afturumafturumafturumafturumafturumafturumafturumafturumafturumafturumafturumaftur
Í dag læt framsýningin Aftur um standmyndina upp í nýggju fimleikarhøllini Fimi í Gundadali, ið sýnir fram uppskot til standmyndakappingina, sum Tórshavnar Kommuna skipaði fyri og sum Guðrið Poulsen vann við sínum verki "Himmalspegilin". Fleiri áhugaverd uppskot eru at síggja á hesi framsýning, eins og uppskotið hjá Guðrið heilt vist er eitt sympatiskt uppskot. Sostattt var tað ikki nakað av hesum, ið var orsøkin til, at undirritaða fór út aftur úr framsýningarhølinum tungliga sum eftir gravarbakka og at eitt ørkymlað tár smoygdi sær út í gjøgnum morgunmaskaruna. Tað var heldur ikki av tí, at eg kom ov seint til røðuna hjá borgarstjóranum, sum eg annars hevði glett meg at hoyra og sum eg ikki ivist í verður løgd út á heimasíðu hansara. Nei, grundin til mína sút er, at henda framsýningin staðfestir, at eitt meistaraverk er gloppið føroyingum av hondum. Eg seti nakrar myndir frá framsýningini inn her og skrivi eina longri grein, ið sum skjótast verður at lesa í Dimmu og her á listablogginum.
(KP)
Finnleif Mortensen
Jóna Rasmussen
Jógvan Horn
Tróndur Patursson
Ole Wich
Grótvirkið í Skopun
Heðin Ferjá Heldarskarð
Gianfranco Nonne
Jákup Eli á Lava og Eli Smith
Eyðun Dal-Christiansen
Heðin Ferjá Heldarskarð
Guðrið Poulsen
Bjørn Nørgaard
Bjørn Nørgaard
Brandur Patursson
Bjørn Nørgaard