Tuesday, September 17, 2013

Farvæl Dimma

Dimma er farin í søguna, og vit kunnu øll byrja at greina hví, men fyrst og fremst haldi eg, at tað er syrgiligt. Og er Dimma farin, er eisini mentanarblaðið Punktum.fo, sum eg havi ritstjórnað seinasta hálva árið, farið í føroysku blað- og listasøguna.

Eg vil gjarna takka øllum teimum dugnaligu fólkunum, sum hava skrivað fyri punktum.fo, eg eri kedd um at tað skulu enda á hendan hátt.

Her er mentanaroddagreinin til punktum.fo, sum skuldi koma fríggjadagin, men altso ikki kemur. Her eru nógv evni, sum vanta viðgerð. 

Tað er her tað sker.

Síðst í august var eg eitt vikuskifti í Reykjavík við einari ungari væl útbúnari føroyskari listakvinnu, sum var komin úr Skotlandi til Íslands fyri at sýna fram har. Vit hugdu at íslendskum samtíðarlistaframsýningum, upplivdu orkuna og kreativitetin á íslendska listapallinum og hon greiddi frá um listaumhvørvini, sum hon er partur av í Skotlandi, um teir møguleikur hon hevur fyri at samstarvast við onnur listafólk og um intellektuellu avbjóðingarnar, sum eru partar av listakjakinum, har hon býr.

Eg kann gott halda, at hon og mong onnur sum hon áttu at komið heim og brúkt teirra fantastisku evni og orku her. Koma heim og berjast, gera alt betri, seta list á skránna, skapa lív, nýggjar hugsanir, kjak og alt møguligt annað, sum væl kundi verið her. Sum átti at verið her. Men eg fekk meg heilt erliga ikki til at siga við hana, at eg helt, at hon skuldi flyta heim, tí eg veit, at listafólkalívið, sum Skotland fær bjóðað henni er nógv meira áhugavert enn tað, sum vit kunnu bjóða henni her heima, og tað er ikki uppgávan hjá teimum ungu at gera hetta landið attraktivt at búgva í. Tað er okkara uppgáva at gera landið attraktivt hjá teimum.

Ein umráðandi liður í at skapa eitt attraktivt listaumhvørvi og hervið at skapa eitt betri, nýhugsandi og meira áhugavert samfelag er at seta á stovn listaútbúgvingar. Vitan og mótspæl eru neyðug til tess, at mann kann mennast sum listafólk og listaskúlin sum stovnur er neyðugur fyri menningina av samfelagnum. Og tað nýtist ikki at vera so torført. Tað ber til dømis til at samstarva við útlendskar listaskúlar ella at hava eitt grundár her, og so kann restin av útbúgvingini takast í øðrum londum. Ella kundi mann samstarvað við Fróðskaparsetrið. Modernaðir listaskúlar hava sterk ástøðilig programm og tað kundi verið upplagt, at ástøðiligi parturin av útbúgvingini kundi gingið fyri seg á Fróðskaparsetrinum saman við universitetsprofessarum og universitetslesandi.

Tað hendir einki, um vit bíða eftir, at politiska skipanin sær tað neyðuga í einum tílíkum átaki. Tí er tað gleðiligt, at fleiri listafólk innan fyri ymisk listasløg sjálvi vísa áræði og m.a. settu ein heilan dag av til at kjakast um evnið á háskúlanum leygardagin 31.august. Gleðiligt er tað eisini, at fleiri og fleiri ung føroysk listafólk velja at útbúgva seg uttanlands, so at vit fáa góðar møguleikar fyri at fáa góðir undirvísarar og samstundis tryggja okkum at okkara dugnaligastu listafólk varðveita tilknýtið til landið.

Eg hopi, at hetta má eydnast og eg fari at gleða meg til við góðari samvitsku at kunna siga við ungu listafólkini: Kom heim, undirvísið á listaskúlanum, skapið okkurt, gerið okkurt vilt, tí tað er her tað sker.

(IS)