Ein kritisk og vitandi rødd,
ið torir og dugir...
ið torir og dugir...
Av okkara sólskygdu verð
ynski eg mær bert ein havabonk
har ein ketta sólar sær…
Har hevði eg sitið
við einum brævi í barmi,
einum einasta lítlum brævi.
Soleiðis sær mín dreymur út…
Orsøkin til, at vit kunnu lesa dýrdarríku yrkingina "Eitt ynski" hjá modernistiska yrkjaranum Edith Södergran á okkara móðurmáli er, at Ebba Hentze hevur týtt hana úr svenskum til føroyskt. Ebba Hentze verður í Dansk Kvindebiografisk Leksikon nevnd ein institutión í føroyskum mentanarlívi, ið so at siga er Føroya einasti fríi, intellektuelli og hesum kunnu vit ikki annað enn taka undir við í dag, nú Ebba Hentze fyllir runt. Tó at sólin sýnist eitt sindur lág har hon hongur beint uppi yvir tekjunum í Havn, skínur hon við óskerdari megi og himmalin er høgur og bláur. Vindurin er skærur og ljósið er fullkomið, eisini tá hugsað verður um, at Heystframsýningin letur upp í dag.
Og ikki er heilt óhugsandi, at vit í dag hitta føðingardagsbarnið á Heystframsýningini, tí listin hevur altíð staðið hennara hjarta nær. Tá sólin skínur á føðingardegnum sum í dag er vanligt at siga, at føðingardagsbarnið hevur skikkað sær væl, men tað hevur Ebba ikki, takk og lov havi hon fyri, at tað. Hetta at skikka sær væl og vera ein pen miðalhampagenta júst sum allar hinar tykist ikki hava ligið frammaliga í hennara lívsætlanum og tað kunnu øll bókmentaáhugað fegnast um. Longu í 1953 fekk hon sína yrkjaradebut í virda tíðarritinum Hvedekorn og síðan hevur hon á ymsan hátt livað við og av bókmentum og tær av henni. Hon hevur skrivað bøkurnar um Antoiu og týtt eina rúgvu av tilfari til og úr føroyskum. Tá Rói Patursson varð innstillaður til Norðurlendsku Bókmentaheiðurslønina við "Líkasum", var tað Ebba Hentze, ið hevði flutt hansara savn yvir í danskt, eins og hon hevur týtt mong onnur yrkingasøvn hjá t.d. Tóroddi Poulsen og Jóanesi Nielsen. At Ebba Hentze torir og dugir vistu vit av (eisini áðrenn væl uppibornu mentanarheiðurslønina), og við teimum 16 framúr góðu týðingunum av yrkingum hjá Edith Södergran, ið standa sum eitt lítið savn í fyrsta "Vencil", varð hetta enn einaferð váttað. Hesa uppgávuna megnaði hon at loysa við miklari virðing, kunnleika og eymleika fyri stóra finska symbolistinum, sum man hava eitt serligt pláss í hjarta týðarans.
Ebba Hentze hevur eitt serligt pláss í okkara hjarta sum vegari og fyrimynd og vit takka henni fyri dirvið og lívslanga arbeiðið listini at frama sum yrkjari og bókmentaformidlari, týðari og sum ein kritisk og vitandi rødd, ið torir og dugir. Nú dregur hann á luftina og eitt hvassligt æl litar sólina myrkagráa sum í eini mynd hjá Ingálvi av Reyni. Vit ynskja Ebbu Hentze hjartaliga tillukku á hennara runda, vakra degi og ynskja henni alt tað besta.
(KP)