Tuesday, September 10, 2013

Janus Kamban 100




Í dag 10.september 2013 eru hundrað ár síðani, myndahøggarin, grafikarin og listmiðlarin/fyrsti leiðarin í Listasavninum, Janus Kamban varð borin í heim, hann doyði 2.mai 2009. Bók kom út um hansara verk í 1995 við fínum teksti, sum Gunnar Hoydal hevur skrivað.

Eg haldi, at eg altíð havi vitað av Janusi Kamban, kanska orsakað av hansara standmyndum, t.d. framúrskarandi standmyndini av dronginum, sum fangar ein seyð, og sum í nógv ár stóð uttan fyri vindeygað í Eysturskúlanum, har eg gekk í framhaldsdeildini. Eg kom ikki at kenna hann persónliga fyrr enn í 90´unum, tá eg hitti hann í Listasavninum og aðra staðni til framsýningar og gjørdist serstakliga hugtikin av hansara grafisku myndum, sum eg enn haldi vera millum tað allarbesta, sum er av føroyskari myndlist. Eg eigi onkur brøv frá honum, sum eg goymi væl, tey eru óvanliga kultiverað, - dannað! og samstundis so fitt, hann var eitt serligt, ediligt menniskja. Tryggingin eigur eitt avbrigdi av einum framúrskarandi linoprenti hjá honum, ið víkir frá øðrum føroyskum tulkingum av óveðri, sum í høvuðsheitum eru dramatiskar og ekspressivar. Henda myndin hjá Janusi Kamban tykist fullkomiliga rólig bæði í litum og kompositión. Litirnir eru fáir og sáttligir og á sama hátt sum í eini haikuyrking ella einum træskurði hjá japanska meistaranum Hokusai, tykist myndin endurgeva tað stórbæra í tí evarska lítla í fullkomnari javnvág. Í myndini verður hetta úttrykt á einfaldan hátt gjøgnum tvær mótgangandi rørslur við smáu vindbárunum á sjónum, ið allar ganga á skák niðaneftir úr forgrundini vinstrumegin, meðan áin myndar eina mótgangandi rørslu úr erva vinstrumegin og oman eftir fjallatromini til høgru. Hetta er av sonnum eitt undirspælt lítið meistaraverk. 

Janus var gamal maður, tá eg í 2008 heitti á hann um at hjálpa mær við tekstinum, sum eg skuldi skriva um Steffan Danielsen. Men hann dugdi framvegis væl at greiða frá, og av tí, at hann jú var eitt petti av livandi listasøgu, sum t.d. var við til at fyriskipa ta allarfyrstu føroysku listaframsýningina, ið var hildin í hansara atelier á Nørrebrogade, fekk eg nógv burturúr, sum eg kundi brúka til mín tekst. Men harumframt tosaði eisini um alt møguligt annað, um politikk og samfelag, m.a. minnist eg, at hann var serstakliga vónbrotin um, at fyrrverandi tjóðveldismaðurin Karsten Hansen var farin upp í Miðflokkin. Eg var hugtikin av hvussu væl hann fylgdi við og kundi havt prátað við hann leingi, men tá vit høvdu prátað nakrar tímar, var hann eyðvitað útlúgvaður. 

Eg kundi ynskt mær, at vit feiraðu henda týdningarmikla listamannin við einari stórari grafikkframsýning. So vítt eg dugi at síggja í skránni hjá Listasavninum verður prát við m.a. Hans Paula Olsen um listamannin og tað verður heilt vist áhugavert, og harumframt verður onkur fyrilestur hjá Gunnari Hoydal um listamannin, so hann verður feiraður, men eftir øllum at døma eingin framsýning. Tað kundi annars verið sera áhugavert at sæð eina stóra samlaða framsýning við grafisku myndunum hjá Janusi Kamban, bæði teimum svørthvítu og í litum.

Her er ein stuttlig mynd, sum mótprógvar kensluna av, at standmyndir eru ævigar. Vit síggja Janus Kamban og Fraser Eysturoy, sum eru í holtur við at plasera standmyndina uttan fyri Eik niðri í miðbýnum:





(KP)