Listasavnið - leiðin at lyfta og lofta listini
Listasavnið er háborgin hjá listini. Her verða tey bestu verkini savnað, her verður mentanararvurin skrásettur, her verður kjarnin til okkara sjálvsfatan varðveittur, her verður granskað í hvussu menniskju úttrykkja seg, her verða nýggjar inngongdir til okkara tilveru sýndar fram, og her verður tann torføra, løgna og undurfagra listin og listin, sum fer um mark, býtt út til fólkið. Men sum navnið bendir á, eru háborgir nakað tungt nakað at handfara. Uppgávurnar hjá listasøvnunum eru umfatandi. Tey skulu fevna um eitt stórt, flótandi og ofta illa atkomiligt umráði, og tey skulu helst gera tað á ein hátt, so vit, hvørja ferð vit vitja listasavnið, verða bilsin um, at tað kann gerast so gott, so nýtt og so inspirerandi
Vegurin til eitt listasavn, ið kann liva upp til hesi hørðu krøvini, gongur eftir mínum tykki gjøgnum lóggeving. Eg eri sum heild varin við at mæla til ov nógva lóggeving, tí listin helst skal varðveita so nógv av sínum frælsi sum tilber, um hon skal trívast. Men júst á listasavnsøkinum hevur tað týdning, at tað eru rættiliga nágreiniligar reglur. Listasavnið skilir seg frá øðrum pørtum av listalívinum við tað, at tað ikki verður rikið av listafólkum og við tað, at tað skal uppfylla beinleiðis krøv um úrslit og ítøkiligar skyldur.
Hubert Robert (1733-1808): Grande Galerie í Louvre. 1796
Listasavnið sum stovnur hevur ikki broytt seg nakað serligt síðani 18. øld. Høvuðssúlurnar í listasavnsvirksemi eru framvegis at savna inn, skráseta, varðveita, framsýna, granska og breiða út. Kortini hevur tað týdning, at listasøvnini alla tíðina viga sín egna leiklut í samfelagnum og endurnýggja seg sjálvi, so tey krøv, ið verða sett, verða lúkað á ein samtíðar- og nýhugsandi hátt. Listin kann verða mett úr øllum møguligum ættum, og tað er skyldan hjá listasavninum at granska, hvørjar av hesum ættunum kunnu geva sítt til at gera viðurskiftini millum listina og almenningin sterkari og litríkari.
ICOM
Eitt listasavn er fyri mær ein stovnur, sum hevur eina risastóra ábyrgd og tí má vísa størsta fakleika og professionalismu í øllum viðurskiftum. Listasavnið skal taka listina í álvara, tað skal vera kritiskt kannandi og kjakandi í sínari gransking av listini og tað skal, á ein kreativan, opnan og livandi hátt, geva almenninginum møguleika at fáa eitt innlit í teir boðskapir, tað innlit og tær lívsáskoðanir, sum listin rúmar. Tað ljóðar kanska eitt vet ov abstrakt, men tað letur seg gera at seta slíkar tankar upp í ein løgfrøðiligan frymil og gera lóggávu burtur úr teimum.
Tað finst nevniliga ein altjóða museumslóg, betur kend sum museumsetiska regluverkið hjá ICOM, sum hevur megnað at gjørt nakrar sera góðar leiðreglur. ICOM er stytting fyri International Council of Museums og hoyrir undir UNESCO og ST. Ráðið ger altjóða lógir fyri hvussu listasavn skulu rekast, eitt slag av minstukrøvum, sum hava atlit fyri, at museumslóggávan er ymisk frá landi til land. Hesar lógir kunnu saktans førast yvir í føroysk viðurskifti, hóast vit tíverri enn ikki hava nakra museumslóg her á landi.
Rachel Whiteread framsýning í Tate Modern í London
Í Onglandi eru listasøvn undir bæði mentamálaráðnum og almannamálaráðnum. Tað merkir, at tey ikki bert skulu liva upp til mentanarlig krøv sum gransking, útbreiðsla og fremjan av listini, men eisini til sosial krøv. Tey skulu hava serlig tiltøk fyri rørslutarnað, heimleys, eldri, ung við trupulleikum o.s.fr. Tað er ein torskild skipan, men aftur fyri hevur Ongland heimsins bestu listasøvn, sum enntá eru ókeypis at vitja. Her er tað Tate Modern, sum tekur bæði ta listaligu og ta sosialu uppgávuna í størsta álvara og tí átti at verið ein fyrimynd hjá øllum, ið fáast við at reka listasøvn. Umframt ta einastandandi listaligu upplivingina, tað er at vitja Tate Modern, siga tey turru tølini okkum eisini eitt sindur um hvussu væl eydnað listasavnið er. Tate Modern vinnur hvørt ár 100 milliónir pund inn til London. Tað hevur skapt 4000 arbeiðspláss og hevur 4,6 milliónir vitjandi um árið.
