Thursday, September 5, 2013

New Nordic í Norðurlandahúsinum

Fríggjadagin 6. september kl. 17.00 verður fernisering í Norðurlandahúsinum


Hava vit ein felags norðurlendskan samleika? Hóast altjóðagerðin á mangan hátt fær mentanarligar og tjóðskaparligar munir at hvørva úr sjóneykuni, kann samleikin tó framvegis tengjast at einum ávísum staði? Um so er, hvussu fer norðurlendski samleikin at mennast í mun til menningina í restina av heiminum? Hesir nærgangandi spurningar eru lunnar undir framsýningini New Nordic sum Lousiana, listaskálin í Helsingør, fekk so góð ummæli fyri á heysti 2012. Partar av framsýningini vóru eisini við í Nordic Cool festivalinum í The Kennedy Center í Washington fyrr í ár. Nú koma so partar av framsýningini til Norðurlandahúsið í Føroyum. Tann parturin, ið verður framsýndur í Føroyum ber heitið “Norðurlendsk Leikhús” og tekur støði í spurninginum “hvat er norðurlendskt fyri teg”? Ein breiður skari av norðurlendskum listafólkum hava fingið til uppgávu at svara hesum spurningi við at fylla ein lítlan kassa við tí, tey hvør í sínum lagi, best halda svarar spurninginum. Eitt av listafólkunum, ið fekk hesa uppgávu er føroyski sniðgevin Guðrun Ludvíg, og verður hennara kassi eisini at síggja í Norðurlandahúsinum.