Mentamálaráðharrin háðar tey heiðraðu
Skerjingar
Ikki er altíð líka lætt at vera politikari – serliga í ringum tíðum, men tað er í ringum tíðum, at veruligir politikarar verða evnaðir. Tá ið so politikarar gera tíðirnar verri, tí at teir ikki vilja raðfesta politiskar raðfestingar, tá er tað, at orð og gerðir ikki hanga saman.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur tað ikki lætt. Hon hevur fingið harraboð um at spara á einum øki, sum frammanundan ikki hevur nakað sum helst at spara . Hon fer nú eftir eini kontu á 500.000 krónur, ið er til Mentanarvirðisløn landsins, Heiðursgávu landsins og sømdargávur til listafólk. Hesi hava gjøgnum eitt langt lív lagt stór listavirði og harvið lagt eitt týðandi virðisgrundarlag undir samfelagið, soleiðis sum tað sær út í dag. Hesa kontu ætlar Helena Dam á Neystabø at skerja við einari helvt - 250.000 krónur. Og, sum eg skilji á miðlunum, so eru hesir pengar tiknir frá Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávu landsins. Listafólkasamband Føroya mótmælir slíkari óumhugsaðari avgerð, sum landsstýriskvinnan er í ferð við at taka.
Røðan hjá Helenu
Eg havi hug at minna á, at virðing fyri mentan og list og betri umstøður at skapa og at varðveita mentan og list – er sjálv fyritreytin fyri, at onnur týðandi endamál, sum vit hava sett okkum í felag, kunna eydnast. Soleiðis segði ráðharrin í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, í røðu, hon helt á almennari móttøku fyri Ebbu Hentze, tá ið hon fekk Mentanarvirðisløn landsins í 2008. Eg havi hug at minna Helenu á tey føgru orð, hon helt henda dagin, áðrenn hon letur rokniarkið upp á teldu sínari í Mentamálaráðnum og í glæmuni frá telduskíggjanum sker hesa kontu við einari helvt. Mentanarvirðisløn landsins á 150.000 krónur verður latin listafólki, ið onkursvegna hevur skapað dygdargóða list. Heiðursgáva landsins á 75.000 krónur verður latin felagskapi ella einstaklingi fyri drúgt arbeiði fyri mentan og list. Sømdargávurnar á skallutar 20.000 krónur árliga verða latnar listafólki, ið við síni list hava ment listina og tí eisini samfelagið. Til hetta kann sigast, at danski sømdarpeningurin er 90.000 skattafríar krónur árliga. At landsstýriskvinnan ætlar sær at skerja hesa kontu við einari helvt fer at gera óbótaligan skaða.
Latum okkum niðurlaga
Landsstýrið er við at niðurlaga alt samfelagið sum tað er, tí at ongin greiður politikkur er. Í staðin sýnist tað sum um, at samgongan heldur vil føra rokniarkpolitikk enn veruligan stevnuskrápolitikk. Einasta orðið, ið sitandi samgonga dugir at siga, og einasta framtíðarvisjónin tey hava, liggur í orðinum: “útreiðsluneutralitetur”. Við hesum orði klistraðum fyri sjónina letur eitt landsstýrisfólk fyri og annað eftir rokniarkið upp og brýtur niður øll tey, sum eru veikast, tey sum bera fæstu atkvøður við sær og tey, sum mett verður ikki gera alt ov nógv um seg. Slíkur ráksnúningarpolitikkur tykist at hava vunnið frama millum samgongulimir, tí at eitt val kemur jú aftur, og tá kunnu samgongupolitikarar aftur lova og selja sína sál og lygnir fyri eitt valskeið afturat. Tað er jú eisini so lætt, tá ið talan er um turrgeld tøl á einum rokniarki, tí hervið sleppa landsstýrisfólkini undan at hugsa um politikk og verulig menniskju. Eg kundi hugsað mær at fingið at vitað frá lansstýriskvinnuni í mentamálum, hvør politiska visjónin er, tá ið hon sker niður kontuna, sum letur Mentanarvirðisløn landsins, Heiðursgávu landsins og sømdarpeningin? Um einasta svarið, hon hevur, er, at sparingin skal verða útreiðsluneutral, so vil eg ikki hoyra tað, tí at slíkt hevur onki við politikk at gera. Slíkt er bókhaldaravirksemi.
