Sunday, November 7, 2010

Mentanartiltak í Suðuroy - myndir

Mentanartiltakið í Segloftinum á Tvøroyri í gjár var stak væl eydnað. Umleið 30 áhoyrarar vóru og lurtaðu eftir teimum ymisku framløgunum á Seglloftinum, har tvær bøkur vóru lagdar fram; Vencil 9 og Listin 2010. Teir báðir ritstjórarnir, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen lósu upp egið tilfar úr Vencil 9 og tað gjørdi Annika Skaalum eisini. Inger Smærup Sørensen hevði kjakupplegg við støði í einum bloggi, sum snýr seg um hvørt listin skal stýrast og hvør tá skal stýra henni http://listinblog.blogspot.com/2010/07/skal-listin-styrast-og-hvr-skal-styra.html Undirritaða greiddi frá bókini um Nólsoyarmálaran og inn í millum spældu Neil og Eyðun, sum hevur eina framúrskarandi flotta, høga rødd. Løtan var hugnalig og nokkso drúgv, men fjølbroytt og onkur av áhoyrarunum segði, at tað kendist ikki sum hevði hon sitið og lurtað 3 tímar. Hetta man hava verið serliga góðir og áhugaðir áhoyrarar. William Smith segði, at tað altíð er ein góð kensla at koma til Tvøroyrar, tí har kennir hann seg heima. Síðani hoyrdu vit eitt heldur óhugnaligt brot úr bók hansara, Gagnligt lív. Tann av luttakarunum á hesum mentanartiltakinum, sum dugir best at lesa upp og sum eisini er bæði pallvandur og pallfegin er Carl Jóhan Jensen og tó at eg fleiri ferðir havi lisið teir tekstirnar hjá Skjaldraveldinum, sum hann undirhelt við úr Listin 2010 so var tað líka við, at eg skramblaði niður av stólinum so nógv sum eg flenti. Hansara upplestur av Skrokkakvæðnum hjá Ginsberg í týðing Gunnar Hoydals var rock n´roll júst í somu ond, sum The ballad of the skeletons er skrivað og so ger tað einki um hann snávaði um onkur orð. Framførslan minti meg á eitt áhugavert orðaskifti í facebook um fuck you potentiali í ymiskum sangum. Fuck you Skrokkakvæði má sigast at ver á rættiliga høgum fuck you støði umframt, at hondverkið í týðingini hjá Gunnari Hoydal situr einastandandi væl. Tað var forleggjarin, John Dalsgarð og forlagið Í Støplum, sum skipaði fyri tiltakinum saman við Vencil. Vit byrja við eini mynd av John og enda við eini mynd av Onnu Kirstin Thomsen, ið vísti okkum runt á Segloftinum, sum er eitt fantastiskt  mentanarhús. 
(KP)