hugskot og fyri at finna út av hvat riggar best. Síðan kundi man mett um hvørt verkætlanin er nóg gott grundarlagið hjá einum stovni. Ein tílíkur sáttmálakassi kundi eisini verið brúktur til pilotverkætlanir innan fyri film ella onnur listasløg, sum enn ikki hava funnið teirra bein at standa á í stuðulskipanini - men her koma vit inn á ein annan part av míni masterplan, sum tit fáa ein annan dag.

(IS)

Sunday, February 26, 2012

Saila Susiluoto


KÖREN OCH ESC.:

O vilken hingst
kommer väl där
O vilken hingst, o vilken hingst
(jesus, han har alla koder med)
slår väl sönder din vers
(den kommer bli mördad)
o vilken hingst
bryter sönder din mening.

ESC.! ESC.!ESC!


Saila Susiluoto (f.1971) er finskur yrkjari, sum er innstillað til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina 2012 fyri yrkingarsavnið CARMEN, ið kom út í 2010. Henrika Ringbom týddi til svenskt.

John framsýning í Smiðjuni


Hetta vikuskifti hevur John av Reyni framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Her eru myndir frá framsýningini, sum Jógvan á Dul hevur tikið. John hevur áður sýnt fram í Smiðjuni, umframt at hann hevur verið við á Ólavsøkuframsýningini, í Listaskálanum og hjá Lions Club. Við á framsýningini hevur John eini 30 málningar og 12 vatnlitsmyndir. Framsýningin sunnudagin frá kl. 14 – 18 og mánadagin frá kl. 14 – 19.




Saturday, February 25, 2012

Til Gerhard - director´s cut



Til Gerhard Lognberg, Borgarstjóra og Javnaðartingmann.

Nú borgarstjórin og Javnaðartingmaðurin, Gerhard Lognberg, á øðrum árið á rað valdi at úttala seg heldur keðiliga um "skapandi fjøldina" og harvið eisini undirritaða, kenni eg meg noyddan at fáa nøkur ting uppá pláss.

Helst blandar Gerhard sømdargávur, virðislønir og starvslønir. Tað vóru starvslønirnar til listafólk, ið blivu kunngjørdar fyrst í vikuni og sømdargávur og mentanarvirðislønir landsins fingu undirritaði og tveir av okkara fremstu listamonnum fyrr í ár.

Fyri tað fyrsta, so kennist tað løgið, at blíva lagdur undir at vera orsøkin til at fólk kring landið pínast og gráta, tí eg havi fingið heilar fýra mánaðarlønir frá landinum. Eg søkti um pengarnar fyri at fáa møguleikan at skapa tað, sum eg meti meg duga best, nakað listarliga gevandi, ið vónandi gagnar samfelagnum. Og ikki fyri at skapa neyð og elendigheit. Trúgv mær, eg meinti bara gott við tí. 

Fyri tað næsta, so kennist tað løgið at vera lagdur undir at fáa pengar, fyri at sita heima og gera einki. Tað er nú ikki soleiðis starvslønarskipanin er meint at virka. Eg kann sjálvandi ikki tala fyri alla tað skapandi fjøldina, men fyri mítt viðkomandi, so haldi eg ikki at eg havi sitið og fingið pengar fyri einki.

Starvslønirnar, ið eg fekk í fjør og fyrraárið, hava givið mær fíggjarlig kor til at arbeiða við leikritum, skapa smærri verk, gera undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið og enntá fara uttanlands at vinna Skopun onkra altjóða virðisløn. Vónin er eisini at fáa eina minni filmsverkætlan í gongd á Sandoynni í summar. Men tann hugurin hevur líkasum fingið ein lítlan smekk, nú øll list brádliga skal eitast at vera av tí ónda.

Mentanarvirðisløn landsins, heiðursgávu til ungt listafólk, var ikki nakað, eg bað um, men ein upphædd, sum eg varð kosin at fáa. Tað eri eg hjartaliga glaður fyri og vil nýta høvið enn einaferð at takka Mentamálaráðnum fyri heiðursgávuna.

Tað er margháttligt at kenna seg noyddan at fara út í miðlarnar at reinsa tað av sær, at man hevur sitið og fingið pengar fyri at einki gera. Men tá tað verður sagt av sjálvum tingsins røðarapalli, má svarast aftur. Ikki var tað meint at starvslønin skuldi følast sum silvurpengarnir hjá Judasi. Og fyri at siga tað heilt erligt, so kennist tað heldur ikki soleiðis.

