Ein væleydnað konsert
MenTón konsertin í Reinsarínum í gjárkvøldið staðfesti, at vit eiga nógvar hugagóðar og dugnaligar tónleikarar og sangarar, men at okkum veruliga vantar eina spælistaðsmentan umframt spælistað. Við stóru konsertini prógvaði MenTón felagsins tilverurætt, tí eitt av endamálum teirra er júst at fáa eitt spælistað. Í skrivi frá felagnum stendur m.a:
Vit í felagnum Mentón eru sera fegin um, at so stór undirtøka millum tónleikarar og áhugað er fyri felagnum. Vit vóna eisini, at fleiri fara at tekna seg sum lim, og at fleiri sjálvboðin vilja hjálpa til við tí, sum felagið arbeiðir við. Tekningarbløðini fara at liggja frammi undir konsertini. Endiliga kunnu tónleikarar og áhugað savnast í eitt felag - eitt felag, sum virkið arbeiðir við at bøta um viðurskiftini hjá tónleikinum um alt landið.
Nøkur av málunum eru:
- betri (professionellari) umstøður til konsertframførslur
- at fáa tónleikin út um alt landið, ikki bara høvuðsstaðnum
- at fáa sett í verk ein kunningarstovn fyri tónleikarar
Vit halda annars, at eitt gott tónleikastað skal hava:
- góðan akkustikk
- góð pallviðurskifti
- gott backstage høli
- góða ljóð- og ljósútgerð
- gott pláss til áhoyrarar
- rúmliga barr við køksfasilitetum
- billettsølu
- garderobu
- góð saniter viðurskifti
- hugnaligan stemning
Nøkur slík støð eru runt um í landinum. Men tað er pláss fyri fleiri, og tað manglar t.d. eitt í Havn. Hesum arbeiðir felagið eisini við
Hugnaligt og kalt
Reinsaríið er sera hugnaligur karmur kring eitt tílíkt tiltak, men har er ov kalt og tá eg sigi ov kalt hugsi eg um ísakaldasta innikulda av tí slagnum, tú gerst sjúk av. Kann hiti ikki vera lagdur inn í hølini? Kuldin nervaði serliga fyrstu tímarnar, tá eg hevði ilt við at sita still og miðsavna meg um tónleikin og tað var spell, tí tónleikurin var ómetaliga góður.
Íborin
Skrivarin í MenTón, Leivur Thomsen spældi saman við Kim Kristensen, Bjarka Meitil og Rógva á Rógvu, ið allir eru framúrskarandi tónleikarar. Teir spæla eitt slag av stemningsmettaðum ljóðmálningum í eini fusión av jazzi við íblandaðum strokum av ráari rockmegi. Tað er sagt áður, men eg má bara endurtaka, at Leivur Thomsen eftir øllum at døma er føddur við gittara í hond. Eg blívi bilsin hvørja ferð yvir hvussu organiskt og hvussu virtuost hann spælir og tað merkist, at hann hugnar sær í tónleikaliga selskapinum saman við Kim Kristensen, ið er ein veruligur kapasitetur hjá tónleikinum.
Perlur fyri svín?
Tað vóru rættiliga fáir áskoðarar teir fyrstu tímarnar og tað er m.a. hetta, eg sipi til við vantandi spælistaðsmentan. Vit hava enn eitt heldur primitivt lyndi til at fata rútmiska tónleikin sum hugnaliga bakgrundsteppið, ið fjálgar um ein festligan býartúr. Men tað tóktist heldur syndarligt í byrjanini av konsertini, at allur tann frálíki tónleikurin floymdi út yvir tómar stólar. Tað undraði meg eisini, at tónleikararnir sjálvir ikki í størri mun møttu upp at lurta eftir hvørjum øðrum, men teir sótu eyðsýniliga í hitanum í Perluni, har teir umframt hita høvdu stórskíggja við beinleiðis sending frá konsertini. Eg havi besta forstáilsi fyri, at tónleikarar skulu hava góðar umstøður, men tað kendist altso eitt sindur nøs at fara á ves skelvandi av kulda og merkja heita hugnan í backstageøkinum yviri í teirri láturliga miseydnaðu, men framúr fjálgu betongperluni.
Fjølbroytt konsert
Eg skal yvirhøvur ikki koma ov gott í gongd, tí vit komu sjálvar tjúgu minuttir ov seint og hoyrdu tessvegna ikki framførsluna hjá Terja Rasmussen, sum vit annars høvdu glett okkum til. Av tí, at so nógvir tónleikarar vóru við í konsertini, var tað sera skilligt, at tónleikararnir máttu yvirhalda tíðina. Orsakað av kuldanum vóru vit eisini fleiri ferð og hitaðu okkum inni á Hvonn og aðrastaðni. Vit hoyrdu tískil ikki alt, men vóru allíkavæl imponeraðar av hvussu fjølbroytt konsertin var; frá virtuosum fusiónsjazzrokki til ráa kvinnupower í bulgarskum kórtónleiki til kenslubornan singersongwriter og vágasound osfr. Inniliga framførslan hjá Guðrið Hansdóttir hevði við sær, at eg gleði meg til hennara nýggja fløga kemur. Eg fór heim áðrenn Bendar Spónir og Gypsy Train, men fólk lata eisini sera væl at teimum framførslunum.
Konsertin gjørdist og heitari so hvørt sum fleiri fólk komu og tá Elin Heinesen sang saman við Ad Libitum var serstakliga hugnaligt á Reinsaríinum og áhoyrararnir vóru nógvir. Sambært facebookprofilinum hjá MenTón gekk konsertin væl: Vit í felagnum Mentón eru SERA fegin um, at kvøldið í Reinsaríinum 20. novembur 2010 var so væleydnað. Alt gekk frálíka væl. Vit vóna, at tónleikarar og áhoyrarar hava somu fatan sum vit. Hatta var onki minni enn FANTASTISKT!
Vit ynskja MenTón hjartaliga tillukku við konsertini við vónini um, at felagið fekk nakað av peningi og stuðlum burturúr, sum einaferð fara at úrslita í einum góðum spælistaði í Havn. Tað hava tónleikararnir, tónleikurin og vit áskoðarar uppiborið.
Skrá fyri MenTón-konsert
19:00 Terji Rasmussen
19:20 Jarnbrot
19:40 Líggjas Olsen
20:00 Rókur Jákupson
20:20 Petur Háberg
20:40 Tróndur Enni
21:00 Lost in France
21:20 Elin Heinesen
21:40 Kata
22:00 Jóan Petur á Stongunum
22:20 Guðrið Hansdóttir
22:40 Debess Blues Station
23:00 Sámal&Ronni
23:20 Lív Næs
23:40 Kim Hansen
24:00 Katrina Petersen
24:20 Marius
24:40 Jewmanji Exorcism
01:00 Uni Arge
01:20 Lyon Hansen
01:40 Petur Pólson
02:00 Bendar Spónir
02:20 Gipsy Train
02:40 Dj Spazi
(KP)