Monday, August 9, 2010

Summarrokan í Steinprenti



Í skrivandi stund er Claus Carstensen í Steinprenti á Skálatrøð og arbeiðir við prentum ið, um alt gongst sum tað skal, verða at síggja á framsýning í Havn í næsta ár. Summarhálvuna er serliga nógv virksemi í Steinprenti og í summar hava Fríða Matras Brekku og Jan Andersson havt fleiri arbeiðandi listafólk og eina ørgrynnu av vitjandi, sum eru komin at forvitnast hvat gongur fyri seg á grafiska verkstaðnum. Pernille Kløvedal Helweg hevur verið við einum heilum fylgi til stóru verkætlan hennara, ið gongur út
uppá at festa spor av ymsum djórum á myndir. Meira nágreiniliga er tað ein grindahvalur, sum tey hava knossast við til tess at fáa far av honum á nakrar stórar viðgjørdar koparplátur. Samstundis var eisini Toni Larsen og arbeiddi og eru hesar báðar verkætlanirnar ikki lidnar enn. Seinast nevnda verkætlan snýr seg um samstarv millum Knud Odde og Toni Larsen, ið er fyriskipað av Statens Kunstfond. Eg skrivaði eina grein, tá Knud Odde var á verkstaðnum í síðsta mánaða:




Knud Odde
Danski listamaðurin Knud Odde hevur hesa seinastu vikuna arbeitt í Steinprenti í sambandi við verkætlan, sum Statens Kunstfond stendur fyri og sum í stuttum gongur út uppá eitt samstarv millum seks listafólk og tríggjar útvaldar grafiskar verkstaðir, ið skal enda við átjan stórum steinprentum, sum verða latin almennum stovnum í varðveitslu eftir teirra ynski og má hetta sigast at vera upplagt hugskot eisini hjá føroyskum almennum stovnum at søkja Statens Kunstfond um. Tey seks listafólkini eru sett saman í pørum og Toni Larsen er listarligur makkari hjá Knud Odde.

Hetta er fyrstu ferð Knud Odde vitjar Steinprent, men eftir úrslitunum at døma verður hetta neyvan seinasta ferðin higar. Í løtuni hanga seks myndir uppi og listamaðurin og Jan Andersson eru í skrivandi stund í gongd við at viðgera ein stein, so arbeiðið er ikki at enda komið enn. Knud Odde spældi bass í progressiva tónleikabólkinum Sort Sol og kom í áttatiárunum í samband við tey sonevndu ungu villu, sum myndlistafólkini, ið komu fram tá, vórðu nevnd, og hetta er greidliga listarliga støðið hjá Knud Odde, sum tó hevur sín heilt egna, sermerkta stíl, ið gevur hugasamband við djørvu strikuna hjá Toulouse Lautrec og við popplistina.

Myndirnar eru figurativar og myndevnið er í flestum førum fólk. Við síni eyðkendu dekorativt bylgjandi striku lýsir listamaðurin eitt nú onnur listafólk sum t.d. Steffan Danielsen og eisini kinverska miðaldaryrkjaran Su Tung-Po, ið m.a. skrivaði einfaldar yrkingar við støði í buddistiskari filosofi. Við tóma gráa vegginum á vøkru myndini, rakar Knud Odde á hugtakandi hátt sjálvt einfeldið og dýpdina í orðunum hjá yrkjaranum. Myndin hongur við síðuna av portrettmynd av Steffani Danielsen, sum danski listamaðurin er veruliga hugtikin av. Umframt at taka støði í tekstum hjá Toni Larsen hevur Knud Odde eisini leitað sær lokalan íblástur, m.a. frá Jóanesi Nielsen, sum hann hitti av tilvild, tá yrkjarin var inni á gólvinum í Steinprenti ein dagin. Knud Odde hevur síðani lisið nakrar yrkingar hjá Jóanesi Nielsen og hevur m.a. fingið mynd burturúr har hann hugleiðir um hvussu Jóanes Nielsenstrætið kundi sæð út. Toni Larsen kemur aftur at gera sín part lidnan og tá verða myndirnar helst framsýndar í Steinprenti og vit á listablogginum fylgja sjálvandi við.