Eg eri ómetaliga glaður fyri virðislønina og tær fýra mánaðarlønirnar, ið vóru mær untar. Eg fegnist yvir tað, ið eg havi skapt fyri starvslønina og virðislønina, og vónandi kunna onnur eisini fegnast um hetta sama.

Tað skal sigast, at avrikini eru verk, ið ikki høvdu verði møgulig at arbeitt við, við síðuna av einum føstum starvi. Arbeiðsnáðir skulu til og eg havi ikki fíggjarliga bakgrund til at halda ólønta feriu, at skapa hesi verkini. 

Hví Gerhard Lognberg hevur slíkan ampa av akkurát stuðlinum til listafólk, skilji eg ikki heilt. Tað eru so nógvar stuðulskipanir í Føroyum og játtanin til Mentanargrunn Landsins, er lutfalsliga lítil. Hóast breyðið og ferðaseðilin um fjørðin kostar tað sama hjá okkum øllum

Gerhard átti heldur at hugsað um alt tað góða, ið listin ger fyri samfelagið, bæði fyri tjóðina, men sanniliga eisini á einum lokalum støði.

Sjálvur eri eg útbúgvin innan filmshandverkið í Kabelvåg, sum er ein lítil bygd í Noregi, ikki nógv størri enn Skopun. Men at Kabelvåg hevur tikið listina til sín, hevur gjørt lítlu útróðrarbygdina til eitt tað fagrasta mentanarumhvørvið í Noreg. Bygdin hevur bæði listaskúla og filmskúla, samstundis sum hon dregur nógv fólki til sín. Tað er eingin loyna, at eitt ríkt mentanarlív er gott fyri umhvørvið á staðnum. Tað gevur ungdóminum gott í beinið og ríkar gerandisdagin hjá íbúgvunum. 

Nei, listin er ikki av tí ónda. Men Gerhard skal hava loyvi at hava sína meining um tey, ið skapa hana. Men tað kennist sera sárandi og niðrandi, bæði fyri meg og mína familju, at fáa so keðilig orð um ein sjálvan, borin fram fyri allari tjóðini av tingsins røðarapalli. 

Eg fari hvørki at biðja Gerhard, ella Javnaðarflokkin koma við eini umbering. Eg skal heldur ikki biðja hann grundgeva fyri, hví júst mítt verk og yrki skal niðurgerðast og kallast at "..søpla almennan pening burtur!" og "misbrúk av almennum pengum". Men tað hevði verið uppá sítt pláss, um Gerhard brúkti ein minni háðandi, og meir virðiligan tóna um sínar borgarar. Serliga tá hann talar frá landsins hægstu tign.

At arbeiða við list er ikki eitt fíggjarliga gevandi arbeiðið. At summi unna mær so illa tær krónurnar, ið eg fái, er harmiligt. Men tað er so tann luturin, ið eg nú einaferð havi valt, og hann vil eg halda fast við í viðgangi og mótgangi.

At enda, vil eg ynskja teimum, ið nú hava fingið starvsløn, hjartaliga til lukku. Tað er tykkum væl unt.


Við vón um at mítt arbeiði gevur nakað til Føroyar og ikki minst til Sandoynna.

Blíðar heilsur 

Sakaris Stórá. 
Filmslistamaður, Skopun

Friday, February 24, 2012

Jonas Hvid Søndergaard vitjar


Í gjár kom danski listamaðurin Jonas Hvid Søndergaard til Føroya í sambandi við eina verkætlan í Steinprenti. Tað er ov tíðliga enn at koma nærri inn á hesa stóru verkætlan, men hon verður spennandi, kunnu vit siga og vit fara at greiða meira frá henni seinni. Fyribils kunnu vit vísa á nøkur verk hjá hesum listamanni, sum hevur arbeitt í Steinprenti fleiri ferð. Hansara myndir eru ofta bjartlittar, teknirøðkendar við nógvum og yðjandi myndaliðum, har hann tvinnar geometriskar ella arkitektoniskar formar saman við organiskari náttúru ella meira ekspressivum úttrykki. Jonas Hvid Søndergaard hevur júst vunnið stóra prýðisuppgávu á Nørrebro í Keypmannahavn við einum einføldum, men rættiliga markantum, violettum øvugtum kirkjuformi. Hetta skapið er íblást av skapinum av Grundtvigkirkjuni, og verður málað á framsíðurnar á einum háhúsum á krossinum millum Tagensvej og Jagtvej. Her er leinkja til grein um verkið:
http://ibyen.dk/gadeplan/ECE1545296/noerrebro-faar-omvendt-kirke-til-en-halv-million/






