THE RADIANT CHILD Í hesum døgum verður ein nýggjur dokumentarfilmur um listamannin Jean-Michel Basquiat sýndur í nøkrum biografum í New York. Filmurin eitur The radiant child og er bygdur á eitt higartil ókent viðtal, sum Tamra Davis, ið ger film, men sum eisini var vinkona við Basquiat, gjørdi við listamannin stutt áðrenn hann doyði bert 27 ára gamal av einum yvirskamti av heroini. Jean-Michel Basquiat byrjaði sum graffittimálari, ella sum orðaskjáttan týðir orðið: veggjakrutlari, ið eftir at hann kom í samband við sentralar persónar innan listaumhvørvið í New York, gjørdist kendur listamaður m.a. av greinini um hann í altjóða listatíðarritinum Artforum, ið bar heitið The radiant child.
Fleiri av teimum ungu listafólkunum eru hugtikin av Basquiat, bæði av hansara lagnu og hansara myndum. Jean-Michel Basquiat er á so mangan hátt ímyndin av amerikanska dreyminum um tann fátæka, óskúlaða grafiffimálaran, sum reisir seg sum stjørna í listaheiminum áðrenn hann brádliga fellur aftur av rúsevnismisnýtsluni. Hansara ráa og samstundis coola, graffittikenda úttrykk rakaði beint í tíðarandan í fýrsunum, men var eisini ávirkað av aðrari list hjá eitt nú Picasso, Cy Twombly, Dubuffet og Rauschenberg. Hann samstarvaðist eisini við Andy Warhol, sum gjørdi felags verk saman við undurbarninum Basquiat. Nýggi dokumentarfilmurin um Jean-Michel Basquiat fer m.a. aftur á slóðina á viðtalinum, sum Paul Tschinkel og Marc Miller høvdu við unga listamannin í 1982, ið varð hildið at vera tað einasta filmaða viðtali við listamannin. Viðtalið er rættiliga kent og verður m.a. endurgivið í filminum hjá Julian Schnabel um Basquiat, har serligur dentur verður lagdur á tær pínligu løturnar, sum seriøsa samrøðan kanska heldur órættvíst er vorðin kend fyri. T.d. tá Miller endurgevur tað, sum ummælarar hava skrivað um Basquiat, at hansara verk eru merkt av eini primalari ekspressionismu. -"Like an ape? A primate?" spyr Basquiat og Miller stamar "Eg veit ikki" meðan Basquiat staðfestir "You said it, you said it.". Hesin parturin av orðaskiftinum tykist margháttligur í dag, men samrøðan er eyðvitað frá 1982, tá listin enn ikki var eins multietnisk og hon er í dag. Her á Listablogginum gleða vit okkum til at síggja nýggja dokumentarfilmin, tá hann kemur út á dvd og verður hann sýndur í biografinum her í Havn, ja so svíma vit av gleða.