Tuesday, December 14, 2010

Tíðindaskriv: Aftur um standmyndina

Aftur um standmyndina - 14 uppskot til listaverk framman fyri Fimi - týsdagin 14. desember kl. 16.30‏




Listabólkurin hjá Tórshavnar Kommunu valdi í farna mánaði listarverkið ”Himmalspegilin” hjá Guðrið Poulsen at seta frammanfyri nýggju fimleikarhøllina Fimi í Gundadali. Nógv kjak hevur ofta verið um val av kommunalum listaverkum, og tí gjørdi Listabólkurin av, at uppskotini skuldu sýnast fram alment.

Tí er nú gjørligt hjá almenninginum at at seta seg inn í tað úrval, sum listabólkurin hevur havt at velja av, og tað grundarlag, valt er eftir. Listabólkurin vónar, at hetta kann viðvirka til, at kjakið um listaprýðing í kommununi verður hildið á einum dygdargóðum og fakligum støði.

14 uppskot komu inn. Øll hesi verða nú sýnd fram í Fimi í Gundadali. Listafólkini eru Eyðun Dal-Christiansen, Heðin Ferjá Heldarskarð, Jógvan Horn, Finnleif Mortensen, Gianfranco Nonne, Bjørn Nørgaard, Brandur Patursson, Tróndur Patursson, Grótvirvið í Skopun, Guðrið Poulsen, Jóna Rasmussen, Eli Smith og Jákup Eli á Lava og Ole Wich.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, letur upp framsýningina týsdagin 14. desember kl. 16.30. Framsýningin hevur fingið heitið ”Aftur um standmyndina – 14 uppskot til listarverk framman fyri Fimi”. Opið verður til sunnudagin 16. januar dagliga frá kl. 09 til 21. Inngongd er í glasbygninginum eystanfyri.

Í Listabólkinum hjá Tórshavnar Kommunu eru Helgi Fossadal, Føroya Listasavn við Mikael Viderø, býarkitekti, og Jákup Simonsen, mentamálaleiðari í Tórshavnar Kommunu.


Ole Wich hevur sett framsýningina í Fimi upp