Bárður Jákupsson skoðar steinprent hjá Jonas á gløgglistaløtu í 2010

Thursday, February 23, 2012

Ongul í reyv á tveimum málum


Yrkingasavnið Ongul í Reyv hjá Sívar á Seiðabergi verður nú givið út á
føroyskum og donskum, og er tøkt á alnetinum at lesa ella taka niður á
telduna púra ókeypis.

Tíðindaskriv

Ongul í reyv er ikki um nakað nýtt savn, tí tað var skrivað í 1994-95
og umsett til danskt um somu tíð. Tað kom tó ongantíð út, tí útgevari
ikki fekst til útgávuna. Yrkjarin greiður soleiðis frá:

- Heitið á mínum yrkingasavni frá 1994-95 var Ongul í reyv, og júst
hetta lýsir væl, hvussu tað gekst við at fáa tað útgivið. Hóast eg
sendi savnið til eitt ótal av føroyskum og donskum forløgum, so var
úrslitið, at eg sat eftir ongul í reyv. Eg hevði hvørki orku ella
fígging til sjálvur at geva tað út. So tað endaði í einari skuffu ella
faktiskt á einari diskettu.

Men nú er savnið tøkt á á Scribd.com bæði í føroysku og donsku
útgávuni. Ætlanin í 1995 var, at geva savnið út á báðum málum í somu
bók, ið man kundi lesa frá báðum síðum, alt eftir hvat mál, man vildi
lesa bókina á. Men nú savnið er givið út á alnetinum, er tað í tveimum
serstøkur e-bókum.

Handan navnið Sívar á Seiðabergi goymir Niels Uni Dam seg. Niels Uni
hevur undir nøvnunum Sívar á Seiðabergi og Hákun Spott givið
yrkingasøvnini Nudlar (1994) og Rótleys Tøgn (2002) út. Umframt at
hava staðið fyri stórum parti av tekstunum hjá MC-Hár. Niels Uni Dam
er útbúgvin innan samskifti og heimspeki, við Roskilde
Universitetscenter, og hevur seinastu tíðina m.a. verið virkin við
blogginum nudlar.net.

Í 2007 vóru yrkingarnar úr føroyska partinum av Ongul í reyv lagdar á
myspacesíðuna hjá Niels Una.  Men nú er tað tøkt í einari uppsettari
ebók, ikki bara sum ein røð av tekstpettum.

Savnið liggur tøkt her:

http://www.nudlar.net/?page_id=44

og á http://www.scribd.com/nielsuni

Wednesday, February 22, 2012

Poststarvslønarligt rokilsi...


Vit eru eftirhondini rættiliga von við, at okkurt rok kyknar í kjalarvørrinum á teimum árligu starvslønunum, hesum ússaligu smákrónum, sum landið letur list og mentan á hvørjum ári, teimum, sum eru so fratetandi ør at hava valt sær tann ótryggasta vinnuvegin av øllum. Og aftur í ár hevur nevndin í rættiliga stóran og gávumildan mun valt eisini at lata øðrum enn teimum, sum hava valt ótryggasta vinnuvegin av øllum, burturav hesi frammanundan avmarkaðu peninganøgd. Tað vil siga amatørar og fólk, sum virka í ymsum størvum við løn og pensión og øðrum marglæti sum tey, yrkislistafólkini, ið hava valt ótryggasta vinnuvegin av øllum, ongantíð njóta fløvan av. Lat tað vera sagt, at undirritaða lærarinna í føstum starvi hevur søkt og fingið stuðul onkuntíð og sjálvt um kenslan av at troyta sama lítla grunn sum listafólkini er løgin, so eru møguleikarnir avmarkaðir, um tú vilt hava tíð og ráð at skriva eina listabók. Okkara stuðulsskipan tykist í so máta óruddilig, tí alt er í einari pulju, og hetta er serliga ørkymlandi nú tað frættist, at fleiri av okkara bestu yrkislistafólkum verða noydd út í onnur størv, tí tey ikki fingu starvsløn.

