Friday, September 20, 2013

30 ár síðani Perlan hvarv


Sambært in.fo vóru tað týsdagin 30 ár síðan Perlan í Vágsbotni í Havn varð tikin niður. Eg hugsi, at ein orsøk til, at hon varð tikin niður, var at hon var so ljót og illa hildin. Men allíkavæl livdi bygningurin á so mangan hátt upp til tað fína heitið, hann hevði. Har var plúmm í aftan fyri gardinurnar, har var matstova, og bæði Mikines og William Heinesen hava málað uppi á loftinum í bygninginum, sum fyritøkan Z.Heinesen átti. Eg var bara fimtan ár, tá Perlan hvarv, men eg minnist meg hava verið inni har tvær ferðir, báðar ferðir drigin inn av tónleikinum (og eldri vinfólkum). Jazzfelagið blómaði miðskeiðis í sjeytiárunum og nógvar vóru framførslurnar við føroyskum og útlendskum tónleikarum.  Dagfinn Olsen skrivar á in.fo: "nú fara Kristian Blak, Jazzfelagið og Tutl aftur til verka.Hvørt fríggjakvøld í nakrar vikur verður skipað fyri tiltøkum í nýggju Perluni, henni sum er millum Miðlahúsið og Vaskaríið, sigur ein av fyrireikarunum, Gissur Patursson. Hetta er ein roynd, og byrjað verður longu í kvøld, fríggjakvøld. Perlan letur upp  um 20 ella 21 tíðina, og hildið verður á til klokkan 24, men hetta er ikki heilt lagt í fasta legu enn. Á pallinum verður jazzur og fólkatónleikur, og so verður eisini jamsession. Samstarvað verður við Sirkus,og hugnað verður um inni. Hetta verður gjørt sum ein roynd í nakrar vikur, fyri at vita hvussu undirtøkan verður."

Løgið at síggja á myndum hvussu stór Perlan var, um hugsað verður um pinkalítla grøna blettin, sum hon stóð á. Har hevur nú í mong ár ligið eitt akker, sum altíð hevur sæð út sum tað er dottið av mánanum. Eg havi skrivað eina grein til Punktum.fo um tað týdningarmikla í at varðveita bygningar í býarrúminum. Tað blaðið kemur ikki, tað er farið í søguna við Dimmalætting, tíverri, men Sosialurin hevur játtað at hýsa greinini í næsta vikuskiftissosiali, sum kemur 27.sep. Greinin eitur: "Tað byggilistarliga er ikki bara tað vakra, men eisini søgurnar og tað søguliga…" og setningurin kemur frá Gunnari Hoydal, sum í stuttum viðtali m.a. vísir til Perluna: 

"..gamla Perlan, sum stóð á trýkantinum millum Mylnugøtu og brekkuna niðan á Bryggjubakka. Eingin vinkul var beinur, annar skjøldurin var breiður, hin lágur, rukkupláturnar vóru skoyttar og rustaðar: Hon var eitt skrímsl, men hevði tað yndið, sum roynd og láturmild fólk eiga. Zacharias Heinesen hevði átt Perluna, William hevði havt sína málarastovu uppi á loftinum, og úr miðhæddini komu tónar frá ungdómi, sum royndi nýggjar og øðrvísi leiðir. Húsið hevði søgu og týdning í býarmyndini, men knappliga ein dagin var hon burtur, tikin av ósemju í býráðnum. Síðani havi eg saknað hana, nú í 33 ár".

Lesið meira í Sosialinum um eina viku.




(KP)