Friday, December 10, 2010

Góða jólaferiu!


Vit hava áður her á listablogginum verið framligar við at arga Mentanarnevnd Løgtingsins við teirra heldur pírna fundarvirksemi. Men eg skal lova fyri, at broyting er komin í. Vit mugu bara bíta skommina í okkum og staðfesta, at hildnir eru 8 fundir um bæði líkt og ólíkt síðan summarfrítíðina. Ein túr til Prince Edward Island er tað eisini blivið til og har vóru sjey limir, næstan allir møttir. Hetta er annars undantakið í Mentanarnevnd Løgtingsins har fráveruprosentini síggja sóleiðis út:







Magni Laksáfoss, formaður: 0%
Jógvan á Lakjuni, næstformaður: 37,5 %
Óli Breckmann: 50 %
Eyðgunn Samuelsen: 12,5 %
Marjus Dam: 62,5 %
Sjúrður Skaale: 25 %
Kari á Rógvi: 37,5%


Frávera í sambandi við farloyvi og frávera har varalimur hevur verið til staðar er ikki tald uppí.

http://www.logting.fo/committeereport/list.gebs?committee.id=10&back=true&menuChanged=20

(is)