Sunday, September 29, 2013

Byggilist snýr seg ikki bert um vakurleika

  
Gamalt og nýtt

Føroyska lyndið til at dyrka tað farna er innan byggilistina eftir øllum at døma avmarkað til ávísar avgamlar bygningar við flagtekju. Hetta sæst, nú umbyggingin av bygningum á Vestaru Vág er partvíst liðug, og gamla Saltsølan er transformerað til ein snøggan, men fullkomiliga anonyman bygning. Undirritaða hevur fleiri ferð gjørt vart við, at okkum tørvar størri byggilistarligt fyrilit, men eg havi altso eisini tosað við fleiri arkitektar, sum halda tað sama. T.d. heldur Gunnar Hoydal, arkitektur og rithøvundur, at farast má fram við varsemi og við greiðari ætlan um, hvat kann fáast burtur úr umbygging og nýbygging.

Tórshavnar Kommuna hevur kunngjørt, at Vinnuhúsið Vestara Vág um stutta tíð verður veruleiki í teirri umbygdu Saltsøluni. Húsið skal eftir øllum at døma vera partur av einum Silicon Valley átøkum  vinnuøki mitt í føroyska høvuðsstaðnum og tá yvirritaða nú fer at finnast at verkætlanini, er tað ikki avvarðandi arkitektavirki, sum hevur staðið fyri byggjarínum, sum verður brikslað. Als ikki. Ábyrgdina fyri tí, sum hendir á økinum eigur byggiharrin, Tórshavnar Kommuna, sum uttan fyrilit er farin í holtur við at beina fyri ídnaðarsøguligum dýrgripum á einum tí áhugaverdasta økinum í okkara høvuðstaði. Saltsølubygningurin er farin, og Bacalaobygningurin er væl á veg, og tá arbeiðið er liðugt verða flest spor av fortíð og av upprunasamleikanum á Vestaru bryggju ruddað burtur í eini penleikans ruddingaraldu.



Silicon Valley í Havn?

Vinnan er grundleggjandi týdningarmikil og skal hava góðar umstøður - tað vita og góðtaka tey flestu. Tað er verri at fata og góðtaka, hví vinnan skal vera ómentað, hví hon skal hava so andleysar karmar. Tað mátti verið møguligt onkursvegna at sameina tingini. Vit sóu sama trupulleika á Tvøroyri herfyri, tá Varðin Pelagic ikki tók sær tykni av mentanarsøguligu dýrgripunum á bryggjuni har, fyrr enn virkið í roynd og veru varð tvungið til at taka atlit. Sjúrður Olsen úr Vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu hevur í fjølmiðlunum greitt frá m.a., at Vinnunevndin ímyndar sær eitt kveikingarstað eins og "Silicon Valley" á Vestaru bryggju, og at Saltsølubygningurin verður nútímansgjørdur fyri umleið 45 milliónir kr. Bygningurin skal nýtast til at hýsa fyritøkur, sum hava eitthvørt við sjógvin at gera, og pláss verður fyri 15 til 20 fyritøkum. Gamaní er umvælda Vinnuhúsið við Vestaruvág snotiligt við nýmótans glasfasadu, men hesin kaldi, blái glasbygningurin fær meg at sakna tann kiksaða, løgna Saltsølubygningin við smáu flisunum á grundini og eg haldi, at umvælingin sum heild sær út til at vera framd uttan atlit til hvussu bygningurin sá út fyrr. Hetta sama er við at henda við tí fína hvíta og bláa Bacalaobygninginum við teimum serstøku maskinhallargluggunum, har fasadan, sum vendir út móti sjónum og sum sæst frá flatskattabrúnni við Kaffihúsið í Vágsbotni, longu er broytt munandi.

