Andras Mortensen er 50 ára gamal og útbúgvin cand. mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Phd í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya.
Andras Mortensen hevur drúgvar royndir í føroyska savnsheiminum. Seinastu fimm árini hevur hann verið landsantikvarur og stjóri á Føroya Fornminnissavni, men starvsleiðin byrjaði longu í 1979, fyrst sum hjálparfólk í lestrartíðini og síðan 1989 sum deildarleiðari á Fólkalívsdeildini á Fornminnissavninum. Síðst í níti árunum starvaðist hann í granskingarørindum á Stavanger Sjøfartsmuseum og Søgu- og Samfelagsdeildini hjá Fróðskaparsetri Føroya, har hann síðan 2003 eisini hevur verið adjungeraður lektari.
Síðan aldaskiftið hevur Andras Mortensen eisini verið virkin innan vísindaligt útgávuvirksemi, fyrst í Føroya Fróðskaparfelag, og síðan í universitetsforlagnum Fróðskapi, sum hann saman við øðrum tók stig til í 2005. Síðan 2007 hevur Andras Mortensen verið føroyskt umboð í Kulturkontakt Nord, sum er ein stuðulsstovnur hjá norðurlendska ráðharraráðnum fyri mentanararv og list.
Virkisøkið hjá Søvnum Landsins er náttúru- og mentanarsavnsvirksemi, skjalasavnsvirksemi og bókasavnsvirksemi. Nýggi stjórin skal leiða og menna samanlagda stovnin og skapa sambond út um stovnin. Saman við sínum starvsfólkum og í samráði við Mentamálaráðið skal hann skipa samanlagda stovnin bygnaðarliga. Umleið 70 fólk starvast á samanlagda stovninum.
Andras Mortensen tekur við starvinum sum stjóri fyri Søvn Landsins 1. desember.
Landsstýriskvinnan fegnast um, at samanlagdi stovnurin nú loksins verður veruleiki. ”Søvnini hava ómetaligan týdning fyri okkara samleika og fyri menningina av okkara samfelag. Her starvast okkara fremstu savnarar, granskarar og miðlarar av vitan og list, náttúru- og mentanararvi. Eg ivist ikki í, at tað fer at bera til at fremja varisligar og skilagóðar bygnaðarbroytingar, soleiðis at meira fæst burtur úr tí ríka tilfeingi, sum stovnarnir varða av, og eg vil ynskja stjóranum og starvsfólkunum eina hepna hond”, sigur Helena Dam á Neystabø.
http://listinblog.blogspot.com/2010/10/komi-nu-inn-i-kampin.html
http://listinblog.blogspot.com/2010/09/stjori-til-svn-landsins.html