Tað eru fremstu bólkar innan klassiskan tónleik í Føroyum, ið standa fyri hesum átaki. Luttakandi eru Føroya Symfoniorkestur, tónleikabólkurin Aldubáran, kórið Tarira og úrvalsnæmingar á Musikkskúla Miðnámi. Harafturat kemur úrmælingabólkurin Norrbotten NEO úr Svøríki at vitja og er talan um eitt hitt fremsta, norðurlendska orkestrið innan sítt økið.
Í nógv ár hevur tónleikafagnaðurin Summartónar tikið sær av at hava konsertir um alt landið við smærri bólkum. Hetta hevur givið mongum eina tónleikaliga uppliving. Bæði føroyingum og útlendingum.
FramRás leggur seg tó eftir, at hava tónleik á skránni fyri størri bólkar og orkestur og verða allar framførslur í Tórshavn.
Á skránni hjá Føroya Symfoniorkestur er m.a. stórfingna 7. symfoniin hjá Antonin Dvorak, norskir tónar eftir Geir Tveitt og so forvitnisligt nýtt verk hjá Atla K. Petersen, har ið okkara fremsti úrmælingur á trombon, Andras Olsen, fer at framføra.
FramRás lýtir úteftir í sínum virki og tónleiki og hevur knýtt framúr norðurlendsk tónleikanøvn afturat sær. Svenska Norrbotten NEO kemur at framføra og eisini verður forvinislig vitjan úr Noregi. Hin ungi og evnaríki dirigenturin Trond Husebø kemur at stjórna Føroya Symfoniorkestri og Aldubáruni.
Fyrireikararnir hava lagt seg eftir, at gera eina fjølbroytta skrá, har ið fremstu klassisku tónleikabólkarnar framføra alheimstónleik í Føroyum.
Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum og í Listaskálanum í Tórshavn.
Konsertirnar eru:
Hósdagur 16. september kl. 19.30 Aldubáran Norðurlandahúsið
Fríggjadagur 17. september kl. 19.30 Tarira Norðurlandahúsið
Leygardagur 18. september kl. 16.00 Musikkskúla Miðnám Norðurlandahúsið
Leygarkvøld 18. september kl. 19.30 Føroya Symfoniorkestur Norðurlandahúsið
Sunnudagur 19. september kl. 16.00 NorrbottenNEO Listaskálin
Atgongumerki á kr. 100,- fáast í Norðurlandahúsinum ella á www.nlh.fo. Konsertin við Musikkskúla Miðnámi er ókeypis.