Bacalao fyrr


Bacalaobygningurin nú, klæddur við stálplátum á einu síðuni



Føroyingar virðismeta tað avgamla

Samanumtikið tykist tað sum um, at føroyingar í stóran mun virðismeta og romantisera estetikkin frá gamla bóndasamfelagnum, hús við flagtekjum osfr., sum vit fegin vilja varðveita, meðan lítil og eingin áhugi er fyri bygningum frá fimtiárunum, teimum mongu smáu blikkklæddu húsunum (sum verða klædd við træ) ella gomlum ídnaðarbygningum. Í størri býum kring allan heimin verður stórur dentur lagdur á at varveita ídnaðarøki og ídnaðarbygningar, tí teir eru sermerktir og partar av søguni hjá býnum. Hugsa vit ein bý sum eina livandi organismu, ið skal skal mennast og liva yvir tíð, skulu nýggj nútíðar íkast heilt vist leggjast afturat javnan, samstundis sum vit verja og bókstavliga byggja víðari á tey søguligu sporini í staðin fyri at viska tey út. Í fleiri býum i Europa eru gamlir ídnaðarbygningar friðaðir og fleiri verða brúktir til listasøvn og annað mentanarligt. Í Keypmannahavn er tað spennandi, sum verður gjørt við risastóra økið hjá Carlsbergfyritøkuni í løtuni. Stóra europeiska Eurovision sangkappingin verður í Keypmannahavn komandi ár, har grand prixið fer at ganga fyri seg í B&W bygningunum á Refshaleøen. Eingin ivi er um, at hetta hongur saman við tí serstaka rustikka autenticitetinum, sum merkir hesar bygningum. Mentan og list trívist væl í gomlum ídnaðarbygningum, tað sæst í Tate Modern í London og nógvar aðrastaðni. Eisini í Føroyum gongur ymiskt mentanarligt fyri seg í gomlum ídnaðarbygningum, í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn í pakkhúsunum og í Østrøms fabrikk, har mentanarvirksemið blómar. Grøni bygningurin á Rundingi hevur í nøkur ár hevur verið brúktur til listahøll og atelier, hetta er skilagott og hesin bygningurin við stóru skipatekningunum í gólvunum verður vónandi varðveittur.


Eitt spennandi býarøki

Vestara Bryggja verður av arkitektum mett sum eitt tað mest spennandi býarøki í Føroyum, mitt í býnum og so er økið velduga stórt sum allur miðbýurin alt Reyn, frá Áarvegnum niðan Tinghúsvegin til Bøkjarabrekku yvir til Tórsgøtu og oman aftur á Vestaru Vág, alt hetta økið sum á mangan hátt liggur sum ein stórur framtíðar møguleiki. Men á hesum økinum eru lutfalsliga fáir av bygningunum, sum kunna sigast at hava eitt ávíst varðveitingarvert virði og tí kann tað undra, at júst Saltsølan og Bacalao/Fiskavirking, sum hava verið við til at skapt serstaka ídnaðarsamleikan í økinum, skulu broytast fyrst. Vinnuhúsið kundi t.d. verið bygt sum nýggjur bygningur yvir av einari skynsamt renoveraðari Saltsølu- ella Bacalao fasadu, hetta kundi veruliga skapt eitt dynamiskt býarrúm við hópin av møguleikum. Eftir tekningini at døma, so verður næstan onki byggilistarligt spor av týdningi eftir á Vestaru Bryggju tá allur Bacalaobygningurin eisini er renoveraður sambært ætlanini og tað haldi eg vera ómetaliga skeivt og eg skilji ikki, at eingin arkitektur talar at, t.d. býararkitekturin - ella er nakar býararkitektur yvirhøvur til í løtuni í Tórshavn? Eg sakni yvirhøvur atlit og reaktiónir, tá eldri bygningar verða tiknir burtur. - "Latið ei søguna doyggja" syngja vit av hjarta, men meina tað eftir øllum at døma bara, tá tað snýr seg um bygningar, sum frammanundan eru friðaðir og sum vit tessvegna vita hava onkran mentanarligan týdning, t.d. á Tinganesi og á Reyni, og heldur ikki har er virðingin serliga stór, tá Tórshavnar Kommuna kann finna uppá at seta gomlu søguligu Pæsastovu í Bringsnagøtu uppá ein sølulista. Tað var jú har, pionerurin Jens Christian Svabo livdi og har hansara virðismikla nótaskráseting av samtíðartónleikinum varð funnin. Eiga vit ikki í okkara lítla høvuðstaði at halda fast í tílíkum mentanarsøguligum og ídnaðarsøguligum bygningum. Gamli kjøtbýurin í Keypmannahavn er dømi um ein tílíkan ídnaðarsøguligan býarpart, sum í umvælingini varð varðveittur í gomlum funktionalistiskum stíli, og sum er livnaður upp sum kreativur og listarligur miðdepil í danska høvuðstaðnum.


Havnin innan fyri Stóragarð

Gunnar Hoydal var býararkitektur í Havn í 25 ár frá 1972 til 1997, og í fjør var hann við til at gera visionera bóklingin "Havnin innan fyri Stóragarð", sum m.a. umrøddi alt økið á Vestaru Bryggju, sum hann metir vera týdningarmesta økið í Havnini: "Tað er stórt og vítt, mitt í býnum, men illa farið við stórum og tómum bygningum, sum ikki vita, hvat skal verða og hvussu, men við nógvum møguleikum. Í bóklinginum verður skotið upp at skapa eitt virkið umhvørvi fyri gransking og hægri lestri og lata Fróðskaparsetrið vaksa av Debesartrøð og oman móti bryggjuni. Ivasamt er enn, hvussu verður við fiskavirking her, men annað virksemi kundi verið við vørumenning, skipasmíði og havrannsóknum, og eitt virkið listaumhvørvi kundi verið í einum parti av teimum gomlu bygningunum. Oljugoymslurnar eiga at verða fluttar burtur úr býnum, og har kundi í staðin verið bygdar lestraríbúður." Víst verður í bóklinginum eisini til royndir aðrastaðni, t.d. Carlsberg í Keypmannahavn og Urban Live Lab í Tokyo.

