Friday, October 29, 2010

Hugleiðingar um Kirsuberjagarðin á Tjóðpallinum.

Tekstur: Mikkjal N. Helmsdal
Fotomyndir: Tjóðpallur Føroya/Finnur Arnar Arnarsson

Kirsuberjagarðurin hjá Anton Tjekhov í uppsetingini hjá Tjóðpalli Føroya er eftir mínum tykki eitt gleðiligt plettskot. Tað var ringt at ímynda sær, hvat hesin skjótt 107 ára gamli klassikarin kundi blíva til í eini føroyskari uppseting. Men eg haldi, at sýningin á Tjóðpallinum sera væl fær tær síðurnar av tekstinum fram, sum tala beinleiðis til áskoðaran í 2010. Ikki minst tí, at leikstjórin hevur valt at fylgja ætlan rithøvundans um, at leikurin skal spælast við denti á tað skemtiliga við persónunum og umstøðunum og –við leikstjórans egnu orðum í samrøðu við Refleksión í KvF- at seta leikin upp sum eina komediu við einum tragiskum undirstreymi. Men eisini tí, at leikurin er væl spældur í einum sonnum liðavriki hjá leikarahópinum, har eingin einstakur leikari reisir seg upp um øll hini (sum í hesum sambandinum skal skiljast jaliga), og har avgjørt ongin dettur burturímillum. Eitt satt og væl virkandi ensembleavrik.

Um leikin og leikgongdina.

Í sjónleikinum Kirsuberjagarðurin hitta vit eina góðseigarinnu og familju hennara, sum eru um at fara á húsagang, og einasta restin av tí stórleika og ríkidømi, sum tey einaferð hava átt, er eitt stórt góðs við einum kirsuberjagarði. Kirsuberjagarðurin var fyrr í tíðini ein blómandi og væl virkandi fyritøka, sum kastaði nógvan pening av sær, men nú bera trøini ikki frukt á hvørjum ári longur, og eingin marknaður er fyri kirsuberjunum.

Ljuba Ranevskaja, sum dóttirin Anja hevur fingið heimaftur úr París eftir eitt vónleyst kærleiksævintýr har, vendir heimaftur eftir fimm ára útlegd til góðsið í Ruslandi, har hon vaks upp. Tað stendur sera illa til fíggjarliga hjá familjuni, og góðsið og kirsuberjagarðurin standa til at skula seljast á tvingsilsuppboði um stutta tíð.Heimkoman er torfør, tí hon vekir minni um eitt trupult hjúnarlag og um deyðan hjá lítla soni Ranevskaju, Grisha, sum druknaði nærhendis húsunum.

Ein vinmaður familjuna, hin ríki handilsmaðurin Lopakhin, hevur eitt uppskot, sum hann sigur vil loysa fíggjarligu trupulleikarnar hjá familjuni: Við at kuta niður kirsuberjagarðin og leiga jørðina út aftur í smáum lutum sum summarhúsagrundstykki fer familjan at kunna tryggja sær eina høga fasta inntøku í nógv ár framyvir. Ranevskaja og bróður hennara Leonid Gajev megna ikki taka avgerð um so stórar broytingar og seta í staðin sína vón til meira siðbundnar útvegir, s.s. at fáa eitt lán frá eini ríkari skyldkonu ella at fáa eina av døtrunum hjá Ljubu Ranevskaju gifta við einum múgvandi manni. Tað er kortini ikki so lætt. Yngsta dótturin Anja er einans áhugað í tí lítið framfýsna studentinum Trofimov. Men so er hinvegin eitt sindur størri vón til møguligu giftuna hjá Varju. Varja og Lopakhin hava eftir øllum brøgdum havt hug á hvørjum øðrum leingi, og tá Varja samstundis er ættleidda dóttur Ranevskaju, so kann aðalsfamiljan saktans liva við, at hon giftist við Lopakhin, hóast hesin upprunaliga bara er ein fátækur bóndi. Dagurin fyri tvingsilssøluni av garðinun nærkast í hvørjum, men Lopakhin kann kortini ikki fáa familjuna at taka nakra avgerð, hóast ongin av hinum ætlanum teirra ber nakra leið.


