Thursday, September 19, 2013

Opið bræv til lista- og mentanarfólk, sum hava skrivað fyri Dimmalætting

Dimma er farin, tað er syrgiligt. Ikki minni syrgiligt at síggja longu røðina av kreditorum, sum m.a. telur eina rúgvu av listafólkum og mentanarfólkum, sum ikki fáa sínar pengar.

Tað er tungt at skriva hetta. Tí umframt mína egnu familju, eru eisini mong onnur rakt, m.a. listafólk og mentanarfólk, sum eg havi yvirtalað til at skriva fyri mentanarblaðið Punktum.fo.

Tað kennist eisini tungt, tí Punktum.fo var eitt gott tiltak, sum nøktaði ein týdningarmiklan tørv á mentanarjournalistikki og sum bar við sær eitt positivt huglag - líka inntil tað vísti seg, at fólk, eg hevði álit á ikki vóru erlig. Pengar, sum vóru oyramarkaðir til mentanarblaðið, vóru eftir øllum at døma brúktir til okkurt heilt annað.

Men eg skrivi til tykkara, tí eg haldi, at eg má. Eg føli, at eg má skriva, at atburðurin hjá Dimmalætting hevur ikki verið í lagi.

Listafólk og mentanarfólk hava síðani apríl lyft Dimmalætting uppfrá á mentanarøkinum, og fleiri sita nú eftir við ongum. Hetta er ótespiligt, tí at júst hesi fólkini hava ikki fakfeløg, sum kunnu verja tey og hava ongan møguleika fyri at fáa ALS ella at fáa pengar aftur úr Trygdargrunninum.

Í mars í ár varð eg biðin um at gera eitt konsept til eitt mentanarblað til Dimmu, sum skuldi koma eina ferð um mánaðin.

Dimmalætting hevði nevniliga funnið sponsorar til tiltakið. Fyritøkur vildu seta pengar í eitt mentanartíðarrit, sum var givið út sum partur av Dimmu. Avtalan var, at eg hvønn mánaða sendi eina útgreinaða rokning til Dimmalætting, sum fevndi um mína egnu føstu samsýning og hvørjir skribentar skuldu hava pengar, sum eg so sjálv skuldi flyta teimum.

Eg bað eina rúgvu av mentanarskribentum um at fara í gongd. Øll vóru glað, punktum seldi fínt og fyri trimum vikum síðani fekk eg at vita, at sponsorarnir í grundini vóru so mikið glaðir, at Punktum.fo slapp at halda fram til jóla.

Fyrstu tveir mánaðarnar fingu øll sín pening og fyri einum mánaði síðani fingu tey, sum høvdu skrivað til juni-blaðið sínar pengar, men so steðgaði upp. Eg gekk út frá, at tá sponsorpengarnir vóru oyramarkaðir til Punktum.fo, so fóru pengarnir nokk at koma.

Í tríggjar mánaðar og eftir óteljandi áminningar frá mær og váttanir frá leiðsluni um, at peningurin fór at koma seinni í vikuni, fekk eg at vita, at peningurin skuldi rindast týsdagin 17. september. Men tá týsdagurin upprann var stjórin horvin, hann hevði stovnað eitt nýtt felag.

Kanska hevur leiðslan á Dimmalætting handlað í góðari trúgv, men tey hava handlað skeivt.

Eg eri sera hørm um, at hetta so spennandi tiltak skuldi enda so óvirðiliga.

Inger Smærup Sørensen
Fyrrverandi ritstjóri á Punktum.fo.