Wednesday, November 10, 2010

Meðan vit bíða …..


Hvørt ár framleiða non-profit listafelagsskapir í USA yvir 100 milliardir av dollarum til amerikanska búskapin og skapa 6 milliónir av størvum – og her eru for-profit listafelagsskapirnir sum t.d. filmsídnaðurin og partar av tónleikaídnaðinum ikki eingang taldir við. Í grundini eru býirnir New York og Los Angeles heldur ikki taldir við, tí teirra listapallar ala fram so hysteriska nógvan pening, at inflatión kemur í yvirlitið um tað verður íroknað. Tað, sum ikki kann gerast upp í peningi er heldur ikki íroknað, altso øll tey bleytu virðini, lívsgóðska, mentanarlig virði og tílíkt, sum fær fólk til at flyta til eitt stað og verða verandi har.

Eg haldi ikki, tað finnast nakrar útrokningar fyri hvussu nógvan pening Tjóðpallur Føroya framleiðir til samfelagið, vit vita bert hvat leikhúsið kostar samfelagnum. Men er mynstrið nøkulunda tað sama her sum í øðrum smáum londum kundi eitt sera varligt boð verið, at Tjóðpallur Føroya framleiðir tað dupulta av teirri upphædd, sum verður sett til. Um vit t.d. stuðla leikhúsinum við einari millión, fær samfelagið 2 milliónir aftur frá hoteluppihaldum, matstovuvitjanum, flogferðum, frisørvitjanum og hvat mann annars kann ímynda sær. Tað krevst altso ikki nakað matematiskt flogvit til at rokna út hvat samfelagið kundi fingið aftur, um vit stuðlaðu Tjóðpall Føroya við, lat okkum siga, 10 milliónum krónum um árið.

Latið okkum venda aftur til tey bleytu virðini, tí tað tykist vera her á leið, at politiski dialogurin er staddur. Rørandi semja tykist vera millum politikarar um at Tjóðpallur Føroya er okkara stoltleiki, ein listarlig perla, sum ikki kann fáa nóg mikið av stórorðaum, rósandi viðmerkingum. Ja flestir politikarar meina harumframt, at tann háttur, sum teir sjálvir fara við hesum stórsligna listarinnar mekka er vanæriligur, ja beinleiðis ófyrigevandi. Eg eri sjálv ikki bangin fyri at taka undir við politiska kórinum og leggja aftrat, at tjóðpallur okkara er eitt av okkara týdningarmestu mentanarstovnunum, sum vit hava beint nú.

Útgangsstøðið er altso, at betri viðurskifti fyri Tjóðpall Føroya fer at koma øllum samfelagnum til góðar, bæði fíggjarliga og mentanarliga. Hetta hevur í grundini verið útgangsstøðið so mikið leingi, at vit eftirhondini mugu byrja at undra okkum yvir hvat tað er vit bíða eftir. Bíða vit eftir betri tíðum ella bíða vit eftir, at alt fer framvið? Bíðitíðin tykist ikki bara long, men eisini rættiliga meiningsleys.

Men meðan vit allíkavæl bíða, kunnu vit sjálvandi fordríva tíðina við at ímynda okkum hvussu framtíðin skal síggja út. Inntil víðari verður arbeitt við trimum hugskotum. Tað eina er at gera eitt stórt, vakurt og nýtt byggjarí, sum húsar tónleiki, sjónleiki og filmi. Hitt er at byggja eitt stórt og flott, nýtt leikhús. Tað triðja er at byggja um uppá ein bygning, sum er til og broyta hann til nakað, sum kanska ikki verður stórt, flott og nýtt, men sum kanska allíkavæl kann blíva ein tjóðpallur.

Fyrsta hugskotið ætli eg mær at ignorera, tí eg heilt einfalt haldi, at tað er ov órealistiskt, at vit innan fyri fá ár kunnu skapa eitt haldgott konsept, sum kann sameina fleiri listasløg í einum húsi. Vit hava eitt sera gott og væl hugsað konsept í Tjópalli Føroya, so latið okkum halda fast í hesum og ikki blanda tingini saman. Tað næsta hugskotið, at byggja eitt leikhús og eitt stórsligið symbol fyri landið kann ikki heilt ignorerast. Hetta er á mangan hátt tann besta og mest tignarliga loysnin og helst eisini hugskotið, sum flestir politikarar stuðla. Trupulleikin við hesi loysnini er bert tann, at hon er blivin ein umbering fyri ikki at gera nakað sum helst. So leingi sum peningurin til eitt tílíkt prestisjubyggjarí ikki er fingin til vega hendir als einki og ímeðan fer hendan óvissa støðan at gerast alsamt meira hóttandi fyri Tjóðpall Føroya. Haraftrat mugu politikarar gera sær greitt, at skal mann hava eitt stórt, flott og nýtt leikhús, verða rakstrarútreiðslurnar tilsvarandi høgar. Hetta haldi eg sjálvandi er ein fín íløga, men hugsast má um hetta, tí tað finst ikki nakað meira syrgiligt enn tey mongu arkitektonisku meistaraverkini av púrasta tómum mentanarhúsum, ið finnast kring heimin. Triðja hugskotið, ætlanin um at at byggja gamla bakaríið hjá Frants Restorff um til eitt leikhús ljóðar helst sum ein lappaloysn og er tað eisini á ein hátt. Men ætlanin hevur sínar greiðu fyrimunir. Tjóðpallur Føroya kundi við hesi loysn hildið áfram í miðbýnum í høvuðstaðnum og har verið partur av býarlívinum. Henda loysnin nýtist ikki at gerast so dýr og tað vil siga, at hon kann fremjast í verki innan fyri eitt styttri tíðarbil og mest umráðandi av øllum: Tjóðpallur Føroya trýr sjálvurr uppá hetta uppskotið. Tey hava álit á, at teirra virksemi kundi trivist í hesum húsi og tey kunnu væl ímynda sær teirra egnu menning í hesum húsum, eins og tey síggja møguleikan fyri at fremja í verki tey hugskot og tær ætlanir, sum tey hava fyri stovnin. Hetta argumentið er altavgerandi, tí tað eru bara tey fólkini, sum eru Tjóðpallur Føroya, ið vita hvussu stovnurin kann mennast og útvíðkast. Tað eru bert tey, ið evna at gera tað til eitt umráðandi stað, ið fleirfaldar tann pening, sum samfelagið skjýtur í tað og bert tey, ið kunnu skapa tær nýggju rammurnar fyri listarligu góðskuna, ið er grundarlagið undir øllum.

Hvørjum bíða vit eftir?

(IS)