Monday, December 13, 2010

Føroyskt filmskvøld



FØROYSK FILMSLIST

Longu áðrenn vit hava sæð verkunum, kunnu vit staðfesta, at tað er ein stórhending, at Norðurlandahúsið í kvøld hýsir einum tiltaki, har sýndir vera nýggir føroyskir filmar.

Í teasaranum til nýggja stuttfilmin, Sigarett hjá Heiðriki á Heygum, samanber Heiðrik tilveruna í Føroyum við upplivingina hjá Bill Murray í filminum Groundhog Day. Groundhog Day er ein skrekkiliga reiðiligur og øgiliga amerikanskur feel good (or puke) filmur um ein gronutan mann, sum við at enduruppliva sama dag aftur og aftur, broytist til eitt betri og eydnuríkari menniskja. Heiðrik heldur, at tað tykist sum um nógvir føroyingar trívast við at vakna dagliga til eina tílíka fábroytta tilveru. Tað verður spennandi at síggja hvat meira Heiðrik kemur fram til í filminum, men varhugin av, at hann ikki trívist við ævigu endurtøkurnar, er ógvuliga greiður.

Av teimum framsýnandi filmsleikstjórunum, er Katrin Ottarsdóttir elst, hon er slóðbrótarin við flestu royndunum, meðan Andrias Høgenni og Anton Petersen eru yngri og nýggjari. Marianna Mørkere og Rannva Káradóttir hava eftirhondini heilt fleiri royndir við teirra videolist við figurum í føroyskari náttúru, ið er surrealistisk samstundis sum hon onkursvegna tykist skyld mótaestetikki.

Passasjeren hjá Sakaris Stórá, ið vann Gylta Eggið á altjóða filmfestivalinum í Reykjavík RIFF, verður eisini sýndur. Hann havi eg sæð og eg kann viðmæla øllum at fara at hyggja at hesum filmi, sum er ómetaliga rørandi og sum eg væl skilji vann heiðurslønina. Passasjeren er einfaldur, kristalklárur og eins djúpur og hann er stuttur og komprimeraður. Eitt prismublunk av úndansleppandi sorg, ið verður borið uppi av undirfagra, tóma landslagnum og vakra, melankolska tónleikinum hjá Rasmusi Rasmussen.
(KP)

http://listinblog.blogspot.com/search?q=Sakaris+Fr%C3%AD%C3%B0i+St%C3%B3r%C3%A1

Tíðindaskriv:

Føroyskt filmskvøld við nýggjum filmum eftir Heiðrik á Heygum, Mariannu Mørkøre & Rannvu Káradóttir, Anton Petersen, Sakaris Stórá Andrias Høgenni og Katrin Ottarsdóttir.


Kostnaður: 75 kr.

Atgongumerkir fáast í Kunningarstovum kring landið , og á www.nlh.fo

http://www.youtube.com/watch?v=13zanYWmzFk

http://rammatik.blogspot.com/search/label/Trailer

http://www.youtube.com/watch?v=bji1mLiG7dE

Sigarett
stuttfilmur
leikstjórn & framleiðsla: Heiðrik á Heygum

Magma
eksperimenterandi stuttfilmur
5. min.
leikstjórn framleiðsla: Marianna Mørkøre & Rannva Káradóttir

Skýming
stuttfilmur
31 min.
manus, leikstjórn og framleiðsla: Anton Petersen


Imens Bladene Falder
drama
15 min.
manus & leikstjórn: Andrias Høgenni
framleiðsla: Pætur Magnussen


Stev
one-take
37 min.
manus & leikstjórn: Andrias Høgenni
myndatøka og eftirgerð: Jóhannus E. Johansen


Toilettet & Køkkenet
2 partar úr verkætlan, ið umfatar 5 smáar filmar undir heitinum "Lejlighedsminder"
5 min. hvør
upptøka og klipp: Katrin Ottarsdóttir