Sunday, September 8, 2013

Árstíðirnar - kamarkonsert í dag


Sunnudagin 8. september kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum


Astor Piazzolla og nýskrivaður norðurlendskur tónleikur við norðurlendskum úrmælingum

Kostnaður 150 kr 
Kamarkvintettin er mannað av 


Andreas Borregaard, akkordeon, DK, 

Jon Mehus, violin, NO, 
Mikkel Sørensen, gittara,DK, 
Peter Friis Johansen, klaver,SE, 
Julius Pyrhönen, kontrabass, FI. 

Tvey av tónaskøldunum verða hjástødd.

Norðurlenðskir tónleikaúrmælingar seta ein av mest kendu tónlistaverkunum um árstíðirnar, Quatro Estaciones Portenas hjá Astor Piazzolla upp móti nýskrivaðum verkum, bíløgd frá norðurlendsku tónaskøldunum Sunleif Rasmussen (FO), Fredrik Österling (SE), Rasmus Zwicki (DK) og Martin Bauck (NO). Tónleikararnir eru hvør sær virðisløntir og hava týðandi solokarrieru - teir eru "á ovasta hyll í tónleikalívinum í Norðurlondum".

Í Norðurlondum hava allir árstíðir serlig eyðkenni - bakandi summarsól, maktmiklar heystódnir, eggjandi frostbit á vetri og spírandi, angandi vár. Árliga ringrásin hevur altíð ávirkað menniskjalívið. Hóast urbanisering eins íðnaðar- og vitanarsamfelagið hava javnað ávirkanina, eru vit kortini sterkt bundin at árstíðunum, okkara sinnalag verður ávirkað av skiftandi veðurlagnum. Kjakið um veðurlagsbroytingar er ovarlaga á politiska breddanum og fær fjølmiðlaumrøðu. Eitt sum fær minni fokus er, hvussu menniskjað reagerar kensluliga á broytingar og skifti í veðrinum. Her er upplagt, at hyggja í listina, har elementini hava givið íblástur til skapan gjøgnum øldir.

Tí hava fimm gávuríkir tónleikarar hitst við tí fyri eygað, at fokusera á  veðrið í klangum, løgum og rútmum. Útgangsstøðið er kendasti árstíðarverkið í nýggjari tónleikasøgu: Neoklassikarin "Quatro Estaciones Portenas" hjá Astor Piazzolla. Hansara fýra árstíðartúlkingar verða í eina og somu konsert settar upp móti nýggjum, bíløgdum verkum hjá fýra norðurlendskum tónaskøldum. Hvørji perspektiv koma í sjóneykuna av spenningsfeltinum millum verkini, tá tey verða framførd saman? Og hvussu tala spontanu, eldhugaðu verkini hjá Piazzolla og verkini hjá samtíðartónaskøldunum til eitt nútíðar, veðurlagsmedvitið publikum?