At droyma tann perfekta
dreymin
er ikki bara sum at siga
tað
tað er eisini sum at gera
tað.
Eg droymi um alla verðina
eg droymi um Føroyar
í dreyminum eigi eg alla
Havnina og ljósið uttan um hana.
Tá ið eg spáki í mínum vakra
býi taka verðinsborgararnir
hattan av høvdinum og
heilsa brosandi upp á meg.
Eg smílist vinaliga
afturímóti men
ein dagin steðgi eg á og
kunngeri at Havnin skjótt
fer at verða sprongd í luftina.
Tað loysir seg ikki longur at hava hana.
Øll fara at gráta og bøna
um náði
øll hava tey konur og
børn og húsdýr so eg noyðist
at gera meg illan
tað hjálpir.
Og skjótt fara boðini um
allan býin
munn av munni
sum rótasúpan.
Í Vágsbotni blaka menn
fiskin aftur á sjógv.
Á Vaglinum ganga
klædningar og yppa øksl
sum vóru teir á útsølu.
Á fjóru hædd á hotell
Tórshavn
tveita fólk seg út av
vindeygunum
og tey sum koma frá tí
við lívinum
taka lyftina uppaftur í
skundi tá ið tey síggja
nýggjastu yvirskriftirnar
í Sosialinum.
Tríggjar eldri konur á
Lágargarði geva skarvin yvir
og drukna seg í
Hoyvíkstjørn.
Og rossini úti í
Havnadali tvíspora norður eftir oyggj
ella liggja og veltast í onkrum
gili
sum var tað sjálvur hin
versti ið reið teimum.
So ringir vekkarin
og eitt korter seinji
fari eg upp
og tá ið eg havi bustað
tenn flenni eg í kíki at mær sjálvum
í speglinum í
skellilátri.
Yrking: Alexandur Kristiansen
(KP)