Evnið "Árstíðirnar"
má sigast at vera klassiskt, flest øll munu kenna árstíðirnar hjá Vivaldi og
tey flestu munu eisini duga at fyrihalda seg til árstíðirnar og til tulkingar
av teimum, antin tað snýr seg um programmusikk ella impressionistiskar náttúruimiterandi
skitsur. Útgangsstøðið var kendasta
árstíðarverkið í nýggjari tónleikasøgu "Quatro Estaciones Portenas"
hjá Astor Piazzolla, hvørs árstíðartúlkingar verða settar upp móti nýggjum, bíløgdum verkum hjá fýra norðurlendskum tónaskøldum.
Argentinska tónaskaldið Astor Piazzolla, ið var føddur í 1921 og doyði í 1992, byrjaði at skriva klassiskan tonleik og føldi seg vera í tvídrátti millum tango og symfoniskan tónleik. Eitt tíðarskeið miðsavnaði hann seg fullkomiliga um klassiskan tónleik, men vendi aftur til tango og hansara stóra bragd er tango nuevo (nýggj tango), sum er ein blandingur, ein hybrid, ið er ávirkað bæði av klassiskum tónleiki og jazz.
Argentinska tónaskaldið Astor Piazzolla, ið var føddur í 1921 og doyði í 1992, byrjaði at skriva klassiskan tonleik og føldi seg vera í tvídrátti millum tango og symfoniskan tónleik. Eitt tíðarskeið miðsavnaði hann seg fullkomiliga um klassiskan tónleik, men vendi aftur til tango og hansara stóra bragd er tango nuevo (nýggj tango), sum er ein blandingur, ein hybrid, ið er ávirkað bæði av klassiskum tónleiki og jazz.
Norðurlendsku tónleikaúrmælingarnir
spældu Piazolla við yvirskoti, men tað sama haldi eg eisini kann sigast um
framførslurnar av nýskrivaða tónleikinum. Eg haldi, at akkordeonið og klaverið sum heild hoyrdust væl betri enn violinin, men tað var kanska tilvitað. Steðgir og tilvitað
óljóð av ymiskum slagi høvdu stóran týdning, serliga í teimum nýggju verkunum, t.d. í verkinum "L´estate - Summer from Hell", sum var ein dramatisk, tónleikalig tulking av einari søgu, sum Fredrik österling hevði skrivað, og sum tóktisk fragmentarisk og samansett. Har var gangur frá gittaraforsterkaranum og ymisk ljóð, tá tónleikararnir bankaðu í
teirra ljóðføri, men tað var vitalt og áhugavert og so varð tað eitt lítið sindur
óúthaldiligt, tá minimalistiska verkið Wenn es winter ist hjá Marin Rane Bauck
varð framført við nógvum og drúgvum steðgum og spakuligum, næstan hvørvandi ljóðum,
sum fingu meg at sveitta av óbehag og angist fyri at koma til at smaska ella at
missa skránna, og sum brádliga gjørdi meg greiða yvir hvussu illa klaverstólurin brakaði, meðan klaverspælarin
spældi.
Verkið
hjá Sunleif Rasmussen, "Autumn" byrjaði øðrvísi dramatiskt og dundrandi hart - hetta var
greidliga ein heystódn av teimum ordiliga ógvusligu, sum vit vóru hurlað inn í.
Hetta verkið tóktist sum heild stórsligið og komplekst við einari rúgvu av ekstatiskum
lækkandi tónarøðum, sum umskaraðust og savnaðust saman í smáum tónleikatyssum
við smáum undirliggjandi melodilinjum. Tá eldhugaðu áhoyrararnir at enda fingu
høvið at hoyra eitt eykalag, vónaði eg, at tað bleiv heystið hjá Sunleif, men
teir valdu at spæla Piazolla og tað var eisini gott. Sjálv tónleikamiðlingin
riggaði serstakliga væl, tá tónleikararnir presenteraðu tónleikin inn í millum verkini. Tað gjørdu
teir róliga og áhugavert, tann finski basspælarin tosaði finskt og gjørdu okkum varug við, at
vit áttu at fegnast um, at hetta nýggja verkið hjá Sunleif Rasmussen varð frumframført í
Føroyum, tí tað mesta, sum hann ger, verður framført uttanlands. Og vit fegnast
og takka tónleikarunum, Norðurlandahúsinum, tónaskøldunum og stuðlunum fyri
eina fína tónleikauppliving við øllum árstíðum.
Sunleif Rasmussen og Fredrik österling
(KP)