Innan tónleikavinnuna er vanligt at geva út stakløg/singlur framman undan sjálva útgávuna og nú hevur Oddfríður M.Rasmussen almannakunngjørt eina singluyrking, sum snýr seg um deyðan. Tað er hann ikki tann fyrsti at skriva um, trúgvi ikki, at tað hevði verið torført at sett saman eina yrkingaantologi við føroyskum gravaryrkingum hjá t.d. Tóroddi Poulsen og Jóanesi Nielsen umframt hesa yrkingina. Hon er partur av nýggja yrkingarsavninum hjá Oddfríði M.Rasmussen, sum kemur út um ein mánað
Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið
Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið.
Fingið mína egnu grøv,
áðrenn eg doyði.
So kundi eg longu nú farið
og sett niður ymiskt á leiðið.
Eg hevði sett niður blómuleykir,
og fyrireikað moldina
til ta súrligu og beisku sevjuna úr mær.
Eg hevði fingið krokus og tulipanur at vaksa
og fyrireikað moldina til tann milda
og droymandi angan
úr innasta hjartakamari mínum.
Sett niður eitt sindur av persillu,
so maðkarnir kundu køvt
tann herskna rákan av ósøgdum orðum.
Eg hevði við vissu sett niður páskaliljur,
og fyrireikað moldina til sál mína,
til anda mín.
Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið.
Fingið mín egnu grøv at vitjað hvønn dag,
so at moldin kundi vant seg við
rødd mína,
andadráttin,
kropsluktin,
eygnakøstini,
tey eymu beinini,
ið varisliga ganga kring grøvina
og hjúkla um tann vøkstur,
ið skal gerast ein partur av ævinleika mínum.
Eg hevði sett upp ein vakran gravstein
úr føroyskum gróti,
og rist egna navn mítt í hann.
Á steininum skuldi staðið:
Oddfríður Marni Rasmussen
1969 -
Latið okkum granska út,
hvat rætt er,
latið okkum sameintar royna at skilja,
hvat gott er!
(Job, 34, 4).
Pláss skuldi eisini verið til konuna.
Hon hevði fingið sólina at skilt,
hvagar hon skuldi skinið,
og mjørkan at andað
vátliga á gravargrasið.
Ongin gráklødd dúgva
við høvdinum
undir øðrum vonginum
skuldi kúrt
á steininum,
men ein lítil eskja
við seinasta balsameraða hjartaklappi okkara
skuldi prýtt umhvørvið
við sínum djúpa undirtóna.
Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið,
so eg kundi vant meg við deyðan,
vant meg við árstíðirnar
og vindarnar,
ið krydda tankar mínar við lívinum,
eg havi livað.
Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið,
og tá ið eg var vorðin gamal,
hevði tað verið gott,
um annað beinið varð tikið
og lagt í grøvina,
so at moldin og tað, sum í henni býr,
veruliga kundi vant seg við smakkin av mær.
Eg klári ikki tankan um at liggja úti og rotna.
Tí kundi eg hugsað mær mína egnu grøv at hildið;
at vant meg við moldina,
bara til eg doyggi.
Yrking eftir Oddfríð Marna Rasmussen