Tann dagin, ið tvingsilssølan er, verður ein stór veitsla hildin á góðsinum. Lopakhin kemur seint og ber tey tíðindini, at hann er tann nýggi eigarin av kirsuberjagarðinum. Ranevskaja er knúst, og tá komið er til fjórða part í leikinum, hevur familjan avgjørt at flyta heldur enn at vera verandi í húsunum. Ranevskaja fer aftur til París, og hini flyta inn til býin. Ein seinasta roynd hjá Ranevskaju at fáa sambandið millum Lopakhin og Varju í lag miseydnast og øll fara. Øll – uttan hin 80 ára gamli tænarin Firs, sum av misgáum er einsamallur eftir og innilæstur í húsunum – gloymdur og glataður eins og húsið sjálvt og tess farna stórtíð.

Er leikurin ein komedia ella ein tragedia?

Hvussu sær javnvágin millum tað komiska og tragiska í Kirsuberjagarðinum út í leiklistarsøguligum ljósi?

Konstantin Stanislavski, ið upprunaliga leikstjórnaði Kirsuberjagarðin, tá hann varð framførdur fyrstu ferð í januar 1904, helt altíð fast við, at Kirsuberjagarðurin var ein tragedia, meðan høvundurin sjálvur helt uppá, at “hann er ein farsa”. Men uppsetingin hjá Stanislavski livdi á kenda Listarleikhúsinum í Moskva í meira enn 50 ár, og fekk stóra ávirkan á fatanina, sum eftirtíðin –og heimurin- fekk av leikinum.

Stanislavskij hevði vunnið stóra undirtøku við sínum uppsetingum av leikunum hjá Tjekhov, men Tjekhov var hinvegin sjáldan nøgdur við tær, og hann var serstakliga misnøgdur við uppsetingina og fatanina hjá Stanislavski av Kirsuberjagarðinum. Tjekhov vildi, at leikurin skuldi fatast og spælast sum ein skemtileikur, men Stanislavski setti hann upp sum eitt drama – beint ímóti ynskjum høvundans. Tjekhov helt, at Stanislavski í síni stremban eftir at gera leikin so veruleikakendan og naturalistiskan sum møguligt, gjørdi sjónleikin hjá sær tárakroystandi, kenslubornan og ovlaðaðan við óneyðugum ljóðeffektum og smálutum. Bert fáar vikur, áðrenn hann doyði, skrivaði Tjekhov í lummabók sína: “Stanislavski hevur oyðilagt sjónleikin hjá mær.”

At hesir báðir menninir høvdu so ymiska fatan av verkinum eigur helst at síggjast sum ein avspegling av teirra sera ymiska uppruna. Pápi Tjekhov var leyskeyptur lívognarbóndi, og Tjekhov sjálvur hevði arbeitt seg upp úr fátækradømi til at gerast lækni og víðgitin høvundi, og tað er tí eingin ivi um, at fyrrverandi bóndin og nýríki vinnulívsmaðurin Lopakhin er tann persónurin, ið hann kennir seg mest skyldan við, hóast hann á ongan hátt dømir ella fordømir Ranevskaju. Stanislavski hinvegin var ríkmannasonur og livdi seg inn í tað, ið hann sá sum tragediuna hjá Ranevskaju.

Tað sum úr leiklistarfrøðiligum sjónarhorni talar ímóti, at Kirsuberjagarðurin er ein tragedia, er eyðsýnda noktanin hjá Tjekhov at moralisera. Júst moralur er eitt eyðkenni fyri tragediuna, ið oftast lýsir eina lagnu, sum skal vera áskoðaranum til moralska fyrimynd ella ávaring. Somuleiðis er tað eitt eyðkenni við tragediuni sum sjónleikargrein, at høvuðspersónarnir broytast ella læra av teimum hendingum, ið teimum eru fyri. Persónarnir í Kirsuberjagarðinum hvørki læra ella broytast.

Tað sum hinvegin talar fyri at leggja dent á tað skemtiliga í leikinum eru tær føstu persónstýpurnar, sum áskoðararnir á Tjekhovs døgum kendu aftur úr øðrum sjónleikum og søgum í samtíðini, har tað uddi við framfýsnum vinnulívsmonnum, uppgjørdum studentum, kærleikshungrandi tænastugentum, frekum tænarum, nassarum, ið vilja lána pengar o.s.fr.