Til gagns fyri samfelagið
Og sagt í ramasta álvara: Um vit ikki kunnu taka undir við teimum minstukrøvum, sum altjóða lóg ásetir, kunnu vit júst tað sama geva upp. Vit fáa ongantíð eitt listasavn, ið varðveitir, tulkar og fremur mentanararvin hjá mannaættini. Vit fáa ongantíð eitt listasavn, ið umsitir søvn vegna samfelagið og gagnar samfelagsmenningini. Vit fáa ongantíð eitt listasavn, ið varðveitir verk til kunnleikamenning og fordjúpan ella eitt listasavn, ið gevur møguleika fyri at virðismeta, fegnast um og skilja óendaliga ríkidømið hjá listini. Og vit fáa ongantíð eitt listasavn, sum arbeiðir eftir fakligum, etiskum og professionellum grundreglum.
Tað einasta vit fáa, er eitt listasavn, ið ikki verður rikið á einum etiskum grundarlagi, eitt listasavn ið ikki riggar sum nonprofit felagsskapur, og sum hevur inntøkugevandi virksemi heldur enn virksemi, sum í roynd og veru gagnar listini. Vit fáa eitt listasavn uttan leiðreglur, innsavningarpolitikk og gransking, og eitt listasavn, ið ikki breiðir listina út til fólkið. Eitt listasavn, ið ongantíð verður ført fyri at skapa eina almenna tilvitan um tess samfelagsligu uppgávu.
Ein museumslóg fer sjálvandi ikki at loysa allar trupulleikar. Listasavnið hevði framvegis skulað grundgivið fyri sínum rætti til at verið til, tað hevði framvegis verið noytt at sett spurnartekn við alt hugskotið um eitt listasavn og tann mátan, sum listasøvn tulka veruleikan og listina, og spurningar máttu framvegis verið settir við, um allar avgerðir, ið tiknar verða, eru til gagns fyri yvirskipaðu góðskuna hjá listasavninum.
Men alt hetta hevði verið á einum fakligum og etiskum grundarlagi, og tí kundi tað eisini verið opið. Tað hevði havt altjóða samstarv at ráðført seg hjá, og tað kundi kjakast um málini við almenningin, við politikarar og við listafólkini. Júst tí ein lóg hevði givið eina almenna tilvitan um risastóru samfelagsuppgávuna, sum tjóðlistasavnið hevur at røkja.
Magdalena Jetelová (1946): Domestizierung einer Pyramide. 1992. Á Österreichisches Museum für Angewandte Kunst, Wien.
Listasavnsrúmið verður ofta borið saman við eitt kirkjurúm. Tað er okkurt heilagt yvir listasavninum, sum gevur virðing, hugdýping og hugsunarsemi. Men hóast huglagið í einum listasavnsrúmi ofta kann vera álvarsamt, kann tað tulkast á so mangan hátt, sum her hjá Magdalenu Jetelová, ið hevur sett eina 15 metur høga pýramidu úr reyðum sandi í eitt listasavn í Wien. Listaverkið er ein roynd at sameina fortíð og nútíð, rúm, tíð og søgu. Tað er ein háttur at reka burtur andan frá fortíðini, sum ger, at øll listaverk á einum listasavni verða mett á ein serstakan søguligan hátt, og í staðin skapa eitt nýtt rúm, ið kann lata upp fyri, at fólk síggja list á ein heilt annan hátt.
Heimsins besta listasavn til føroyska list
Vit hava longu heimsins besta listasavn til føroyska list. Tað er jú ógvuliga gott. Við eini museumslóg, sum tryggjar tað grundleggjandi, kundu vit fingið eitt av heimsins bestu tjóðlistasøvnum. Tað er betri.
