Í dag, fyrsta desember á middegi (kl. 11 okkara tíð) vórðu innstillingarnar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2011 almannakunngjørdar. Føroyska innstillingarnevndin hevur valt at innstilla yrkingarsavnið hjá Tóroddi Poulsen Útsýni, sum herfyri fekk bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens.
Í tíðindaskrivinum stendur: Yrkingasavnið “Útsýni” eftir Tórodd Poulsen er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2011. Í savninum leitar Tóroddur Poulsen bæði aftur í tíðina til undanfarin ættarlið og inn í seg sjálvan og sína egnu tíð. Yrkingarnar taka støði í egnum lívsroyndum, minnum og dreymum, umframt list og bókmentum. Truplir tilveruspurningar verða lýstir í einum eyðkendum og einføldum myndamáli, sum lætt knýtir saman tað sjálvsagda og tað undrunarsama. Eins og í undanfarnum søvnum er interart-perspektivið týðiligt, fleiri yrkingar snúgva seg um myndir og myndlist, og heitið “Útsýni” avdúkar, at yrkjaran vil brúka málið til at síggja alt av nýggjum.
Hetta er fimtu ferð, Tóroddur Poulsen verður innstillaður til henda heiður, sum bert er fallin føroyingum í lut ta einu ferðina, tá Rói Patursson fekk norðurlendsku bókmentaheiðurslønina fyri yrkingarsavnið Líkasum, sum er vorðin nýklassikari innan føroyskar bókmentir. Fyri 2010 varð Gunnar Hoydal innstillaður fyri skaldsøguna Í havsins hjarta. Finski høvundurin Sofi Oksanen fekk norðurlendsku bókmentaheiðurslønina 2010 fyri skaldsøguna Puhdistus ella Reinskan. Umframt heiðurin fær heiðurslønarmóttakarin 350.000 krónur.
http://www.norden.org/sv/aktuellt/nyheter/nomineringar-till-nordiska-raadets-litteraturpris-2011