Thursday, December 9, 2010

Handan myndin sær farlig út...


Eg biði frammanundan lesaran um umbering fyri slíkt malsjønskt málbrúk her á listablogginum, men á heimsins mest ósjarmerandi kjaksíðu er altso í løtuni eitt reyvkeðiligt kjak um reyvslikkarí innan føroyska mentan, har afturvendandi ímyndin um eina væl í holdum mentanarliga yvirstætt í Havn, sum í samanvaksnari og korruptar eind veitir hvørjum øðrum stuðul og rós í pf interrós, aftur opinberar sína paranoidu ásjón.

Eitt er, at henda ímyndin er skeiv, men tað er eisini ómetaliga troyttandi og í grundini særandi at hoyra, tá hugsað verður um øll hesi fantastisku listafólkini, ið tó at tey onkuntíð fáa eina hissini starvsløn ella stuðul av onkrum slag, liva eitt materielt sæð hálvvánaligt lív, ið javnan liggur langt undir vanliga markinum til tað, sum vit definera sum fátækradømi. Hesi fólkini arbeiða í treiskni við listini, tí tey eru listafólk, ikki tí tað er ein feit fidus at arbeiða við list. -Men hvat so við fiduslistafólkunum? -kundi tann listinlærdi listinbloglesarin spurt og har má eg bara skylda lesaranum svar, tí vit eiga sera nógv listafólk, ið ikki eru listafólk, men bara fólk, ið fáast við og sum av øðrum fólkum verða útnevnd til listafólk til stóran skaða fyri listahugtakið, ið verður alsamt meir útvatnað. Nú kenni eg ongan, sum presenterar seg sum fiduslistafólk og eg ivist í, um nakar í grundini heldur seg vera eitt tílíkt. Eg leggi heldur einki í, um tað, sum mentamálaráðharrin heldur uppá, verður tíðin, sum verður endaligi dómarin, tí vit liva nú og tí er tað okkara áhugi og skylda at gera okkara besta her og nú. Sum eg merkiliga ofta havi sagt áður, so havi eg einki í móti áhugalist, men eg havi nakað í móti, at teir fáu pengar, sum eru listini til taks, verða brúktir til vánaliga fiduslist av tí, at tey, ið býta pengarnar ikki hava skil fyri at skyna mun á dygdarlist og fiduslist.

Tíverri eru ikki nógvir listaummælarar her heima og mong eru helst irriterað inn á míni ummæli, tí tey jú umboða mína meining, sum øll ikki eru samd við mær í. Ein starvsfelagi segði nú herfyri, at tá mann kennir meg, er tað snedigt og eitt sindur stuttligt, at fólk halda meg vera so strangan og harðan ummælara. Fyri meg sjálva, er tílíkt beinleiðis marghátligt at hoyra, tí eg tvørturímóti sjálv haldi meg vera rættiliga moderata í mínum atfinningum av tí, at eg ikki arbeiði burturav við at ummæla. Um eg var t.d. í føstum starvi sum ummælari, bar betri til at ummæla meira og meira konsekvent.

Hóast eg als ikki altíð eri samd við ummælaranum á Information, Michael Jeppesen, so hevði eg av hjarta ynskt, at vit áttu ein tílíkan ummælara í Føroyum, sum skrivar áðrenn hann hugsar serliga nógv um framtíð og fortíð og familju- og øll møgulig onnur forbindilsir. Nú hevur hann t.d. skrivað um nýggja portrettið av fyrrverandi forsætisráðharranum í Danmark. Hetta er sanniliga tað løgnasta portrettið, sum eg havi sæð leingi og tí hevur tað kenst løgið at lesa allar tær positivu lýsingarnar um dirvi og opinleika, tá nú for hundin myndin sær farlig út, tí tað ger hon og tað er ikki orsakað av tí ófrættakenda Herkulesflogfarinum høgrumegin. Portrettmyndin líkist einamest eini illa málaðari mynd í Vaktartorninum ella hvat halda tit? Hvat, ið er sannleikin og ikki um myndina er ikki so umráðandi sum tað, at fólk nú tora at kjakast, tí tey eru samd ella ósamd við Jeppesen. Tá myndin av okkara borgarstjóra var liðug í summar, hevði tað t.d. verið gott við einum kjaki um myndina og um portrettmyndlistina sum heild. Borgarstjóranum dámdi væl myndina og tað gjørdi tann fyrrverandi forsætisráðharrin eisini, men hava teir í grundini skil fyri tí og skulu teir sleppa at avgera hvør skal mála teir, tá uppgávan er almenn?


http://www.information.dk/253201

(KP)