Friday, October 1, 2010

Virðislønahandan og í Steinpenti


Tillukku

Mentanarvirðislønir M.A.Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs vórðu handaðar í Müllers Pakkhúsi í Havn í dag. Jógvan Arge beyð vælkomin við eini røðu, sum var heldur løgin í støðum. Hann segði m.a., at oddvitin í bókmentaheiminum eru tær føgru bókmentirnar og síðan legði  hann aftrat: "- Alt gott at siga um kalkun-ættarliðið, sum hevur ríkað bókmentaheimin seinastu kanska tríati árini, men eisini tað hevur brúk fyri eldhugaðum kappingarneytum og avloysarum úr nýggjastu tíðini...". http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1010 Undirritaða veit ikki heilt hvat hann meinar við, men tað ljóðaði sum gjørdi hann gjøldur burturúr okkara frægastu rithøvundum við hasum býttliga kalkunfjasinum. Eingin flenti og eg helt meg hava hoyrt skeivt inntil eg las røðuna á heimasíðu Tórshavnar Býráðs. Annars var løtan eitt sindur fiskakend við tað, at yrkingin, sum Tóroddur las upp var tað, eins og tvær av hinum virðislønunum, tann fyri yrkisbókmentir og mentanarvirðislønin, sum báðar fóru í fisk so ella so. Hin fyrra fór til Rógva Mouritsen fyri bókaverkið Fiskar undir Føroyum, meðan mentanarvirðislønin fór til Bjarka Geyti fyri Sjósavnið. Jensina Olsen og Janus á Húsagarði fingu barnabókavirðislønirnar. Vit seta yrkingina hjá Tóroddi Poulsen inn her saman við myndum frá virðislønarhandanini í Müllers Pakkhúsi og løtuni aftaná í Steinprenti, har Tóroddur Poulsen hevur gjørt nøkur nýggj prent. Tóroddur Poulsen fekk virðisløn M.A.Jacobsens í 1992. Eitt sindur í álvara, men mest í spølni segði hann, at hann næstan kendi seg sum ein ófrættafugl og at tað eyðsýniliga er eitt slag av krepputekin, tá hann fær M.A.J.virðisløn. Men Tóroddur var sera fegin um virðislønina uppá 35.000 krónur og vit ynskja honum hjartaliga tillukku við henni. Tóroddur fer niður aftur longu í dag. 
(KP)


Føðiketa

orðini trola eftir mær
so eg má gera meg til ein áll
tá eg ikki havi gjørt meg til eitt kombikk
fyri at sleppa ígjøgnum meskarnar
men so ein dagin
verður kombikkið etið av einum toski
sum ikki sleppur gjøgnum meskarnar
og hann verður blóðgaður og reinsaður
og hongdur upp í bókstavarøðina at turka
so orðini kunnu brúka hann
til mangt og hvat
í tí grommu bókmentasøguni
sum fiskifrøðingar í framtíðini kunnu granska
og gera niðurstøður um
millum annað
feskvatnsyrkingar
sum trívast sum saltvatnsyrkingar
tá tær ikki vilja setast í bás