Saturday, September 21, 2013

Hugnalig Mentanarcafé í Norðurlandahúsinum


Í gjár fór fyrsta Mentanarcaféin hjá Norðurlandahúsinum og Kringvarpinum av bakkastokki og tað var stuttligt at vera við. Eg haldi eisini, at skráin teir tveir tímarnar, sendingin vardi, var fjølbroytt og góð, og hon kann væl gerast enn meira fjølbroytt t.d. á tónleikasíðuni og við at hava fleiri listasløg umboðað, leiklistin kundi væl komið uppí t.d., men eg  hugsi, at skráin partvíst verður lagað eftir tí, sum gongur fyri seg í Norðurlandahúsinum. Eg rokni eisini við, at fleiri áskoðarar fara at møta upp í Norðurlandahúsinum og at vit fara at tora at hugna okkum meira, at práta og blanda okkum uppí við viðmerkingum, antin tað er beinleiðis ella umvegis smsboð. Karmarnir eru heilt vist til staðar í ljósa, vakra Norðurlandahúsinum við lekrum, nýgjørdum sushi og hvítvín ella kaffi ella hvat mann nú hevur hug at njóta á Mentanarcafé. Tríggir kringvarpsvertir vóru til arbeiðis teir tveir tímarnir, sendingin vardi; Elin á Rógvu, Ivan Niclasen og Suni Merkistein og tað riggaði væl. Tað gevur ein serligan dynamikk at sendingin er beinleiðis, at tað mann sigur verður varpað beinleiðis út í stovur og køkar, har fólk lurta, og eg ivist ikki í, at mann kemur til at siga okkurt inn í millum, sum ikki er so væl orðað ella hugsað, men tað ger einki, haldi eg, tí onkuntíð er tað júst í tí óstýrda, at áhugaverd sjónarmið daga undan. Samrøðurnar við fyrireikarar, tónleikarar og við yrkjararnar báðar, Sissal Kampmann og Katrin Ottarsdóttir vóru áhugaverdar, men tað var serliga gott at hoyra eina yrking lisna, eg hevði væl tímað at hoyrt fleiri.

Eg og Oddfríður M.Rasmussen prátaðu við Suna Merkistein um M.A.Jacobsens heiðurslønir og um aðrar mentanarheiðurslønir. Tær eru týdningarmiklar hildu vit bæði, Oddfríður helt, at ein týðaraheiðursløn kundi verið sett á stovn og eg tosaði um vandan í, at mentanarhugtakið gjørdist ov breitt. Sjálvandi eru miðlarar og frøðingar ómetaliga týdningarmiklir bæði innan hugvísindi og náttúruvísindi, men eg haldi, at vit mugu ansa eftir, at ov nógvar av mentanarheiðurslønunum fara til okkum, sum frammanundan fáa okkara løn sum lærarar, granskarar o.a., og at ov lítið verður eftir til listina. Sami problematikkur er galdandi fyri listastuðulin, haldi eg. Eg brúkti heiðurslønarmóttakara í fjør sum dømi um víðkaða mentanarhugtakið og havi longu fingið onkra áminning um, at Jens Kjeld Jensen hevði uppiborið sína heiðursløn fyri mentanaravrik og tað hevur hann av sonnum sama sum hini náttúruvísindafólkini, sum eru heiðrað millum ár og dag. Tað er altíð gleðiligt, tá dugnalig og íðin fólk verða heiðrað antin tað er ein sera dugnaligur bókmentafrøðingur sum Turið Sigurðardóttir ella ein eldsál sum Hilmar Joensen, sum brennur fyri tónleiki og sjónleiki á sama hátt sum Pól Jespersen ger fyri rúmdini. Men tað er umráðandi at vit gáa eftir hvat tað er vit gera og hvønn heiðurslønirnar primert eru hugsaðar til. Tá vit nú hava eina heiðursløn í kategoriini yrkisbókmentir, nýtist heiðurslønin fyri mentanaravrik kanska ikki eisini at fara sama veg, vit hava nógv listafólk, gomul og ung, tónleikarar, filmsfólk, leklistarfólk, dansarar osfr. sum hava uppiborið heiðurslønir, og sum enn ikki hava fingið nakra. Nåh, eg havi ikki hoyrt sendingina enn, eg haldi, at eg gloymdi at rósa Tórshavnar Kommunu fyri at hava sett á stovn barnamentanarheiðurslønir longu áðrenn eitt nú Norðurlandaráðið kom í tankar um tað sama. Fyribils fari eg at ynskja Kringvarpinum og Norðurlandahúsinum hjartaliga til lukku við einari væl eydnaðari Mentanarcafé, eg gleði meg til ta næstu.



(KP)