Tað er Silja Strøm, ið eigur permumyndina á snøgga, nýggja stuttsøgusavninum hjá Hanusi Kamban og eg kann í grundini ikki koma í tankar um nakað annað føroyskt myndlistafólk, sum hevði hóskað eins væl inn í universið hjá Hanusi Kamban sum Silja Strøm. Myndirnar hjá dugnaligu ungu listakvinnuni eru merktar av júst sama dreymakenda, mytiska, ævintýrkenda og psykologiska dámi, sum søgurnar hjá Hanusi Kamban bera brá av.
Fremst í bókini stendur skrivað eitt motto, ið stavar úr Bíbliuni úr Paulusar fyrra brævi til Korintmanna 13,12: "Men tá skulu vit síggja andlit til andlits". Hesi orð Paulusar stava frá kenda bíbliutekstinum, sum verður nevndur hásongur kærleikans og sum ofta verður lisin upp í sambandi við vígslur, har tað m.a. verður staðfest, at kærleikin er størstur av øllum. Sambært hesum motto er tað altso kærleikin, sum ger okkum før fyri at skilja, ella at síggja andlit til andlits, sum tað stendur. Hetta at síggja andlit til andlits vísir seg at vera ein trupulleiki hjá fleiri av persónunum í savninum, t.d. hjá óhugnaligu gullgentuni, ið pínist av at síggja sína egnu ræðuligu spegilsmynd. Í savninum eru tilsamans tíggju stuttsøgur, sum eru ymiskar av longd og dygd, men sum hava til felags eina individuatión, eina menning, broyting, ella umskapan, sum persónarnir í søgunum ganga ígjøgnum. Hanusi Kamban líkt er gjøgnum alla bókina ein sannur undirstreymur av mentanarligum tilsipingum, sum í støðum tykjast meiningsfullar (t.d. Dylan Thomas sitatið um at eldast s.76), men sum av og á gerast ov nógvar.
Fyrsta stuttsøgan, Tann angandi býurin hevur eitt slag av science fiction søgugongd, ið gongur fyri seg í eini framtíð, sum kanska ikki er heilt langt burturi. Fólkini í lýsta samfelagnum ganga ómetaliga høgt uppí at anga væl og at vera rein og sostatt er samfelagið eisini býtt upp í øki fyri tey ymisku reinleika- og stættarstigini. Søgan verður søgd í 3.persóni, men við innara sjónarhornið hjá høvuðspersóninum Lopez, sum er jagstraður outsideari, ein plágaður Jesusfigurur við sári í síðuni, sum í byrjanini av søguni roynir at gera sjálvmorð. Tað vísir seg sum, at hann er ein av teimum, sum luktar illa, hann hevur eitt slag av stomiposa á síðuni, sum av og á tømist fyri sína stinkandi deymin, ið opinbart kemur úr brúnasárinum. Vit fylgja Lopez á leið hanara gjøgnum eitt asosialt samfelag til bjargingarkvinnuna, fitta og vakra verndareingilin Angelu, sum onkursvegna sýgur óhumskuna úr sárinum, so at tað verður reint. Málið hjá Hanusi er livandi og fjølbroytt við nógvum gjølligum lýsingum og onkrum løgnum orðingum, sum tó tykjast sera tilvitaðar. Henda fyrsta søgan er væl eydnað við greidligum parallelum til okkara reina nútíðarsamfelag, har øll hava hvítar, beinar tenn og har tað at lukta illa og tað vil væl at merkja siga tað sama sum at lukta av tí, vit natúrliga eiga at lukta av, er beinleiðis at sammeta við sosialt sjálvmorð. Hugburðurin í savninum tykist gjøgnumgangandi humanistiskur.
