Saturday, September 21, 2013

Altjóða bókavikuspurnakapping


Fólk á facebook hava alla vikuna ført fram, at tað er altjóða bókavika. Hvørt tað passar ella ikki, fara vit sjálvsagt ikki at lata møguleikan fyri einari kvikari lítlari quiz fara framvið her á listablogginum. Eingin vinningur er, ikki eingang 900.000 krónur ella nakað annað. Men tað ber til at fáa stuðlandi "facebooklikes" og virðing og viðurkenning, serliga um talan er um eina smala, torføra og bókmentaligt tunga bók.

Her eru tær reglur, vit hava fylgt, øll dømini eru úr føroyskum bókmentum. Gitið nú.

Tak bókina, sum er tær næst, far á síðu 52 og skriva 5. Setning av sum status. Ikki skriva heiti á bókini.

1. tá eg rópi eftir færri orðum
 2. Hon var bleik og knælin, tá ið tey seinnapartin komu norður, og mátti hjálpast í land við Vítisgjónna. 

3. Hvønn ein stertin, sum fiskaður verður við hesar oyggjar, skulu vit fiska einsamallir.

4. Den lille typograf blev trukket ned af bænken, hans sidemand skubbede et bredfyldt glas hen foran ham: Se her, drik og hold kæft!

5. Tá kom kavi, sum Grettir og Gutti høvdu fryktað fyri, og ferðin til Miðgarðar varð útsett.

6. – Nei, eg meini, takka sínum skapara.

7. Steðgi eina løtu við eitt myrkt hválv.

8. Og ein dagin hendi tað ótrúliga, at pápin kom heim við eini trummu.

9. Handelsforvalteren, og bag ham en flok af handelsforvaltere, der havde snydt hans værdige og troskyldige fædre.

10. Eg neit hesa kensluna at ganga úti í regninum og storminum og verða tvigin frá innast til uttast.