Og hetta er sanniliga ein sprøklutur flokkur, ið talan er um og tað hugsi eg, at gløggi lesarin longu man hava lagt til merkis, tí strekkið er altso heilt øgiliga langt frá áhugalistini hjá fleiri av uppskotsinnsendarunum til heimskenda listamannin Bjørn Nørgaard, hvørs framsýning í Statens Museum for Kunst av Berlingske Tidende er vald sum ársins mest áhugaverda, ið er gjørd av einum donskum listafólki (Anselm Kiefer framsýningin í Louisiana var nummar eitt). Tað tykist somuleiðis vera at kalla ófatiliga langt í millum t.d. Trónd Patursson og tey flestu av hinum uppskotshavarunum, so vit á listablogginum eru heilt ómetaliga spentar at síggja uppskotini á framsýning, sum Ole Wich skal seta upp og tó at hann hevur hollar royndir við sprøklutum framsýningum (t.d. Ólavsøkuframsýningin seinnu árini), kann hetta sanniliga ikki vera nøkur løtt uppgáva. Sjálvur borgarstjórin, Heðin Mortensen fer at lata framsýningina upp og vit á Listablogginum gleða okkum til at hoyra hansara røðu umframt sjálvandi at síggja verkini og meta um hvørt avgerð Listabólksins er okkum øllum at frama. Myndirnar, sum vit seta inn her eru av eldri verkum hjá Tróndi Patursson, Brandi Patursson og Bjørn Nørgaard.
(KP)