RIFF 2010
Sakaris fekk virðisløn
Ikki kann sigast annað enn, at íslendingar duga og vilja taka list og mentan í álvara. Eisini tá tað kemur til film sýnir Ísland veruligt format við ambitiøsa filmfestivalinum RIFF, Reykjavik International Film Festival, sum varð stovnaður í 2004 og sum eisini í ár hevði vitjan av nógvum prominentum filmfólkum, m.a. helt Jim Jarmusch masterclass á ársins RIFF.
Høvuðsvirðisløn teirra nevnist Gylti Lundin og hana fekk italski filmsleikstjórin, Michelangelo Frammartino fyri filmin Quattro Volte, meðan føroyingurin, Sakaris Fríði Stórá (f.1986) fekk virðislønina Gylta Eggið fyri besta stuttfilmin hjá einum yngri upcoming filmssleikstjóra fyri stuttfilmin "Passasjeren", ið varð vístur í Norðurlandahúsinum í byrjanini av hesum árinum. Vit ynskja Sakarisi hjartaliga tillukku við hesum bragdi og hava vent okkum til hansara fyri at forvitnast eitt sindur um hvaðan hann kemur og um hvussu tað kennist at vinna eina tílíka virðisløn.
Sakaris greiðir frá, at hann eftir fólkaskúlan arbeiddi í trý ár á flakavirkinum í Skopun, har hann er uppvaksin og har hann býr í løtuni. Síðan gekk hann á háskúla í Noregi har hann eisini las á Nordland Kunst og Filmskole í tvey ár. Sakaris hevur gjørt tveir stuttfilmar "Ikaros" og "Passasjeren", ið báðir eru framleiddir í Noregi og hava verið sýndir á ymsum filmsfestivalum. Harumframt hevur hann luttikið á Berlinale Talent Campus, sum er eitt forum fyri tey evnabestu filmstalentini í heiminum. Sakaris greiðir frá um virðislønina:
"Eg fekk ótrúliga góðan respons uppá filmin aftaná sýningina, men eg hevði veruliga ikki væntað, at eg fór at vinna. Støðið á filmunum í kappingini var høgt, og teir flestu av luttakarunum høvdu nógv drúgvari royndir á filmsøkinum, enn eg sjálvur. Tá vinnarin skuldi kunngerast, segði maðurin á pallinum "hetta síggi eg er eitt svenskt navn". So segði hann navnið á mær, men eg fekk tað ikki við fyrr enn eg sá tað standa á tí stóra løriftinum. Eg var absolutt ikki fyrireikaður uppá at halda eina takkartalu fyri einari so stórari fjøld av fínum fólkum, men eg kláraði so at rætta tað og siga, at eg faktiskt eri føroyingur. Tað var stuttligt, tá filmslistarfólk, ið eg havi sæð upp til í fleiri ár, tóku í hondina á mær og ynsktu mær tilukku. Eg eri virkuliga glaður fyri at eg vann. At fólki dámar tað eg geri, gevur mær hug til at halda fram. Eg vil gera mínar filmar soleiðis sum eg sjálvur hava hug til, og teir eru ikki gjørdir við tí endamálinum at vinna nakað sum helst. Tað hevði tó verið meiningsleyst, um fólk ikki dámdu filmarnar, serliga eftirsum at filmur er ein lutfalsliga dýr listagrein. Eg vil geva áskoðarunum eina uppliving, tá tey síggja mínar filmar. Á virðislønini, sum eg fekk, stendur "Encouragement Award", og "Encouragement" er akkurát tað, sum ein tílík virðisløn gevur, og tað kemur sera væl við, nú eg eri í gongd við fyrireikingar til mína næstu verkætlan.
Ungi filmsleikstjórin er sostatt ovurhonds og skilliga fegin og errin um virðislønina. Hann greiðir víðari frá, at hann allíkavæl fekk eitt lítið tjóðskaparligt prik eftir sýningina, tá onkur spurdi um ein filmur á norskum var tað besta umboðið fyri Føroyar: "Eg var eitt sindur illa við, men royndi at greiða frá, at myndinar hjá Mikines og skaldskapurin hjá Heinesen, ikki vóru óføroysk fyribrigdi, sjálvt um Heinesen skrivaði á donskum og Mikines málaði í Danmark. Kanska ein býtt samanbering, men óansæð, so er filmur eitt universalt mál" heldur Sakaris.
Film in Golden Egg competiton: Passasjeren/The passenger - 09:00 min. Filmurin Passasjeren snýr seg um unga Erik, ið starvast sum hýruvognsførari og sum býr saman við unnustu síni í húsunum, sum hann hevur arvað frá fosturforeldrum sínum. Ein dagin finnur Erik útav, at pápi hansara ætlar at møta honum. Erik hevur ongan hug at hitta pápan, men mangt kann henda, tá tú arbeiðir sum hýruvognsførari. Passasjeren er ein sorgarsøga, ið varir 9 minuttir og tað er at vóna, at hann verður vístur aftur heima í Føroyum sum skjótast, so at eisini vit her á listablogginum kunnu uppdatera okkum viðvíkjandi føroyskari filmslist. Sambært Birgiri Kruse er hetta besta íkastið til tað í Føroyum lutfalsliga eksklusiva ella nýggja listaslagi. Ummæli av Passasjeren kann lesast á hansara bloggi her: http://birkblog.blogspot.com/2009/09/poetiskur-beiskleiki.html