Tjekhov vísir seg í Kirsuberjagarðinum fremst av øllum sum ein sera nærlagdur eygleiðari av menniskjansligari atferð, sum megnaði at halda eina fína javnvág millum innliving í persónar sínar og fjarstøðu til teirra. Vit merkja, at hann kennir teir sera væl, men tað er torført at siga, hvat hann meinar um teir. Hann fellir ongan dóm. Hann var lækni og alt sítt arbeiðslív eygleiddi hann neyvt sjúkutekin, sum hann ofta ikki kundi veita viðgerð fyri. Um lívið, ið hann ynskti at lýsa á pallinum, segði hann einaferð: “Fólk eta døgurða, tey eta bara døgurða.” Um vit vilja meta tað sum syrgiligt ella skemtiligt er upp til okkara.

Kirsuberjagarðurin – søgulig lýsing.

Sjónleikurin Kirsuberjagarðurin er skrivaður soleiðis, at hann framvegis er bæði áhugaverdur og viðkomandi fyri nútíðar áskoðarar. Men samstundis eru persónarnir og hendingarnar á mangan hátt serstøk fyri Rusland um næstseinasta aldarskiftið, t.v.s. umleið 1900.

Trupulleikarnir, sum góðsið hjá Ranevskaju er í, eru teir somu, sum góðseigarar um alt Rusland fóru ígjøgnum um somu tíð, og upprunin til hesar trupulleikarnar var helst tað, sum gamli Firs nevnir “ta stóru vanlukkuna”. Hann meinar við frælsið, sum tsarurin Aleksandur II gav lívognarbøndrunum í 1861. Til 1861 áttu russisku góðseigararnir ikki bara jørð sína, men eisini teir bøndurnar, ið arbeiddu á henni. Endin á hesi feudalu skipan gjørdi tað møguligt hjá monnum sum Lopakhin at arbeiða seg upp til sjálvstøðugar vinnulívs- og handilsmenn. Bert eitt ættarlið undan honum høvdu hvíti klædningsjakkin og leðurskógvarnir, ið hann er so stoltur av, verið óhugsandi fyri nakran persón, sum ikki hoyrdi til aðalstættina. Men frígeringin gjørdi eisini, eins og Firs harmast um í øðrum parti í leikinum, enda á tí gamla sambandinum millum góðseigaran og bóndur og tænastufólk hansara, sum hóast alt gav báðum pørtum ein ávísan tryggleika.

Tað vóru ikki øll, sum kláraðu seg eins væl og Lopakhin á tí nýggja marknaðinum. Tey flestu fluttu annað hvørt inn til býirnar í vónini um at finna sær arbeiði innan tann framvaksandi ídnaðin ella komu sær í fíggjarligt óføri við at leiga ella keypa smáar jarðarteigar, ið tey royndu at byggja sítt egna sjálvstøðuga landbrúk á, men uttan nakra royndir sum vinnurekandi. Ella tey vóru verandi sum arbeiðsfólk á góðsum – eins og tað hjá Ranevskaju - sum stríddust fyri at klára seg uttan ókeypis arbeiðsmegina, ið tey fyrr høvdu havt, og fyri at laga seg til ávirkanina, sum ídnaðargerðin fekk á landbúnaðarbúskapin.

Sjálvt 40 ár eftir ta stóru broytingina, t.v.s. tá Kirsuberjagarðurin søguliga fer fram, vóru russiskir aðalsmenn óvanir við og høvdu beinleiðis vanvirðing fyri grundtankanum um avkast og íløgur. Simeonov-Pisjtjik, prátingarsami gesturin hjá familjuni í leikinum, hevur verið serstakliga heppin: Hevði jarnbreytin ikki verið løgd gjøgnum lendi hansara, høvdu broytingarnar, ið hon hevði við sær, óivað ført til, at hann fór á húsagang. Tjekhov skuldi ongantíð vita ella uppliva tað sjálvur, men vantandi viljin og evnini hjá aðalsmonnum sum Leonid Gajev at síggja broytingarnar í landinum í eyguni skuldu fáa veldugar avleiðingar longu árið eftir fyrstu framførsluna av Kirsuberjagarðinum. Í 1905 hendi tað, sum ofta hevur verið lýst sum aðalvenjingin til ta endaligu og altumfatandi russisku kollveltingina í 1917. Í 1905 var ein stórur uppreistur í Ruslandi, har bóndur rændu og oyðiløgdu meira enn 3000 góðseigarahús júst sum tað, ið Lopakhin velur at ríva niður fyri at geva pláss fyri summarhúsum.