Saltsølubygningurin fyrr


Vinnuhúsið - gamli saltsølubygningurin


Saknar ikki saltsølubygningin

Gunnar Hoydal harmast ikki um umbyggingina av Saltsøluni, sum hann altíð hevur hildið verið ein heldur misháttan og kaldan bygning, sum í nógv ár hevur havt tørv á umvæling og ábøtum: "Tað serstaka er í grundini støddin á honum og teir nógvu fermetrarnar í honum, men ljósviðurskiftini innan eru vánalig, tí vindeygu eru ikki í síðuni móti Bacalao. Tunnuvirki var inni har í sínari tíð, tá sildafiskiskapurin var upp á tað besta, og søgan um saltið er áhugaverd, men byggisøguliga er virðið ikki stórt. Eg haldi, at tað nú er ein meira hugaligur bygningur at síggja til, men tað er at undrast á, at hetta stóra arbeiðið er gjørt uttan at vita rættiliga, hvat skal vera í honum. Tað er ein øvugt mannagongd, tí vanliga er avgerandi takið í einari byggiætlan at vita gjølla, hvat skal verða í bygninginum."


Eitt saknað skrímsl

Viðvíkjandi teimum byggilistarligu fyrilitunum fyri verandi bygningum er altíð ráðiligt at fara varliga fram, heldur Gunnar Hoydal og heldur fram: "Eg hugsi ofta um tvey dømi, sum tóku seg upp ta fyrstu tíðina, eg var býrarkitektur í Havn. Annað var bilaverkstaðurin hjá Júst Sivertsen í gamla býnum. Tað var ein stórur betongbygningur, mitt ímillum tey lágu húsini á Bakkahellu. Arbeiðið upp á bilarnar fór fram í kjallaranum og í túninum, og lastbilarnir vóru hægri enn tekjurnar á flestu grannahúsunum. Men at keypa bygningin við tí eina endamáli at taka hann niður, tað var í fyrstani ovboðið hjá fleiri býráðslimum. Tað bar kortini til, og í dag er urtagarðurin vestan fyri bæði húsini í Kina eitt prýði í býnum. Hitt dømi er gamla Perlan, sum stóð á trýkantinum millum Mylnugøtu og brekkuna niðan á Bryggjubakka. Eingin vinkul var beinur, annar skjøldurin var breiður, hin lágur, rukkupláturnar vóru skoyttar og rustaðar: Hon var eitt skrímsl, men hevði tað yndið, sum roynd og láturmild fólk eiga. Zacharias Heinesen hevði átt Perluna, William hevði havt sína málarastovu uppi á loftinum, og úr miðhæddini komu tónar frá ungdómi, sum royndi nýggjar og øðrvísi leiðir. Húsið hevði søgu og týdning í býarmyndini, men knappliga ein dagin var hon burtur, tikin av ósemju í býráðnum. Síðani havi eg saknað hana, nú í 33 ár".


Bacalaobygningurin má varðveitast

Gunnar Hoydal tekur samanum: "Tað byggilistarliga er ikki bara tað vakra, tað eru eisini søgurnar og tað søguliga. Tí er rætt at fara fram við fyriliti og varsemi og við greiðari ætlan, hvat kann fáast burtur úr umbygging ella nýbygging. Eftir mínum tykki er lítið av bygningum við byggilistarligum áhuga á Vestaru Bryggju uttan bygningurin hjá Bacalao, sum er eitt tað seinasta verkið hjá H.C.W Tórgarð, arkitekti. Tað eigur at verða varðveitt í sínum upprunaliga líki".



Hóast Bacalaobygningarnir eru slitnir og skoyttir er talan um eitt vakurt bygningsverk, sum eigur at verða varðveitt.

Gamli Saltsølubygningurin og saltsiloin

Fleiri av gomlu bygningunum eru klæddir við metalbylgjuplátum



Byggilistarliga er økið sera kloddut og sjarmerandi, her er ein gul hurð uttan fyri skeltið Thorshaven Shipyard








Kinna Poulsen