Nú mugu vit taka Føroyar aftur!
Nú mugu fólkið og fólkaræðið setast fremst!
Nú má líkasælan ikki køva teir neistar, sum kyknaðu á Vaglinum leygardagin. Í gerandisdegnum mugu vit hvør í sínum lagi gera vart við ta skeivu kós, sum verður stungin úr í kortið. A arbeiðsplássum, í køkinum og á gøtuni skulu vit halda fast við, at Føroyar skulu ikki sorlast fyri løtuvinning, hjá nøkrum fáum. Fólkaræðið og vitan skal verða grundarlagið undir menningin, so eisini næstu ættarlið fara at kenna seg heima og verða errin av, hvussu væl vit fóru við hesum landinum.
Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað.
Mótmælistiltakið á vaglinum í gjár var gott, men vit halda sjálvandi, at tað hevði verið enn betri um listin eisini var umboðað. Ein sangur ella ein lítil leikur hevði gjørt undirverk halda vit. Tá vit á blogginum hjá Niels Una Dam sóu staðfestingina frá Kaj Leo Holm Johannesen - sum er eitt verjurit til frama fyri landsstýrimannin í Innlendismálum, to at hann m.a. hevur roynt at goyma ávaringar frá serfrøðingum fyri løgtinginum - gjørdist okkum greitt, at mótmælið ikki kann vera av við mótmælistiltakinum í gjár, tí enn er einki gjørt til tess at venda skeivu gongdini.
Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur?
Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.
Vit byrja við einum listaverki úr veruleikanum, úr Degi og Viku. Tað er tann satiriski Føroyaportalurin, sum hevur latið upp eygu okkara fyri hesari perluni av pínligheit. Teir kreativu skemtararnir hava sett inn tónleikin til sjónvarpsrøðina Klovn, men tónleikurin tykist púra óneyðugur, tíverri, hyggið bara her: