Thursday, December 16, 2010

Meistaraverk gloppið føroyingum av hondum


Í dag læt framsýningin Aftur um standmyndina upp í nýggju fimleikarhøllini Fimi í Gundadali við uppskotum til standmyndakappingina, sum Tórshavnar Kommuna skipaði fyri og sum Guðrið Poulsen vann við sínum verki Himmalspegilin. Fleiri áhugaverd uppskot eru at síggja á hesi framsýning, eins og uppskotið hjá Guðrið heilt vist er sympatiskt og fer at rigga væl. Tað var sostatt ikki hetta, ið var orsøkin til, at undirritaða fór út aftur úr framsýningarhølinum sum eftir gravarbakka og heldur ikki var tað orsakað av, at eg kom ov seint til røðuna hjá borgarstjóranum, sum eg annars hevði glett meg at hoyra. Nei, grundin til ringa lagið er, at henda framsýning fullgjølla staðfestir, at eitt meistaraverk er gloppið føroyingum av hondum, sum vit neyvan nakrantíð aftur fáa møguleikan at fáa fatur á.


Avtalað spæl?

Tilgongdin við hesi standmyndakappingini hjá Tórshavnar Kommunu hevur frá byrjan verið rættiliga umstendilig. Tann fyrsta freistin var so mikið stutt, at illgruni alt fyri eitt var um avtalað spæl og fleiri røddir vóru frammi, m.a. undirritaða, Ingi Joensen og Hans Pauli Olsen, ið funnust at, at freistin var ov stutt til tess at gera eitt gott, professjonelt uppskot. Síðani varð freistin longd nakrar mánaðar til 9.august 2010 og so varð bíðað og bíðað. Tað tók heilar tríggjar mánaðar hjá Listabólkinum hjá Tórshavnar Kommunu at semjast og 9.august varð boðað frá, at Guðrið Poulsen hevði vunnið við sínum uppskotið "Himmalspegilin". Og so bíðaðu vit aftur hálvanannan mánaða eftir framsýningini, sum var okkum lovað og nú læt hon upp 14.desember í Fimi. Avgerðin at sýna fram øll uppskotini alment er sera skilagóð. Á henda hátt kunnu øll áhugaði sleppa at síggja og kjakast um uppskotini og avgerð listabólksins, sum hervið sýnir modernaðan opinleika og gjøgnumskygnið, ið krevst av einum almennum stovni í dag. Eftir er nú bert at seta ein listkønan í listabólkin, tí framferðarháttur og avgerðir Listabólksins í hesum máli staðfestir, at teimum vantar listfakleika í so hættisligan mun, at tað gongur út yvir okkum borgarar, sum nú hava mist høvið at hava eitt heimslistaverk standandi í Gundadali.

Ein sprøklutur flokkur

Tey, ið sent hava inn uppskot eru: Tróndur Patursson, Brandur Patursson, Bjørn Nørgaard, Jóna Rasmussen, Eli Smith og Jákup Eli á Lava, Ole Wich, Eyðun Dal-Christiansen, Magnus S Petersen, Gianfranco Nonne, Heðin Ferjá Heldarskarð, Jógvan Horn, Magnus S. Petersen, Guðrið Poulsen, Finnleif Mortensen Og hetta er sanniliga ein sprøklutur flokkur, ið talan er um og tað hugsi eg, at gløggi lesarin longu man hava lagt til merkis, tí strekkið er altso heilt øgiliga langt frá áhugalistini hjá fleiri av uppskotsinnsendarunum til heimskenda listamannin Bjørn Nørgaard, hvørs framsýning í Statens Museum for Kunst í ár av Berlingske Tidende er vald sum ársins mest áhugaverda, ið er gjørd av einum donskum listafólki (Anselm Kiefer framsýningin í Louisiana var nevnd sum nummar eitt á sama lista). Annars er Bjørn Nørgaard av mongum kendur fyri hestaofringina, sum var ein happening í 1970 og sum uppá allar mátar var ymisk frá stóru veggjateppunum, sum Margreta drottning fekk, tá hon fyllti 50, ið hanga á Christiansborg. Bjørn Nørgaard hevur gjørt so ómetaliga nógv ymiskt, t.d. er tað hann, ið hevur teknað steinsetingina á Amager Torv á gongugøtuni í Keypmannahavn, eins og hann hevur gjørt eina ørgrynnu av listaverkum og standmyndum í Danmark og kring allan heimin.

Góð uppskot

Uppskotini hjá Tróndi Patursson og Brandi Patursson vóru fín, har kundu góðar standmyndir komið burturúr og fleiri av hinum uppskotunum vóru somuleiðis áhugaverd, m.a. Himmalspegilin hjá Guðrið Poulsen. Tað undrar, at ikki Hans Pauli Olsen luttók í standmyndakappingini - bara hann nú ikki er vorðin troyttur av okkum. Tí óansæð kjak um fábroytta standmyndaúttrykkið í Føroyum, er Hans Pauli Olsen nógv tann besti føroyski skulptørurin, eins og hansara standmyndir teljast millum bestu listaverkini í almenna rúminum, t.d. er Traðarmaðurin, ið stendur uttan fyri býráðshúsini ein óføra góð standmynd.


Framúrskarandi Føroyamonument

Uppskotið hjá danska listamanninum Bjørn Nørgaard er heilt einfalt á einum heilt øðrum støði enn hini uppskotini á framsýningini og tað haldi eg, at tey flestu munu duga at síggja. Uppskotið er so gjøgnumarbeitt handverksliga, tilfarsliga, hugskotsliga og symbolskt, at einki tykist tilvildarligt á hesum Føroyamonumenti, sum vit, føroyingar eyðsýniliga ikki skoyta um. Standmyndin er 4.7 metur høg, 3 m djúp og 1,6 m breið og heitið á standmyndini er Lívið á einum føroyskum fjalli. Hon er bygd upp av einum keylustubba, ið dagar móti himni eins og eitt foreinklað fjall á skák, ið er bygt upp av 18 skivum av granitti í trimum ymsum litum. Á fjúrtanda lagnum á keylustubbanum verður settur ein slætti úr rustfríum stáli eins og eitt skíggj kring fjallatind, har tveir figurar eru settur á hvør sína síðu, ein maður við veðrahøvdi situr hugsunarsamur hond upp undir kinn, meðan ein kvinna við tjaldurshøvdi sær út til at ætla sær á flog ella at tveita seg út í óvissuna í tóman heim. Undir stálslættanum eru sett 18 bronsuskap, ið kunnu ímynda okkara oyggjar. Lívið á einum føroyskum fjalli er eitt slag av allegori við tilsipingum til okkara okkara søgu, til tjóðskaparspurningin og til mentanina. Bjørn Nørgaard hevur gjørt nógvar frálíkar standmyndir, men "Lívið á einum føroyskum fjalli" sær eftir uppskotinum at døma út til at vera millum hansara bestu; ein fabulerandi, fjølbroytt og tilfarsliga rík standmynd, ið samstundis er formliga neyv og spent sum ein fjøður.

Ófatiligt

Eg og Guðrið Poulsen eru at kalla grannar. Hon er dugnaliga leirlistakvinnan við lítlu, hugnaligu sølubúðini niðast í Sjúrðargøtu, sum eg havi allarstørstu virðing fyri, eisini av tí, at hon í grundini hevur havt týdning fyri mín egna listáhuga, tá eg gekk til crocquistekning hjá henni í 80´unum. Eg haldi eisini, at hugskotið við hennara standmynd er frálíkt, dekorativt, hugnaligt og herliga øðrvísi í mun til tey mongu peikandi fallossymbolini runt í býnum. Men tá eg so síggi uppskotið frá Bjørn Nørgaard, ber tað als ikki til at fata avgerðina hjá Listabólkinum og eg royni veruliga at fata tað. Tað snýr seg í hvussu so ikki er um pengar, tí so løgið tað ljóðar, kosta verkið hjá Guðrið Poulsen og Bjørn Nørgaard tað sama, 600.000 krónur, eisini sjálvt um t.d. tilfarið í verkinum hjá Bjørn Nørgaard man vera væl dýrari enn leirið hjá Guðrið. Eg skilji einki, men vóni ei, at hetta málið er so mikið provinsielt, at tað snýr seg um at velja ein føroyskan listamann framum ein dana, ella at velja ein lim í Myndlistafelagnum, heldur enn ein lim í Heystframsýningini. Tá tankin er komin ber til at staðfesta, at hetta er triðju ferð, at peningur frá byrjan verður settur til ein almennan bygning í kommununi eftir frálíku avgerðina hjá Tórshavnar býráð at seta 1,5 % av byggikostnaðinum til list og listprýði til nýbygningar í kommununi og tað fer altso at líkjast einum mynstri, nú tað vísir seg, at limir úr Myndlistafelagnum hava fingið allar tríggjar prýðingsuppgávurnar. Umframt Guðrið Poulsen, ið vann Fimi, prýddi Edward Fuglø Skúlan við Løgmannabreyt og nýggi skúlin á Argjum verður prýddur av Astri Luihn). Tað var sama Myndlistafelag, sum stuðlaði og sum enn stuðlar Helga Fossadal í listastríðnum.

Listabólkurin svikið

Hvussu er og ikki, tykist tað ikki sum um hetta málið snýr seg um tað, sum tað skal snúgva seg um, sum er, at geva almenninginum bestu listarligu dygdina. Antin tað skyldast kleyvarskapi ella beráddum huga, so hevur Havnarborgarin og Føroyaborgarin ikki fingið ta best møguligu standmyndina í Gundadali, men hevur í staðin mist eitt framúrskarandi verk og er hetta ábyrgdin hjá Listabólkinum og hjá Tórshavnar Kommunu. Í Listabólkinum hjá Tórshavnar Kommunu eru Helgi Fossadal, Føroya Listasavn við Mikael Viderø, býarkitekti, og Jákup Simonsen, mentamálaleiðari í Tórshavnar Kommunu.

Ole Wich hevur skipað framsýningina, sum er opin til sunnudagin 16. januar dagliga frá kl. 09 til 21. Inngongd er í glasbygninginum eystanfyri.

(KP)