Poststarvslønarligt rokilsi er annars við at vera fastur fúsur, tá starvslønirnar eru almannakunngjørdar. Í fjør var tað Dimma, sum við sensatiónsforsíðum "avdúkaði" hvussu listafólkini dusa sær fyri almennan pening og í ár var tað óndi Gerard - tað er forrestin ikki fyrstu ferð, at hann forargast inn á skilið. Mong við mær munu fáa spontanan hug at geispa, tá Gerhard Lognberg opinberar síni larmandi mørk. Men fleiri av listafólkunum eru sjálvsagt hørm um at verða álopin á henda hátt. Á Facebook tekur ein av okkara dugnaligastu ungu listakvinnum, Silja Strøm, samanum kensluna: "Eg verði so kedd, tá eg hoyri fólk tosa soleiðis um okkum listafólk. Og eg bleiv heilt illa við tá eg las hetta: "Irdi Mittelstein: Tað skal eingin króna frá mær til nakað listafólk, tey kunnu sjálvi vinna sær pening, akkurát sum vit øll onnur!!!! Um tey ikki kunnu liva av sínari list, so eru tey simpelthen ikki góð nokk!!!!!" Eg lesi bæði tað sum Gerhard og Irdi skriva sum persónligan ágang. Eg livi hond í munn, arbeiði 30 tímar um vikuna fyri at gjalda húsaleigu, rokningar, mat, leigi eitt atelier, og keypi alt annað sum skal til at skapa list, og at fari oman í atlierið hvønn dag til langt út á náttina aftan á arbeiðsdagurin er liðugur, fyri at skapa list, og verða verkini víst og seld í føroyskum gallaríum, verða minst 40% tikið av í kommissión. Tá eg lesi tílíkt, havi eg ongan hug at vísa mína list fram í Føroyum. Um Føroya fólk heldur vil oman í SMS at keypa buksir sum fara í Bláa Kross næsta heyst fyri sínar skattakrónur, skulu tey sleppa tað. So verður mín list verandi í Skotlandi. Faktum er, um ikki møguleiki var fyri hesum starvslønunum, høvdu øll listafólk sum ikki eru frá vælhavandi familjum givið upp. Hetta lívið er forbankað strævið. Tað er øgiliga hart bara at tjena nokk at skapa listina. Og Irdi, onki listafólk í Føroyum ella uttanlands hevur nakrantíð livað av list um ikki onkur gjørdi íløgu í teimum. ONKI. List er ein vinna sum alt annað. Og ongin vinna yvirlivir uttan íløgur...". 

Øll listaáhugað munu vita hvør Silja Strøm er. Her er eitt ummæli av einari av hennara framsýningum http://listinblog.blogspot.com/2011/08/fremmandgjrdir-fablar-i-fokus.html

Vit hava júst hoyrt um væleydnað PR-átak fyri at fáa ferðafólk higar. Visitfaroeisland hevur skipað fyri at gera eitt blað, sum varð lagt inn í sunnudagspolitiken herfyri. Úrslitið av hesum átaki er ítøkiligt, tí tað hevur fingið eina rúgvu av fólkum at bíleggja sær ferð til Føroya og tað fer at síggjast aftur í føroyska búskapinum. Tað er áhugavert at síggja hvussu stóran leiklut listin hevur í hesi presentatiónini av Føroyum og tað vísir seg eisini, at sonevnda mentanarturisman vindur uppá seg í heilum. Sjálvandi er tað óneyðugt at argumentera fyri listastuðli, tey flestu munu skilja tað skilagóða í tílíkum íløgum og tað skulu tit vita, góða Silja og øll tit ung sum eldri føroysk listafólk í útlondum, at vit gleða okkum, tá tit venda heim at vísa okkum tykkara góðu list.