Riddarin Grøni er stutt, bara tríggjar síður til longdar og gongur fyri seg í eini tíð, tá nógv fólk doyggja av sótt og Riddarin Grøni ger sær dælt av hesum við at fáa ognina afturfyri at jarða tey deyðasjúku. Ein gomul genta, sum er svikin og blivin býtt blívur eisini sjúk og tí fer Riddarin eisini til hennara. Hon býður honum vælkomin sum tann leingi saknaði drongurin, ið sveik hana. Tá riddarin illa við ætlar at skunda sær at fáa fingramerkið frá gentuni til tess at vátta kraddaraavtaluna smokkar gólvið undir honum, so at hann endar gjøgnumgataður á nøkrum spískasteinum. Tað er ein rættiliga original og stuttlig, fleirtýðug snaring, sum savnar træðrirnar í hesi væleydnaðu søguni. Heimsins hægsta træ um eitt bartrog av einum borgarstjóra og Kuldi Kongur um ta gírigu drottningina eru á sama hátt væleydnað ævintýr við einum moralskt rættvísum úrskurði.
Saxifraga nivalis er eitt blomsturnavn. Søgan snýr seg um hin unga Edward, sum eg haldi er kanska í summarfrí hjá Maltusgubba. Søgan tykist grundað á barndómsminni og flættar saman ein realistiskan endurminnandi stíl við ævintýr- og dreymi. Ævintýrið hjá H.C.Andersen um Skuggan kemur til hugs og okkurt annað av fólkaævintýrunum um Lindormin, sum skal pískast osfr. áðrenn prinsurin kann gerast búgvin maður. Her er tað ein kelilundi og ein skuggi, sum báðir hvørva, tá Edward sleppur í song við Yvonnu. Tað snýr seg um individuatión. Alt er ikki líka lætt at skilja. Tað hevði kanska verið løgið annað í einum tílíkum stuttsøgusavni, sum blandar realismu við dreym, ævintýr og science fiction, men summastaðni er tað eins og ikki allir søgutræðrir verða festir, t.d. í søgunum Maðurin við lyklunum og Tann vreiða skriftin, sum eg av somu grund haldi standa veikast.
Speglingar eru sera umráðandi bæði í søguni um Edward, men eisini í Gullgentuni um kvinnuna, sum ikki tolir at síggja seg í speglinum og sum tessvegna gongur við svørtum sløri. Í byrjanini av søguni verða hús hennara lýst rættiliga gjølla. Frásagnarstílurin tykist eitt sindur gamaldags, breiður, seigligur, men væl gjøgnumførdur. Vit fáa alt at vita, sum høvuðspersónurin, Miss Evelyn ger og hvussu hon t.d. reagerar, tá hon hon sær seg sjálva í speglinum, men hvat hon hugsar, vita vit ikki. Søgan er spennandi og lesarin verður fleiri ferðir tikin á bóli í hesum óhugnaliga heimi, sum huglagsliga minnir um søgur hjá Edgar Allen Poe.
Kvinnulýsingarnar tykjast sum heild gamaldags, romantiskar sum í 1800 talinum, har tað ljóta og kynsliga verður goymt í kjallaranum og har kvinnur antin verða sæddar sum einglar ella erotiskir forloysarar (skøkjur). Nøvnini á persónum, býum, gøtum osfr. tykjast hava symbolskan týdning og tað kennist til tíðir eitt sindur strævið og pátikið. Í søguni Exit Farao gerst hetta lyndi til mentanarligt overkill beinleiðis margháttligt. Søgan er annars góð. Frásøgufólkið er tænarin hjá einum Jason Farao og liva teir í eini tíð, tá robottar hava yvirtikið valdið. Menniskju blíva øgiliga gomul, eini 150 ár, men sjúklast teirra seinastu 50 ár pleyguheimum, har robottar taka sær av teimum. Samfelagskritiska perspektivið til nútíðina er greitt og tí er søgan viðkomandi, rørandi og hugvekjandi. Statsautoriseraða sjálvmorðið hjá Farao er etiskt áhugavert, men við at drukna í fínmentanarligum fyribrigdum. Høvundurin er áhugaður í arkitekturi og dugir væl at lýsa bygningar, sum eru nýklassisistiskir, art nouveau osfr. Men í fleiri førum tykjast stílsøguligu eygleiðingarnar óneyðugar og uppáklistraðar og í onkrum føri gerst tað beinleiðis komiskt, sum tá tænarin, sum er medsitari til sjálvmorðið hjá Farao, hoyrir fyri sær Das Wohltemperierte Clavier, tá endin er nær.
(KP)