
Áhugin fyri nýggja stuttfilminum hjá Sakaris Stórá er so mikið stórur eisini í høvuðstaðnum, at sýningin leygarkvøldið var útseld eftir stutta tíð. Framleiðarin Ingun í Skrivarastovu boðar frá vegna fyrireikararnar, at eykasýningar av Vetrarmorgun - a film by Sakaris Stora og Summarnátt verður á Tjóðpalli Føroya sunnukvøldið kl. 18 og 20. Til ber at bíleggja atgongumerki á info@tjodpallur.fo.