Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða latnar í dag klokkan 17 í Müllers Pakkhúsi. Handanin er almenn, øll eru vælkomin og handanin verður send beinleiðis í útvarpinum.
Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn. Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens. Virðislønirnar, ið eru 20.000 kr. hvør, verða vanliga handaðar tann 17. september á føðingardegi Mads Andrias Jacobsens. Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða latnar á hvørjum ári. |
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs verður latin sama dag. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt, og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn. (KP) |