"Føroysk matstova kann gerast besta matstovan í Danmark" er vónríka yvirskriftin hjá TAKE OFF í dag, sum mælir útlendskum vitjandi at bíleggja borð í Koks á Hotel Føroyum. Vit hava í fjølmiðlunum hoyrt samrøður við kokkin, Leif Sørensen, sum er heilt niðri á jørðini, tó at hann sjálvandi fegnast um nomineringina. At vera millum fimm tær bestu - tað er av sonnum gott klárað og hevur í sær sjálvum uppiborið eitt herðaklapp ella tvey. Avgerðin um bestu matstovuna í Danmark verður almannakunngjørd 27.oktober. http://www.takeoff.dk/faerosk-restaurant-kan-blive-danmarks-bedste/
(KP)
(KP)