Saturday, December 25, 2010

Jólaheilsan


Gleðilig sól

Í vøkru sólarjólakvirruni í morgun ynskja vit øllum okkara lesarum eini gleðilig jól við eini mynd hjá Arnold Vegghamar. Ein serstøk heilsan fer til tey føroysku listafólkini og serliga tey, sum hava verið beinasom at latið blogginum tilfar. Vit vóna, at tit halda fram við tí, so at vit framhaldandi kunnu hava ein góðan listablogg. Í morgin verður yrkingin MAÐUR OG MÁLNINGUR hjá Aleksanduri Kristiansen at lesa, umframt eitt bræv frá Thomas Michael Smith, sum m.a. snýr seg um Nólsoyarmálaran, Steffan Danielsen.

Vit halda tað vera hóskandi í morgun at endurgeva eina sólarkvøðu hjá Olivar á Ryggi, ið stendur í Songbók Føroya Fólks:

1 Hækkandi sól,
reis nú tú alt
eftir vetrarins jól,
breið tú títt ljós yvir stirðnaðu eingir,
dagarnir togna og fuglunum leingist
mót hækkandi sól.

2 Vermandi sól,
loys alt hitt bundna,
ið fjalt lá um jól;
brátt eru horvnar tær sólleysu løtur,
aftur vit ferðast um haga og gøtur
í vermandi sól.

3 Signaða sól,
bláoygd tú brosar
frá Guds veldis-stól,
sælar tær stundir í ljósglæmu fríðu
birta upp lív, meðan dagarnir líða,
signaða sól.