Hevði Tjekhov ein boðskap?

Russiski høvundurin og samtíðarmaður Tjekhovs, Maksim Gorkij, skrivaði tann kenda sjónleikin Summargestirnir, ið snýr seg um tey menniskjuni, sum kundu hugsast at verið keyparar til ætlaðu summarhúsini hjá Lopakhin. Gorkij var ein sannførdur kollveltingarmaður. Ikki bara endar sjónleikur hansara við eini beinleiðis eggjan til at gera nakað fyri at broyta viðurskiftini í samfelagnum, Gorkij var eisini settur í fongsul undir uppreistrinum í 1905 og luttók í kollveltingini í 1917.

Gorkij og Tjekhov vóru góðir vinmenn, men Kirsuberjagarðurin vísir lítið av tí politiska framfýsni, ið eyðkennir Gorkij. Heldur enn at vísa okkum á eina ávísa leið frameftir, tykist Tjekhov heldur vilja vísa á so nógvar ymiskar leiðir sum gjørligt. Tað eru næstan eins nógv sjónarmið um framtíð Ruslands í leikinum, sum tað eru persónar. Fyri Trofimov hevur fólkið valdið til at skapa eina nýggja samfelagsskipan, ið byggir á javnrættindi. Fyri Lopakhin er tað hin praktiska strevanin eftir vinningi, sum er lykilin. Gajev vil bara vera sogin inn í tað kenda russiska skrivstovuveldið, o.s.fr.

Tjekhov tykist eisini gera sær ómak at undirgrava tær mest avgerandi útsagnirnar hjá sínum persónum. Varja t.d. letur hjarta sítt upp fyri eini sovandi Anju. Tey sterku og kenslubornu orðini, ið Trofimov ber fram fyri Ljubu, verða gloymd, tá hann dettur í trappunum beint aftaná. Og inniligu farvæl-orðini hjá Simeonov-Pisjtjik kunnu ikki dylja, at hann beint frammanundan als ikki hevði lagt til merkis, at tey øll vóru um at fara. Tað tykist, sum øll eiga eitt sindur av serligu evnum Jepikhodovs at uppsøkja ólukkur, og tað ger tað torført hjá okkum áskoðarum, at taka álvarsemið hjá hesum menniskjunum í álvara.

Klókasta niðurstøðan, ið verður gjørd í leikinum, eru kanska uppgevandi orðini hjá Firs “Sama ger” heilt í endanum á leikinum – men tey kunnu illa sigast at vera ein eggjan til at taka aktivan lut í samfelagsviðurskiftunum, enn minni til at fáa tey broytt. Tað er ikki so frægt, at vit vita, um Tjekhov sjálvur helt tað vera eitt gott ella vánaligt hugskot at høggja kirsuberjagarðin niður. Tá kona hansara í einum brævi spurdi hann “hvør er meiningin við lívinum?”, svaraði Tjekhov “Ein gularót er ein gularót, og meira vita vit ikki.”

Tjekhov og leiklistin.

Leikirnir hjá Tjekhov vóru í fyrstuni púra misskiltir. Fyrsti stóri leikur hansara “Másin” var ein stór fiasko. Tann siðbundni spælihátturin, sum var eyðkendir av dramatiskari deklamatión og stórum keipum, hóskaði als ikki til undirdrivnu replikklist hansara.

