Tuesday, December 7, 2010

Hvat var gott og hvat var not

Nú byrja teir so smátt at koma, listarnir við yvirlitum yvir tað besta, týdningarmesta, áhugaverdasta osfr. av ymiskum hendingum innan 2010. Fyri at siga tað sum tað er, so elski eg tílíkar listar. Teir glíða eins lættliga niðurum og tær grønu trýkantaðu karamellurnar í Quality Street blikkinum og geva tær eina so herliga kenslu av yvirliti, av at hava stýr uppá hendingarnar í árinum, ið fór og tað skalt tú í grundini helst hava, í øllum førum um tú ert undir hundrað ára gomul og minnið riggar so dánt. Torben Weirup hevur longu framleitt ein tílíkan lista yvir ársins 10 bestu listaupplivingar í Danmark og seta vit hann inn sum link her. Her síggja vit m.a., at Bjørn Nørgaard við stóru framsýning síni í Statens Museum for Kunst er ovast plaseraði danski listamaðurin á listanum. Hann er nummar tvey, meðan Louisiana framsýningin við Anselm Kiefer er á fyrstaplássinum. Millum jól og nýggjár verður yvirlit yvir týdningarmestu føroysku listahendingarnar at lesa her á blogginum.

http://www.berlingske.dk/kultur/aarets-10-bedste-kunst-oplevelser