Landsstýrisætlanin
Tað sýnist fyri mær sum um hetta landsstýrið hevur lagt eina ætlan, har tey leggja seg eftir økjum, har tey halda, at fæst atkvøður eru at missa. Fyrst fekk fólkaskúlin boð um at spara. Hetta varð gjørt soleiðis, at tær lógarbundnu lærugreinirnar ikki kundu nertast, og tí máttu sperdu skúlastjórarnir skerja tær skapandi lærugreinirnar. Tá ið nú hetta er gjørt, so fer landsstýrisfólkið eftir teimum, sum hava slitist við at skapað list landinum at frama og fyri so lága løn, at ein samlibandsarbeiðari í Kina er ríkur afturímóti einum føroyskum listafólki. Við slíkum skerjingum, har skapandi lærugreinirnar í fólkaskúlanum eru alvorliga skerdar, samstundis sum tey, sum veruliga hava lagt eftir seg virði, ið vit kunnu verða stolt av, eisini vera við skerdan lut, so fái eg illgruna um, at politiska visjónin hjá Helenu Dam á Neystabø og landsstýrinum er at niðurlaga skapandi virksemi. Um hetta ikki var nóg mikið, so hevur hon eisini skorið niður í ÚSUN-stuðlinum. Nógv, sum fáa stuðul haðani, eru eisini listafólk. Nú fer eitt mynstur at taka skap, ið er mestsum ov mistonkiligt.
Røðan hjá Helenu
Víðari í somu røðu fyri Ebbu Hentze sigur landsstýriskvinnan:
Til dømis at økja um hugtøk sum virðisgrundarlag, útflutningsvirði, at skapa grundarlag fyri upplivingarbúskapi, at menna okkara kappingarsamleika, ja, yvirhøvur fyritreytin fyri at menna Føroyar. Eitt av høvuðshugtøkunum í fólkaskúlalógini er “virðisgrundarlag”. Nú, tá ið Helena Dam á Neystabø óbeinleiðis hevur borið so í bandi, at fólkaskúlin verður noyddur at spara skapandi lærugreinirnar burtur, so rýkur jú eitt týðandi virðisgrundarlag undir fólkaskúlanum.Tey, ið hava skapandi lærugreinir gerast ikki øll listafólk, men við at arbeiða við skapandi lærugreinum fara næmingarnir í fólkaskúlanum at duga væl at skoða og skilja list. Listafólk, sum hava fingið Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávu landsins, hava eisini økt um virðisgrundarlagið undir føroyska samfelagnum, ið fyllir føroyskt undirvísingartilfar. Eg kann nevna fólk sum: Hanus Kamban, Ebba Hentze, Ólavur Hátún, Martin Tórgarð, Gunnar Hoydal, Laura Joensen, Emil J. Thomsen, Regin Dahl, Ingálvur av Reyni, Axel Tórgarð, Eyðun Johannesen, Zacharias Heinesen, Tita Vinther og Kári P. At strika Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávu landsins orsakað av “útreiðsluneutraliteti” er í mínari verð tað sama, sum at háða tey, sum longu eru heiðrað. Tá ið Helena Dam á Neystabø eisini er við til at oyðileggja fyritreytina fyri at menna Føroyar, sum hon sjálv tekur til, so skilji eg als ikki meiningina við politikki hennara. Als ikki!
Helena Dam á Neystabø sigur víðari í góðu og rámandi røðu síni: Vert er at geva sær far um, at: - einki av hesum kemur uttan fyrireikingar, - einki av hesum er uttan útreiðslur, - einki av hesum kemur av sær sjálvum. Í dag hava hesi sonnu orðini eyðsæð ongan týdning fyri Helenu Dam á Neystabø. Tað verður sagt, at skalt tú gerast dugnaligur til okkurt, skal tú venja minst 5000 tímar. Tey listafólk, ið hava fingið Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávu landsins, hava stríðst og strevast fleiri ferðir 5000 tímar. Nógv av teimum hava verið blóðfátæk, tí at marknaðurin í Føroyum ikki er nóg stórur til okkum listafólk at liva av, onkur hevur havt arbeiði við síðuna av sínum listaliga virksemi, og onnur hava við sínari list sett Føroyar á heimskortið og harvið økt virðisgrundarlagið, kappingarsamleikan og kanska sjálvt útflutningsvirði. Helena Dam á Neystabøð hevur so æviga rætt, tá ið hon peikar á, at alt hetta hongur saman. Tað kann væl vera, at pengarnir ikki síggjast beinanvegin aftur í landskassanum, men pengar latnir listini eru sum ringar í sjónum. Teir síggjast aftur í virðisgrundarlagnum, øktum tali av ferðafólki, ið koma til landið at hyggja, hvat hetta er fyri eitt evarska lítið land, ið hevur skapt slík listafólk. Verður ein króna latin listini í stuðli, so fær landið 10 krónur aftur.