Tað var ikki fyrr enn hann fór at samstarva við áðurnevnda leikstjóran og sjónleikaran, Konstantin Stanislavski, at leikirnir hjá Tjekhov komu til sín rætt og fólk fóru at skilja teir og taka teir til sín. Stanislavski var grundleggjarin av einum naturalistiskum sjónleikarkynstri og gjørdi upp við tann gamla og yvirdrivna spæliháttin, sum eyðkendi siðbundnu leiklistina í hansara tíð. Naturalistiski spæli- og venjingarháttur hansara legði í staðin dent á at vísa leiklutirnar sum verulig menniskju og atburð teirra sum eina avspegling av tí veruliga lívinum.

Sjálvur orðaði Tjekhov síni leiklistarligu stevnumið soleiðis í sambandi við sjónleikin Platonov:

“Í tí veruliga lívinum brúka fólk ikki hvørja løtu til at royna at skjóta hvønn annan, heingja seg ella at bera fram kærleiksváttanir. Tey brúka ikki teirra tíð til at siga klók ting. Tey brúka nógv meira tíð upp á at eta, drekka, fjasa og tosa býtt,- og tað er tað, sum eigur at fara fram á pallinum. Tað átti at verið skrivaður ein sjónleikur, har fólk koma og fara, eta, tosa um veðrið og spæla kort. Lívið skal vísast júst, sum tað er, og menniskjuni skulu vera júst so torgreidd og samstundis so einføld, sum tey eru í veruleikanum. Fólk eta døgurða, ja tey gera nakað so einfalt sum at eta døgurða, og samstundis verður teirra eydna fullgjørd, ella lív teirra fara í smildur.”

Uppseting Tjóðpallsins: Vinkulin hjá leikstjóranum.

Anton Tjekhov skrivaði ein leik um menniskju, sum eru ávirkaði av stórum samfelagsligum broytingum í Ruslandi um ár 1900, og úrslitið var eitt verk, sum lýsir, hvussu samfelagsligar broytingar ávirka menniskju til allar tíðir.

Leikstjórin, Guðjón Petersen, hevur tikið støði í veruleikanum í 2010 uttan beinleiðis at flyta leikin til nútíðina. Í samrøðu í sjónvarpssendingini Refleksjón sunnukvøldið 24. oktober, segði hann, at hann sær leikin sum eina áhugaverda søgu um 12 persónar, ið hava livað í fíggjarligum sorgloysi, og sum ongantíð hava havt tørv á at fáa skil á lívum sínum og ongantíð hava havt dirvi til at taka torførar avgerðir um síni egnu lív.

Vit síggja eina familju, sum heldur fram at liva, sum var lívið ein veitsla, hóast fíggjarliga grundarlagið undir tilveru teirra er hótt og tey eru í stórum vanda fyri at fara til grundar, um tey ikki síggja veruleikan í eyguni og broyta síni lív.

Leikstjórin nýtti eina útsøgn hjá John Lennon at lýsa persónarnar í leikinum: “Life is what happens to you while you’re busy doing other things”.

“Hesi fólkini eru sera “busy doing other things”. Og tí síggja tey ikki tað, sum hendir í teirra gerandislívi. Og tey tora heldur ikki at síggja tað, tí um tey síggja tað, verða tey noydd til fullkomiliga at broyta sína lívskós.”

Sambært leikstjóranum er Kirsuberjagarðurin bæði eina tragedia og ein komedia: “Komedian liggur í, at øll menniskjuni ganga blint ígjøgnum lívið, eisini tey, sum halda seg vera so sera klók, og sum halda seg hava svarini upp á torføru spurningarnar, um hvussu vandamálini í tilveruni skulu loysast.”

Stílurin.

Uppsetingin hjá Guðjón Petersen er eitt fýrverk av visualiteti og orku.

Hon leggur í spælistílinum dent á tað komiska, bæði í kropsmálinum og leikháttinum. Og visuelt arbeiðir uppsetingin við einum blandingi av søguligum og nútíðar staklutum í pallmynd, rekvisittum og búnum. Og tónleikurin er onkustaðni millum 1904 og 2010.

Tað samlaða inntrykkið er ein tíðarleysur heimur, har vit liva okkum inn í persónarnar og tað, ið teir umboða, á einum almennum menniskansligum støði, samstundis sum vit vera bæði undirhildin -tí vit kenna søguna aftur- og sansiliga mettaði við litum, ljóði og ljósi.