Tað einasta áhugaverda í øllum rokilsinum er kanska hvussu leingi javnaðarflokkurin tímir at hava ein so lammiterandi miðflokkamann í javnaðarlíki. Tað man vera strævið hjá flokkinum. Men tað tykist sum heldur ikki henda útsøgnin fær politiska avleiðing fyri Lognberg. Javnaðarflokkurin er komin við einum svari, sum tíverri avdúkar eina ófullfíggjaða fatan av føroyska mentanarstuðlinum. Sømdargáva er als ikki tað sama sum starvsløn og veit man ikki tað, kann meira lesast um tað her:  http://www.logir.fo/foldb/kunfo/2008/0000090.htm

Javnaðarflokkurin skrivar: “Orðini hjá Gerhardi Lognberg um sømdargávur til listafólk eru als ikki umboðandi fyri mentanarpolitikk Javnaðarfloksins. Útsøgnin stendur tí fyri hansara egnu rokning. Fyri Javnaðarflokkin eru list og mentan millum týdningarmestu tættirnir í einum livandi samfelag. Listarligt og mentanarligt virksemi og upplivingar víðka um sjónarringin, skapa tolsemi og opinleika millum menniskju og ríka okkum lívið. Tí skulu vit skapa góðar karmar fyri list og mentan í Føroyum. Javnaðarflokkurin vil nýta høvið at ynskja teimum 33 listafólkunum, sum hava fingið starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, hjartaliga tillukku og góða eydnu við arbeiðinum.”

Tá nú øll tann hugaheita starvslønarrokanin í fjøruni aftur hevur lagt seg og alt møsnið um listadefinitiónir er tagnað, er okkara vón, at Javnarflokkurin leitar sær serfrøðingaráð, og kemur aftur við einum sterkum, frílyntum og progressivum mentanaráliti, sum allur flokkurin stendur inni fyri. Tað er somuleiðis okkara vón, at listastuðulskipanin við hjálp frá serfrøðini verður grundleggjandi broytt, at skynað verður millum yrki og áhuga, mentan og list og at ruddað verður upp soleiðis, at vit fáa sum best burtur úr listapeninginum.

LISTAVERKFALLIÐ ER AV!


-Gott kempað Føroya Pedagogfelag til gagns fyri hesar báðar og okkum øll. Samhugaverkfallið hjá Listablogginum er av og vit fara sostatt í gongd aftur við at skriva um list. Tit eru somuleiðis vælkomin aftur at senda inn tíðindaskriv, viðmerkingar og myndir frá framsýningum og øðrum listarligum tiltøkum.

Tuesday, February 21, 2012

LISTAVERKFALLSVERK 4

 Dagsins listaverkfallsverk er ein Pieta-málningur, sum Torbjørn Olsen sýndi fram á Heystframsýningini í fjør. Vit ynskja Torbirni hjartaliga til lukku við 1 ára starvslønini. 

Monday, February 20, 2012

LISTAVERKFALL: KRAV 19

Svend-Allan nýtir okkara samhugaverkfall sum høvi at gera vart við sína ónøgd við vantandi føroyskan google-týðara. Vit hava nógvar lesarar uttanlands og halda eisini, at ein tílíkur google-translator hevði verið snildur. Kanska skuldi man ringt til Google og vitað, hvør veit um ikki tey eru eitt lítið sindur smidligari enn Fíggjarmálaráðið.



Sunday, February 19, 2012

LISTAVERKFALL: KRAV 18

VIRÐIÐ ÁHUGALIST OG YRKISLIST, 
MEN VIRÐIÐ EISINI MUNIN!

Saturday, February 18, 2012

Friday, February 17, 2012

LISTAVERKFALL: KRAV 17

                Kinna og Inger, Listin

Thursday, February 16, 2012

Listaverkfallsverk 2

Dagsins samhugalistaverkfallsverk: Tóroddur Poulsen

Wednesday, February 15, 2012

LISTAVERKFALL: KRAV 16

                                                 Gunnvá Zachariasen, sjónleikari

Tuesday, February 14, 2012

Listaverkfallsverk

Dagsins verkfallsverk hevur Tóroddur Poulsen málað

Sunday, February 12, 2012

Saturday, February 11, 2012

Friday, February 10, 2012

Thursday, February 9, 2012

Wednesday, February 8, 2012

Tuesday, February 7, 2012

Monday, February 6, 2012

Sunday, February 5, 2012

Saturday, February 4, 2012

LISTAVERKFALL: KRAV 6

Gunnbjørg Amondsen og Sissal Tókadóttir Dahl, praktikantar í Steinprenti

Friday, February 3, 2012