Symbiosa
Heitið á hesi lítlu myndini er "Symbiosa", ið kemur úr grikskum (sym: felags og bios: lív) og sum upprunaliga er eitt lívfrøðiligt hugtak, ið sipar til organismur, sum eru treytaðar av hvørjari aðrari og sum tessvegna liva í tættari samveru. Hugtakið verður eisini nýtt í breiðari merking um sera tætta samveru millum menniskju. Smiðjan í Lítluvík er í løtuni karmur um eina poetiska perlu av eini grafiskari listaframsýning hjá einum føroyskum-finskum listafólkaparlagið, sum tykist vera farið í listarliga grafiska symbiosu. Tað er ein av okkara fremstu grafikarum, Marius Olsen (f.1963), ið sýnir fram saman við Ilonu Raipala (f.1980), sum í fjør var í starvslæru í Steinprenti eitt tíðarskeið og tó at stórur munur sjálvandi er á úttrykkinum hjá teimum báðum, eru einstøk verk á framsýningini, har eg eina løtu ivaðist í hvør upphavið mundi vera, hann ella hon.
Ilona
Sum heild er eingin ivi um, at tað snýr seg um ávíkavist eitt mannligt og eitt kvinnuligt upphav, men tað er í grundini ikki lætt at føra fram próvgrundir fyri henda varhuga. Ilona Raipala var við á framsýningini "Steinverur", sum var í Steinprenti í fjør og tá tók hon myndevnisliga støði í parlagnum millum mann og kvinnu. Í mun til framsýningina í fjør, er hennara myndaheimur heldur fjølbroyttari í dag, men summar av myndunum hava enn ein femininan dám sum t.d. tann stóra landslagsmyndin, ið er dekorerað við ljósareyðum hjørtum.
Tær bestu av myndunum hjá Ilonu eru eisini tær mest sjálvstøðugu, har hon megnar at halda fast í sær sjálvari og sínum egna lyndi í herligum, grovum og spontanum myndum við grefligum litavali í t.d. pink, brúnum og orange.
Marius
Myndirnar hjá Marius fevna yvir tað fínliga yvir í tað meira ekspressiva, men allatíðina er góðskan eins framúrskarandi og tøkniligi førleikin er eyðsýndur.
Symbiosan hjá Mariusi og Ilonu er væleydnað og verður viðmælt øllum at skunda sær oman í Smiðjuna í Lítluvík áðrenn framsýningin endar 1.september. Framsýningin er opin dagliga frá klokkan 14.00 til 19.00.
(KP)