Standmyndir Standmyndir
Eg fekk satt at siga kaldasveittan fram, nú eg av tilvild datt inn á heimasíðuna hjá Tórshavnar Kommunu og sá ovurhonds vøddmiklu fimleikarastandmyndina á myndini. Eitt stutt, men ræðuligt andarhald helt eg, at hetta var vinnarauppskotið í standmyndakappingini, men so er - takk og lov - altso ikki. Har er eyðsýniliga einki avgjørt enn í tí málinum. Sambært heimasíðuni http://www.torshavn.fo/ eru heili 14 uppskot komin inn til kappingina um eina standmynd, ið skal setast upp við nýggju fimleikarhøllina í Gundadali í Havn. Sagt verður, at Listabólkurin hjá Tórshavnar Kommunu nú skjótast til ber fer at viðgera innkomnu hugskotini, ið verða lýst sum fjølbroytt.
Árið 2010 er ikki enn komið at enda, men vit kunnu longu skýra árið sum eitt satt skulpturár. T.d. greiddi Astri Luihn, ið fekk risastóru uppgávuna í milliónahædd at prýða nýggja skúlan á Hamrinum á Argjum, frá í blaðsamrøðu í Dimmalætting, at hon í staðin fyri myndir, ætlar at gera standmyndir til skúlan. 30. juni 2010 varð sáttmáli undirskrivaður millum listakvinnuna Astri Luihn og Listabólkin. Alt arbeiðið skal verða liðugt 1. august 2011.
Nógv kjak stóðst eisini burtur úr teirri anakronistisku Fiskakonuni, sum varð sett upp við Skeiva Pakkhús í Havn í summar og ikki var minni kjakast um húkin í Klaksvík, hvørt hann var ein húkur ella eitt listaverk og burtur úr hesum kjaki spretti annað kjak um list, sum enn ikki er tagnað heilt.
Ikki er óhugsandi, at vit aftur fara at kjakast um list og um standmyndir, nú tá avgerðin hjá Listabólkinum verður almannakunngjørd. Tey hava nevniliga lovað at framsýna øll uppskotini, sum vit so øll hava høvið at síggja og meta um. Vit á Listablogginum ætla okkum framhaldandi at fylgja við í hesum máli.
(KP)