Tí okkara listasavn kann nakað, sum einki annað kann. Tað kann seta verk úr teirra savni saman á ein hátt, so tað knappliga stendur fullkomiliga klárt fyri okkum øllum, hvussu føroysk yrkingalist og myndlist virka saman. Tað kann sleppa Tróndi Patursson leysum í einum rúmi, meðan vit onnur við egnum eygum síggja eina framúrskarandi totalinstallasjón verða til. Tað kann kanna, hvussu føroyski nationalromantikkurin er vorðin samtíðar, viðkomandi og nýmótans. Tað kann útbúgva børn til at gerast serfrøðingar í føroyskari list og lata tey skapa eina nýggja, visuella barnamentan. Tað kann bjóða amerikonsku listakvinnuni Jenny Holzer at gera eitt av sinum fantastisku orðlistaverkum og fáa Sunleif Rasmussen at seta ljóð til. Tað kann lata dyrnar upp til goymsluna í kjallaranum og siga okkum eina nýggja, øðrvísi søgu um føroysku listina, sum fer at seta alt í eitt nýtt perspektiv hjá okkum. Tað kann seta fokus á, hvussu listin mennist og stuðlast best her í landinum. Tað kann hava kjakkvøld um góðsku, um støðuna hjá føroyskari list í heimslistini, ella um hvussu vit fáa eitt upp aftur betri listasavn.
Hetta kann onki annað listasavn í heiminum gera. Møguleikarnir eru óendaligir, so skjótt nakrar greiðar, fakligar linjur verða settar upp fyri, hvønn veg vit vilja fara við okkara listasavnsvirksemi. Eins stórar skyldur og stóra ábyrgd eitt listasavn hevur, eins stórir eru møguleikarnir fyri kreativiteti og nýhugsan.
Marius Olsen (1963): Náttaregn. 2005
Marius Olsen er partur av listabólkinum Heystframsýningin, ið hevur valt ikki at sýna fram á okkara tjóðlistasavni, tí tey halda ikki, at tað verður rikið á einum haldbærum etiskum og fakligum grundarlagi. Tað er ein risastórur kostnaður fyri føroyskt listalív, at politiski myndugleikin hevur valt at venda blinda eygað til teir týðiligu trupulleikarnar, sum eru í umsitingini av føroysku listini. Ein kostnaður er, at glæsiligu og snøgt sagt genialu tulkingarnar hjá Mariusi Olsen av føroysku myndlistatradisjónini ikki eru ein natúrligur partur av árligu føroysku framsýningunum hjá listasavninum og tí ikki verða tulkað við í stóru frásøgnina um samtíðarlistina.
Valdsmikla listasavnið
Amerikanski listasøgufrøðingurin Donald Preziosi hevur kallað listasavnið ein av mest framúrskarandi og valdsmiklu nýmótans fiksjónum. Síðani listasavnið varð uppfunnið í 18. øld, hevur tað framleitt ímyndir um veruleikan, um fortíðina, samtíðina og framtíðini og um menniskju og teirra viðurskifti við seg sjálvi, við onnur menniskju og við heimin tey liva í. Ímyndir, sum eru vorðnar sannleikar fyri okkum øll. Listasøvn hava spælt ein avgerandi leiklut í okkara máta at uppfata týdningin hjá lutum, at uppfata týdningin hjá okkum sjálvum og í at forma tær mýtur, vit grunda okkara lív og alt okkara samfelag á.
Tí hevur tað so stóran týdning, og tí skulu vit gera tað so gott sum yvirhøvur gjørligt. Listasavnið er ikki bert ein pallur, sum myndlistafólk kunnu breiða seg á og eitt stað, har mentanarliga elitan kann skifta klók orð sínámillum, og tað er ikki bert eitt stað til undirhald og útbúgving. Tað er ein partur av okkara máta at hugsa uppá. Listasavnið fer ongantíð at tryggja okkara yvirlivan, og tað fer ongantíð at fáa sama praktiska týdning sum fiskur, tunlar ella flogvøllir, men óansæð hvussu gott ella vánaligt listasavnið er, hevur tað stóran týdning fyri okkara samfelag og okkara framtíð. Tað er eingin orsøk til at undirmeta hvørki tann góða ella tann ringa týdningin, eitt listasavn kann hava.
Minstukrøv frá einum listagrenji
Men týdningurin hjá listasavninum verður undirmettur. Tað er pínligt áhaldandi at skula grenja um, hvussu illa til stendur, men tað er upp aftur pínligari, at onki verður gjørt. Ein museumslóg sum tann hjá ICOM krevur ein ikki so øgiliga stóran innsats frá politiskari síðu, og tað hevði verið eitt rættiliga stórt fet á leiðini fram móti einum áhugaverdum listasavni, sum kann vera okkum øllum til gagns og gleði.
Museumsetiska regluverkið hjá ICOM er einans minstukrøv, og hetta grenjið heldur, at tað er tað minsta, okkara politikarar kunnu gera fyri listina.
(IS)