Tiltakið Gløgg list eydnaðist sera væl og eru vit, sum skipaðu fyri tiltakinum sera takksom fyri, at so nógvir áhoyrarar vóru møttir í Steinprenti í gjár til framløgu av tíðarritinum Listin 2010. Fólk tóktust eisini so sera væl nøgd við blandið millum heitt og kanel-angandi gløgg og frálíka myndlist og so fyrilestur og upplestur. Á fyrstu myndini síggja við útgevaran, John Dalsgarð frá Forlagnum í Støplum presentera skránna. Síðani helt Inger ein gløggskygdan fyrilestur, ið tók støði í vantandi raðfestingini av list og mentan í okkara politisku skipan í brátt farna árið. Tað var sera áhugavert at hoyra analysurnar av mentanarhugsjón politisku flokkanna. Undirritaða greiddi eitt sindur frá fjøllistamanninum, Tóroddi Poulsen við serligum atliti til eitt tað feskasta høvuðsverk hansara í Steinprenti, ið hevur heitið Tingini. Carl Johan Jensen las upp ein fittan og sera skemtiligan tekst, sum eg hugsi var sjálvævisøguligur um tulipanærina og brilluskortin. Hinir tekstirnir, sum hann las vóru somuleiðis stuttligir, ikki minst tann topptjúnaði klassikarin "List uppá heimastýriskor". Eg seti nakrar myndir inn her frá tiltakinum, sum Jan Andersson og John Dalsgarð hava tikið. Birgir Kruse hevur skrivað um tiltakið á sínum bloggi: http://birkblog.blogspot.com/2010/12/listin-2010.html Framsýningin Myndaódnin 2010 verður hangandi í Steinprenti inntil januar.
Fantastiska myndin hjá Tóroddi Poulsen við kompleksum myndarúmi
Áhugaðir áhoyrarir
Jan, Borgný, Tróndur og Diana lýða á
Nógv fólk komu til tiltakið
Inger lesur upp
Áhugaðir áhoyrarar
Bárður Jákupsson hyggur at myndunum hjá Jonas Hvid Søndergaard
Erla, Carl Jóhan og Sakaris
Inger heldur fyrilestur
Nógv fólk í ljósu hølunum í Steinprenti
Steinprent framsýningarhølið er sera væl hóskandi til tílík tiltøk
Áhoyrarar og tvær damur hjá Knud Odde
Bárður skoðar tíðarritið
Fleiri listafólk vóru millum mongu áhoyrarnar
Kinna greiðir frá um Tórodd Poulsen
Hornbrilluskorturin og tulipanærin
Áskoðarar lýða á
(KP)