Thursday, December 2, 2010

Jesus í Norðurlandahúsinum


Fjøldin er cool!

Hugleiðing: Kinna Poulsen

Bláur roykur dandar í ljósinum sum á eini rockkonsert og á pallinum gongur vararektarin stillisliga og sópar upp pengaseðlar av pallinum. Eg siti mitt fyri í salinum í Norðurlandahúsinum. Salurin surrar av vón og spenningi og eg fangi brot av setningum sum "Fuuuck... vit sita mitt fyri, tað er sjúkliga feitt" og "Hvat skrivar tú høvuðsuppgávu um?" -"Okkurt um kvæði" -"Huff, er tað ikki megarotið?" -"Nei, kvæði kunnu faktist vera nokk so nice". Rundan um meg er stóri salurin í Norðurlandahúsinum tiltaglaður av alspentum ungdómum, tey sita sum á nálum og gleða seg til aðru akt av Jesus Christ Superstar.

Lærarin verður eina løtu burtur í egnum hugaheimi, tí tað er neyvan nakað sum í størri mun genererar hugleiðingar um tíð enn ein ungdómsframførsla. Ja, those were the days, tá vit sótu niðri hjá Ingun og messaðu "Roll on up for the prize is down.." og allar hinar á Jesus Christ Superstar hjá Andrew Lloyd Webber og Tim Rice. Summi vóru meira fanatisk enn onnur og var undirritaða helst millum tey ovurfanatisku, ið ikki fegin lat seg órógva í eini Jesus Christ Jamsessión. Eg var fram um alt sannførdur fjeppari av teirri "ordiligu Superstar plátuni", sum vit kallaðu hana og sum altso er tann frá 1970 við Ian Gillan, Murray Head og Yvonne Elliman. Tápulingar, sum hildu við Ted Neely, gjørdu vit okkara besta fyri at ignorera. Tað er jú soleiðis við allari fanatismu, at hon ikki loyvir nøkrum iva framat og tí var tað næstan við ringari samvitsku, at eg útvegaði mær filmssoundtrackið, men tað var eg noydd til, tí eg hevði hoyrt sangin "Could we start again, please", sum ikki er á teirri "ordiligu Superstar plátuni". Sangurin er so vakur, at hann mátti hoyrast umaftur og umaftur og mitt í øllum gjørdist eg eisini hugtikin av musikalitetinum hjá Carl Andersonsa Judas. Soleiðis er, tá ivin sprettur, at hann ikki heldur uppat aftur.

Ivin er grundleggjandi í Jesus Christ Superstar og er helst eisini ein orsøk til, at plátan rørdi okkara ungu sál. Vit vóru so von við, at alt hetta við Jesus var púra ivaleyst, men fingu nú frænir av eini heilt aðrari støðu, har sjálv superhetjan ivast so nógv, at hann í Getsemane er við at desertera við umberingini, at hetta við tí ræðuliga pínslarváttadeyðanum er okkurt, sum Guðfaðirin og ikki hann sjálvur hevur funnið uppá. Uppreistur móti foreldrum er jú ongantíð púra óaktuelt í ungdómshøpi og her var tað enntá sjálvur Guð, sum fekk fuckfingurin. Okkum dámdi tað sera væl.

Í leikinum fylgja vit skeptikaranum Judasi Iskariot, sum tó at hann alla tíðina gongur og illneitast og finnist at tí, sum gongur fyri seg, er nógv tann mest sympatiski figururin á pallinum. Tí tú skilir hann so ómetaliga væl. "Fjøldin er býtt!", helt Kierkegaard og tað kunnu vit ikki annað enn vera samd við honum í viðvíkjandi teirri fjøldini, ið fylkist kring Jesus í Norðurlandahúsinum. Tey síggja altso ikki ov klók út sum tey vasa kring pallin eins og ein sekt, ið hevur mist vit og skil til at hugsa sjálvstøðugt og Jesus sjálvur tykist næstan ovbyrjaður longu áðrenn hann er komin í gongd við síni passión. Fyri ein ortodoksan JSC flippara sum meg er tað ein sonn royndarstund at hoyra tekstin á øðrum máli enn á upprunamálinum. Tað má eg bara viðganga og tað sjálvt um eg veit, at tað er høvundurin Gunnar Hoydal, ið týtt hevur. Eg fekk ikki alt við - tað er ikki lætt, tá tú hevur enska ljóðsporið koyrandi inni í høvdinum - so eg stilli meg mitt í ummælarakórið, sum hevur sett fram ynski um at hava tekstin tøkan, men einastaðni nevnir Judas fylgið hjá Jesusi sum er vorðið blint, ella er tað blóðið, sum er tynnt. Og tað er í øllum førum beinrakið, tí rokaligi hópurin er fyri tað mesta átøkur eini flipputari Woodstockfjøld, ið sera sjáldan og rættiliga ófegin er edrú.


Í Norðurlandahúsinum má sannast, at føroyskir ungdómar eru komnir ómetaliga langt síðan kvøldini hjá Ingun, tá vit sótu í einum rundingi á gólvinum og sungu Jesus Christ. Tá var tað kvøld, myrkt inni og mjørki (tá varð roykt innandura), eins og ein ávís promilla gjørdi sítt til, at minka um okkara smædni. Tey ungu tora so nógv betri í dag, tey duga betur og teirra framførslur eru merktar av frælsi, áræði og av dirvi. Tey hava eisini betri førning enn vit og í hesum sambandi skulu fyrst og fremst tónleikararnir hava eitt herðaklapp. Tónleikurin í Jesus Christ Superstar er á allan hátt grundleggjandi fyri leikin og orkestrið syrgdi fyri, at henda grundin bar allan vegin í gjøgnum. Okkurt smávegis var, sum eina løtu ikki stemmaði perfekt, men tað var heilt øgiliga lítið og hevði ongan týdning. Eg varð veruliga hugtikin av orkestrinum, ið svingaði so væl, at eg hevði ilt við at sita so mikið still sum mann eigur í Norðurlandahúsinum. Eg var somuleiðis imponerað av ljósinum og av ljóðinum, pallinum og av scenografiini sum heild. Áhugaleikur í Føroyum hevur neyvan havt flottari karmur enn tær, ið eru kring Jesus Christ Superstar og lat meg skunda mær at siga, at hetta er áhugaleikur á høgum stigi.




