Thursday, August 19, 2010

Opið bræv frá Leiklistaráðnum til Helenu Dam á Neystabø

Mentamálaráðið

17 august 2010

Tað almenna má skapa Tjóðpalli Føroya fysiskar karmar nú

Leiklistaráðið viðgjørdi á fundi 27. juli enn einaferð vánaligu hølisstøðuna hjá Tjóðpalli Føroya.

Hóast nógv samskifti við skiftandi mentamálaráðharrar eins og Mentamálaráðið er støðan nett hin sama, sum tá Tjóðpallur Føroya varð settur á stovn við løgtingslóg fyri 7 árum síðani: at hesin almenni mentanarstovnurin hvørki kann bjóða starvsfólki ella áskoðarum karmar, ið søma seg einum starvsstaði og leikhúsi.

Veruleikin er, at hølisliga virkar Tjóðpallurin bara við vælvild frá Tórshavnar kommunu og uppá tross av umstøðunum. Hetta kann ikki halda fram, skal yrkisleiklistini í Føroyum yvirhøvur verða framtíð lagað.

Føgur orð uttan innihald

Síðani stovnsetanina eru nógv føgur orð søgd og nógvir góðir tankar vendir um Tjóðpallin og yrkisleiklist, men enn húsast Tjóðpallurin á Gamla Meiarínum í Tórsgøtu. Hølini lat Tórshavnar kommuna leikbólkinum Grímu at brúka í sínari tíð, men tey eru alt ov smá og als ikki gjørd til tað virksemið, sum eigur at vera á einum almennum Tjóðpalli.

Umstøðurnar hjá starvsfólkunum eru ótolandi og lúka haraftrat langt frá almennu krøvini til arbeiðsumstøður.

Skiftandi samgongur hava annars boðað frá ætlanum um tjóðleikhús, men enn er eingin spaki settur í, tíansheldur nakar nagli negldur. Verandi samgonga skrivar í samgonguskjalinum, at: “Farið verður undir fyrireikingar til tjóðleikhús.” Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 vóru 1,5 mió kr. settar av til fyrireiking, men tá avtornaði og fíggjarlógin fyri 2010 var samtykt, var hendan játtanin strikað aftur.

Uppskot til loysn er tøkt

Eitt nokkso feskt álit við einum ítøkiligum boði uppá, hvussu hølisviðurskiftini kunnu loysast nøktandi fyri tey næstu 20 árini, liggur annars í Mentamálaráðnum. Álitið er skrivað av arbeiðsbólki, sum Mentamálaráðið sjálvt setti, við umboðum frá Mentamálaráðnum, Tórshavnar Kommunu, Tjóðpallinum og Leiklistaráðnum.

Meira enn hálvt ár er liðið, síðan álitið varð handað landsstýriskvinnuni, men enn hava vit einki frætt um nakra støðutakan ella ábending um ítøkiliga hølisloysn.

Leiklistaráðið metir støðuna vera sera álvarsama og átrokandi at fáa loyst, og tí verður heitt á Mentamálaráðið um at fáa avklárað, um hetta uppskotið til høliskarmar fyri Tjóðpallin kann brúkast, ella um onnur nøktandi uppskot eru, ið kunnu setast í verk. Heitt verður eisini á Mentamálaráðið um at leggja neyva tíðarætlan fyri, nær hóskandi høli eru klár hjá Tjóðpallinum at taka í nýtslu.

Er tað so, at landsstýrið og løgtingið ikki vilja skapa neyðugu fysisku karmarnar til Tjóðpallin nú, vilja vit í Leiklistaráðnum heita á tykkum um at siga tað alment, klárt og týðuliga, og samstundis greiða starvsfólkum Tjóðpallsins og Føroya fólki frá, hvat politiski myndugleikin so ætlar við Tjóðpalli Føroya.

Vegna Leiklistaráðið

Annika Sølvará, forkvinna
Leiklistaráðið Postrúm 212, 110 Tórshavn