Ljós og rúm eru ótrúliga væl gagnnýtt, soleiðis at pallmyndin hevur bæði breidd og dýpd á ein hátt, sum vit ikki eru so von við í tí annars heldur lítla teatursalinum hjá Tjóðpallinum.

Samanumtikið.

Kirsuberjagarðurin er eitt flott avrik hjá Tjóðpallinum. Samanspælið millum leikararnar er frálíkt og lyftir leikin fram sum eina heild. Ongin leikari lýsir fram um hinar, hóast fleiri av avrikunum eru merkisverd í dygd. Birita Mohr spælir tað tilkomnu men óbúnu og ábyrgdarleysu Ranevskaju ótrúliga væl, og Páll Danielsen sum bróður hennara Leonid Gajev hevur eisini eina rættiliga serstaka framførslu. Páll tulkar Gajev sum ein kventasligan gamlan drong, og tað kundi lættliga blivið ein bílig komediu-klisjé og liggur eisini tætt at tí markinum, men Páll megnar at draga framførsluna yvir røttu megin tað hárfína markið, so vit hóast tað í løtum uppgjørda kropsmálið trúgva upp á karakterin. Tað er djarvt gjørt. Kári Øster sum Firs er eisini ein minniligur figurur, og so havi eg eisini hug at nevna Kjartan Hansen sum tann stundum uppgjørdi, stundum eyðmjúki studenturin Trofimov. Hans Tórgarð gevur okkum eisini eina sterka framseting av tí sjálvuppbygda vinnulívsmanninum Lopakhin, hóast eg kanska í stóru dramatisku einrøðu hansara í 3. parti kundi hugsað mær at javnvágin millum villskap og styrki/pondus helti eitt sindur meira ímóti tí seinna. Men tað, sum veruliga er styrkin í leikinum, er samanspælið og tað, at eingin stjelur myndina fram um hini. Í roynd og veru áttu øll at verið nevnd fyri eitt frálíkt avrik. Eg fari at avmarka meg til at vísa lesaranum til listan yvir leikararnar, sum er endurgivin niðanfyri.

Hetta er ein sýning, sum eg vil mæla øllum sjónleikaráhugaðum til at fara og síggja. Fyri at uppliva Tjekhov, fyri at uppliva góð sjónleikaraavrik og fyri at uppliva eina sera livandi, nútíðarliga og hugskotsríka uppseting av einum klassikara.

Eftirskrift:
Høvundurin at hesi grein er ikki heilt ógegnigur í mun til umrødda leikin, tí hann hevur í sambandi við uppsetingina lagt til rættis eitt undirvísingarhefti til framhalds- og miðnámsskúlarnar fyri Tjóðpallin. Høvundurin hevur tó ikki havt nakran leiklut í sjálvari uppsetingina av leikinum.

 Fakta um sýningina:


Kirsuberjagarðurin


Sjónleikur eftir:
Anton P. Tjekhov

Týðing:
André Niclasen

Leikstjórn:
Guðjón Pedersen

Pallmynd:
Finnur Arnar Arnarson

Búnar:
Elín Edda Árnadóttir

Ljóssetan:
Árni Baldvinsson

Leikarar:
Ljuba • Ljubov Andrejevna Ranevskaja, góðseigari • Birita Mohr
Leonid • Leonid Andrejevitj Gajev, bróðir Ljubu • Páll Danielsen
Anja • Anja, dóttir Ljubu • Mariann Hansen
Varja • Varvara Mikhailovna, stjúkdóttir Ljubu • Barbara Christophersen
Lopakhin • Jermolaj Aleksejevitj Lopakhin, handilsmaður • Hans Tórgarð
Petja • Pjotr Ivanovitj Trofimov, studentur • Kjartan Hansen
Dunjasja • arbeiðskona • Súsanna Tórgarð
Jasja • tænari • Hjálmar Dam
Jepikhodov • Semjon Pantelejevitj Jepikhodov, skrivstovumaður • Bárður Persson
Firs • Firs Nikolajevitj, tænari • Kári Øster
Charlotta • Charlotta Ivanovna • Katarina G. Nolsøe
Pisjtjik • Boris Borisovitj Simeonov-Pisjtjik, góðseigari • Egi Dam