Jesus Christ Superstar er væleydnaður leikur og tað er hann av fleiri orsøkum. Ein orsøk er, at allir spælararnir hava førleika at syngja, dansa og spæla, eins og sera nógv fólk eru á pallinum í senn. Hetta gevur eina sera dynamiska og sterka eind. Kórið hevur ein stóran og umráðandi leiklut, sum tey klára framúrskarandi væl við píli uppeftir. Kórið syngur nógv og serstakliga væl bæði sum heild og í ymiskum bólkum. At tað snýr seg um eina ordans satsing, eru pallviðurskiftini dømi um. Í salinum í Norðurlandahúsinum er ein partur av balkongini tikin burtur fyri at rúma umleið hálvfems áskoðarastólum og stórfingnu pallmyndini hjá Jóannes Gaard, sum er grá og lutfalsliga einføld, tó at pallurin er bygdur upp í fleiri stigum, ið veitir framførsluni dynamikk. Tey ungu fólkini orka ótrúliga væl. Tey syngja væl, summi betri enn onnur, eins og sjónleikurin fellur summum lættari enn øðrum. Tað vil so vera, tá talan er um áhugaleik, men framførslan hjá Heródes er í ósvitandi serflokki. Landshøvdingin hevur í versiónini hjá Mike Viderø neyvan verið meira kinky enn tað sama. Karikatururin, sangurin og dansurin verður framførdur lætt og elegant við skemtiligum yvirskoti. Leiklutirnir hjá Jesusi og Judasi eru ovurstórir og hava báðir leikararnir Páll Brim Joensen og Terji Giovanni Djurhuus stórt rós uppiborið fyri teirra framførslu, eins og Birita Adela Davidsen, ið spælir Maria Magdalena hevur rós uppiborið fyri hennara vøkru, myrku rødd. Men sum áhoyrari hevur tú kenslu av, at Jesus Christ Superstar í stóran mun er ein felags verkætlan, ið er borin uppi av heildini, av Rútmiska Kórinum í Hoydølum, av koreografiini hjá Vígdis Hentze Olsen, av tónleikaleiðsluni hjá Hans Paula Tórgarð, Hans Olivuri Joensen, Onnu Katrinu Petersen og Ólavi Olsen, av øllum teimum mongu úr Tórshavnar Musikkskúla, Studentaskúlanum í Hoydølum og Tekniska Skúla, ið seymað hava búnar, hava smíðað pallin ella hava staðið fyri at smyrja leikarunum osfr. Luttakara- og kredittlistin er alnalangur og alt ov rúgvusmikil at endurgeva her, staðfestast kann bara, at her hava ómetaliga nógv fólk gjørt teirra arbeiði til lítar og tøkk fái tey øll fyri tað.


Jesus Christ Superstar fevnir jú um fleiri listasløg, men tónleikurin og sangurin hava sum áður nevnt serstakliga stóran týdning í leikinum. Tó, at eg varð rørd, tá tann illa pískaði Jesus ikki loyvir Pilatusi at bjarga honum, er veruligu hæddarpunktini fyri meg tey musikalsku. Umframt tey nevndu er tað t.d. tann fantastiska ouverturan, tann ótespiligi men musikalski Annas hjá Sissal Grækarisdóttir Magnussen, Getsemane, vakra duettin millum Biritu Adelu Davidsen og Ára Berghamar Danielsen um at byrja umaftur, fyri ikki at tala um Judas og tær ávikavíst hottu og coolu showgenturnar from hell og eingladiddurnar í væl svingandi, ekstatiska gospelsanginum at enda og so havi eg als ikki nevnt tær feitu guitarsoloirnar...


Durita Djurhuus hevur áhugaverda og lagnutunga leiklutin sum Pilatus, sum hon klárar við bravur, eisini hóast okkurt av sanginum liggur eitt sindur høgt í mun til upprunaversiónina, men hetta kemst helst av tí, at leikluturin upprunaliga er mannligur. Tað eydnast sum heild sera væl at hava kvinnur í mannligu leiklutunum, sjálvt um sangliga avbjóðingin hervið gerst størri. Við teirri óhugnaligu strangu leðurgívrini, ið samstundis er so rørandi klárskygd og menniskjalig, fer leikstjórin longst frá upprunaversiónini og tað hevur við sær, at undirritaða eina løtu fær frið fyri enska ljóðsporinum, tí eg gloymi tað og er hetta ein sera góð kensla. Fyri mær kundi leikurin sum heild verið væl meira far out, men tað er kanska ikki so lætt, skalt tú vera trúgvur móti forlegginum og bera fram eina ávísa hendingagongd. Bæði Tim Rice og Annfinnur Heinesen enda við at vera bæði trúgvandi og trúgvir mótvegis superhetjuni Jesus Christ Superstar. Tó at tað als ikki sæst á leikarunum, man Superstarfjøldin vera móð eftir seytjan framførslur, tí hetta gongur jú fyri seg samstundis sum skúli o.a. skal passast. Um bert tríggjar sýningar verður tað bye bye Jesus og var áskoðaraupplivingin stór, er hetta fyri okkara ungdóm ógloymandi lívsroyndargrundarlag.