Í kvøld fara Jóanes Nielsen og Kjartan Hansen at lesa upp úr verkum sínum í Sirkus.
Vit Byrja sum vanligt klokkan átta.
Tvey og tretivu ár eru liðin síðani fyrsta yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen "Trettandi mánaðin" kom út. Í tvey og tretivu ár hava tekstir hansara verið ein pest fyri hyklarar, halleluja-hopparar og öll tey sum forsyndast inn á lívið og gleðisaftir holdsins. Í tvey og tretivu ár hava yrkingar og greinar hansara prikað og pínt samvitskuna hjá teimum ið trilkast undir tí hellu av spilling, framtaksloysi og órættvísi sum heimastýrið var og enn er. Í tvey og tretivu ár hava tekstirnir hjá Jóanesi Nielsen glett kræsnar sum minni kræsnar lesarar við sínum sterka og gerandisættaða myndmáli, sínum bersögni, men eisini tilveruligu og lívsgildisleitandi poesi.
Nú vita vit ikki um Kjartan Hansen er full tvey og tretivu ár, vit ivast, men í öllum førum hevur hann longu gjørt vart við seg sum ansingarverdan listamann bæði sum sjónleikari og yrkjari. Farna summar, sjálvan ólavsökuaftan, vann hann fyrsta stev-máls-smellin (poetry-slam) í Føroyum nakrantíð. Yrkingar og tekstir eftir Kjartan Hansen hava m.a. verið prentaðar í Vencili, har tað mesta sum lestrarvert er á føroyskum í hesum tíðum stendur.
Gevið gætur: Um tit síggja ein mann nærkast mikfrofonini, eitt sindur slignan í herðunum og fagnarleysan á at líta, við frísutum og grásprongdum hárvökstri um munn og kjálkar, mugu tit endiliga ikki reka hann övutan oman í trappurnar, tí helst er tað eingin annar enn Jóanes Nielsen sjálvur - hann hevur fingið sær skegg, sigst, og ætlar vist ikki at raka tað av í sambandi við upplesturin í kvøld.
Men vælsignaðu tit, menn og kvinnur, ung og gomul, jólakát og ójólakát setið nú betra fótin fyri og fáið tykkum upp á loftið í Sirkus í kvøld.
(CJJ)