Saturday, September 14, 2013

Framsýningin hjá Hans Paula Olsen í Steinprenti opin eina viku aftrat


Framsýningin við tekningum og standmyndum hjá Hans Paula Olsen skuldi eftir ætlanini enda í dag, men í samráð við listamannin hevur Steinprent avgjørt at bíða eina viku. Framsýningin hevur verið óvanliga væl fagnað og nógv hava nýtt høvið at síggja hesa framsýningina. Spegling er eitt høvuðstema í standmyndunum hjá Hans Paula Olsen. Vektloysi er eitt annað tema. Standmyndirnar eru kollasjukendar og samansettar. Listamaðurin dámar so væl føroyska orðið fyri skulptur "Stand-mynd" og sjálvur eksperimenterar hann við at birta eitt slag av tvídimensjonaliteti í tær trídimensjonalu standmyndirnar. Hans Pauli hevur sjálvur sett framsýningina upp, hann hevur hongt eina ørgrynnu av tekningum upp á veggin, so at tær saman fáa eitt massivt, rútmiskt bylgjandi úttrykk, sum onkursvegna sær út til at halda fram úti í rúminum í teimum trídimensionalu verkunum. Sum altíð, brúkar Hans Pauli Olsen nógva orku uppá soklarnar, tí teir eru partar av standmyndini og tessvegna eru teir allir ymiskir, gjørdir úr ómálaðum træi til hvørja einstaka standmynd. Vit kenna kanska partar av standmyndunum aftur, eitt andlitsbrá, eina hond, ein arm, men sjálv presentatiónin tekur áskoðaran á bóli, tí hon er øðrvísi, og í tí vit flyta okkum kring ta einstøku standmyndina, er eisini okkurt, ið kemur óvart á áskoðaran, tí hon broytist grundleggjandi alt eftir hvar áskoðarin er staddur og ofta er munurin millum tær ymisku síðurnar á standmyndunum óvæntað stórur. Hugburðurin í standmyndunum sýnist um somu tíð greinandi og sansaligur, eg fekk hugasamband við læknafrøðiligar lýsingar av mannakroppinum og til óunniligar ræðufilmar við samanstúvaðum kropslutum, samstundis sum myndamálið samstundis er rættiliga vakurt, klassiskt. Framsýningin hjá Hans Paula Olsen heldur fram inntil 21.september.







(KP)