Síðani sigur landsstýriskvinnan hesi mergjaðu orðini í røðuni: Dagsins virðislønarmóttakarar eru fyrimyndir. Tey hava staðið á odda fyri listarligum og mentanarligum avrikum, tey hava ruddað slóð, hvørt á sínum øki, og fyri hetta verða tey í dag heiðrað.
Hetta eru veruliga orð, sum fløva – orð, sum høvdu stóran týdning fyri tey, sum fingu Mentanarvirðislønir landsins og Heiðursgávur landsins. Tey hava nemliga staðið á odda fyri góðum listarligum og mentanarligum avrikum. Tey eru øll errin av, at landið heiðrar síni listafólk. Eisini føla tey, at tey hava ruddað slóð fyri komandi listafólkum, at tey hava ment samfelagið og lagt afturat virðisgrundarlagnum, ikki bara hjá Føroyum, men øllum føroyingum – ungum sum gomlum.
Listaráðið
Um sama mundi sum landsstýriskvinnan í mentanmálum, Helena Dam á Neystabø, helt hesa sigandi røðu, handaði ein bólkur álit um at umskipa Mentanargrunn landsins til eitt Listaráð. Í álitinum, sum eg sjálvur var við til at orða, gjørdu vit ein stiga, sum listafólk kundu leggja sína listaligu lívsleið eftir. Fyrsta stig var, at hava starvslønir, sum fólk kundu søkja, júst soleiðis, sum møguleikarnir eru í dag.Næsta stigið var, at eini 16 listafólk kundu fáa lønartrygd, ið svarar til 75% av starvslønarupphæddini.Triðja stigið var, at listafólk høvdu møguleika at fáa eina sømdargávu (vit hildu, at avriksløn var betra heitið) á 90.000 krónur hvør. Eisini var eitt stig Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgáva landsins. Soleiðis sum landsstýriskvinnan hóreiggjar sær nú á døgum, so verður hetta arbeiðið skotið til jarðar. Tað hevur tikið ár at koma so langt, sum vit eru komin í dag, og alt hetta arbeiðið ætlar landsstýriskvinnan at oyðileggja. Tað er jú lættari at bróta niður enn at byggja upp.
Føroysk listavinna
Ikki ber til at samanbera mentanarpolitikkin í Føroyum við mentanarpolitkkin í øðrum londum. Marknaðurin her á landi er so mikið avmarkaður, at illa ber til at liva av síni list. Skulu vit listafólk liva av listini, hevur tað stóran týdning, at tað almenna og tað privata stuðlar henni. Tað almenna eigur eisini at bera so í bandi, at listin kemur út um landoddarnar, tí at tey, ið fáast við list ikki hava neyðugu fíggingina sjálv. Lítið tænir at hava eina árliga samling við føroyskari list í onkrum evropiskum stórbýi, men tað munar eitt lítið sindur. Heldur átti Vinnumálaráðið at miðað fram ímoti at gjørt list til eina útflutningsvøru. Ikki bara brúkslist og popplist, men eisini list, sum krevur eitt sindur av skoðaranum. Bókmentir úr Íslandi verða høvuðsnavnið á bókmentamessuni í Frankfurt í 2011. Hví? Jú, tí at listin í Íslandi er ein so inngrógvin partur av gerandislívinum og tí eisini teimum politisku avgerðunum. Her á landi skal helst tigast, tí at so leingi vit tiga, so er ongin politikari, sum skerjir játtanina til list.
Hvørjum arbeiðir landsstýrið fyri?
Eg helt, at ein, sum varð settur at røkja sín landsstýrissess, røkti økið, hann umsat til frama fyri tey, sum hoyra til landsstýrisøkið.
Reiðiligheitin fer av einum politikara, sum heldur eina so mergjaða røðu, tá ið hon heiðrar síni listafólk við virðislønum, og í næstu løtu strikar somu virðislønir orsakað av harraboðum um útreiðslunetralitet.
Heldur átti landsstýriskvinnan í mentamálum at arbeitt fyri sínum øki og ikki arbeitt ímóti tí. Hetta kundi verið gjørt við, at hon arbeiddi fyri, at tær einskiljingarnar verða framdar, sum samgonguskjalið bendir á skulu fremjast, í staðin fyri at strika Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávu landsins.
Oddfríður Marni Rasmussen
Formaður í Listafólkasambandi Føroya